Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-19, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mars 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 56 - 19. mars 2008 37 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Givið upp hava vit so slettis ikki Una Olsen, Stjørnan Hóast øll hava rópt Stjørnuna sum risa FM-favorittur, so heldur Anja Heinadóttir, at hon og liðfelagarnir alla tíðina hava trúð upp á møguleikan Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Smílini vóru stór í Neista- kvinnunum, tá vit eftir dystin týsdagin hittu Anju Heinadóttir og spurdu hana um dystin. Ein dyst, sum hon helt vera tann besti, ið Neistin hevur spælt hetta kappingarárið. - Tað kanst tú gott siga. Tað var í verjuni, at vit fangaðu dystin. Og so kempaðu vit alla tíðina. Tað sá út til, at tit alt fyri eitt fingu rætta takið. Er tað kanska tað, sum kanska tað, sum hevur kiksað í hin­ um dystunum móti Stjørn­ uni, tá tær alt fyri eitt hava punkterað dystin? - Ja. Tað vistu vit mátti ikki henda. Og í dag fóru vit fyrst avstað. Og miðskeiðis í fyrra hálvleiki skrædnar full­ komuliga. Hvat hendir? - Vit skora. Vit hava havt trupulleikar, tí vit hava ikki fingið mál upp á upplagdar møguleikar, men hesa ferð sat alt. Og tit føla kanska eisini, at hinar hanga alt meira við høvdinum? - Ja. Í hálvleikinum tos- aðu vit um, at allar hjá teimum hingu við høvd- inum. So vit herjaðu bara á eftir steðgin. Vit vistu eisini, at sigurin var ikki heima, so vit vóru noyddar at stríðast allan dystin. Hósdagin er næsta finalan á skránni. Og eftir sigurin týskvøldið ivast Anja ikki í, at málið kann røkkast. - Tað eru bara vit, sum hava trúð upp á okkum sjálvar. Og tað ger tað bara enn stuttligari at vinna, sigur Anja Heinadóttir. Eftir góðan mánað við hugnahondbólti var Stjørnan als ikki til reiðar at spæla FM- finalu móti einum Neistaliði, sum ríður á aldukambinum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Amerikumenn plaga at taka til, at jú størri teir eru – harðari er fallið. Orðafellið er mest æltað nevaleikarum í tungvekts- flokkinum, men tað kundi eins væl verið sagt um Stjørnuna. Alt árið hevur verið sagt, at FM-heitið var at kalla avgjørt, longu áðrenn kapp- ingin byrjaði. Longu tá steypafinalurnar vórðu spældar, hevði Stjørnan mest sum vissað sær plássið í finaluni, og tí hava tær seinastu 7-8 vikurnar bert bíða, til tær kundu fullføra setningin um greipuna. Trimmað Neista-lið Men tann setningurin verð- ur nú nakað væl truplari, enn tær høvdu roknað við. Stjørnan framdi nevnliga klassiska mistakið at undirmeta mótstøðuna. Og tað sluppu tær ikki serliga væl frá týskvøldið. Als ikki. Frá byrjan vísti Neistin nevnliga, at tær vildu meira enn bara møta upp í tveimum finalum. Tær bláu hava seinastu tveir mánaðirnar spælt við rygginum móti múrinum. Tær hava ikki havt ráð at tapa eina tí einastu ferð, og so hvørt sum stigini eru rapað inn á kontina, er sjálvsálitið barasta økt. Tí var tað eitt væl trimmað lið, sum fór undir finalusetningin, og tað stóð skjótt greitt, at Stjørnan ikki skuldi sleppa so lætt. Verjan hjá Neistanum var til reiðar at tackla stór- skjúttarnar á bakkunum hjá Stjørnuni, og í álopinum megnaðu tær at spæla bæði skjótt, djúpt og breitt. Og enntá eisini at skora av bakkunum, har liðið annars hevur havt tað trupult. Stóra fallið Og so fall Stjørnan. Fram til 6-6 megnaðu tær so dánt at fylgja við, men tá Neistin um miðjan fyrra hálvleik togaði avstað, skrædnaði fullkomuliga. Mest sum spyrjani tóktust tær reyðu at hyggja at hvørjari aðrari í eini grunan um, hvat tað var, sum hendi. Eitt time-out frá beinkinum tóktist bara gera ilt verri, tá tey flestu høvdu væntað, at vanliga pep-talk’ið skuldi vekja liðið, og so trumlaði Neistin bara avstað. Spæligleðin lýsti av teimum bláu. Marginalarnir vóru við, tá skotini fóru í stongina og inn, meðan tað hjá Stjørnuni tóktust beint øvugt. Og tað bøtti heldur ikki um støðuna, at Durita Christophersen og Simona Petersen báðar fingu hug at avgera alt sjálvar. Illa umhugsaðar skotroyndir munaðu lítið móti Fríðu Petersen, máltalvan fór spakuliga at líkjast einum veruligum sorli. Spældu rætt Hóast hálvleikurin gav Stjørnuni eitt tiltrongt andarúm, so munaði hetta lítið í samlaðu støðuni. Neistin hevði ongan hug at fremja stóra mistakið við at halda, at sigurin var heima. Sjálvt við tveimum í undirtali megnaðu tær at skora, og so stóð skjótt greitt, at sigurin var komin heim. Ikki fyrr enn seinastu 20 minuttirnar setti Neistin ferðina niður. Og tá varð hetta mest gjørt í eini ásannan av, at sigurin var heima, bara ferðin ikki varð sett ov langt upp. Og so kundu bláu áskoðararnir annars fegnast saman við spælarunum, tá dysturin var av. Eins nógv, sum sigurin var óvæntaður, var hann eisini uppiborin. Kanska við góðari hjálp frá einum mótstøðuliði, sum á ongan staðfesti sína støðu sum FM-favorittur. Men so sanniliga eisini sum úrslit av, at Neistin spældi síni kort rætt. Og hóast tey flestu framvegis hava Stjørnuna sum favoritt, so fer Neistin eisini eftir sínum møguleika skírishósdag. Ein javnleikur í teirri uppgerðini er nóg mikið. Og verður Neista- spælið av sama slag tá, so vita tær í Stjørnuni, at talan ikki verður um lætta uppgávu. Okkara egna skuld Una Olsen kundi bara staðfest, at aðrir bollar skulu á suppuna skírishósdag, um Stjørnan ætlar sær gullið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Flestu áskoðararnir hjá Stjørnuni vóru hálvgum skelkaði, tá tað stóð greitt, at Stjørnan var ávegis einum rættiligum avsmurningi. Tað vóru spælararnir eisini, og Una Olsen var skjót at staðfesta, at tær helst høvdu undirmett Neistan. - Eg rokni við, at vit onkra staðni í bak- høvdinum hava hildið, at hetta bara var ein avgreiðsluspurningur. Eisini hóast vit alla tíðina hava roynt at sagt okkum sjálvum, at tú skalt stríðast, um tú skalt vinna eina finalu. - Og tað ringasta var, at hóast vit eru níggju mál aftanfyri, so broytt- ist hugburðurin ikki. Snøgt sagt, so var hatta als ikki liðið, sum hevur verið fremst alt kappingarárið. Har var einki system í nøkrum hjá okkum og eingin vilji at venda dystinum, segði Una Olsen eftir dystin. Men eins skjótt, sum hon var at viðganga fallið. Eins skjót var hon at staðfesta, at tær so als ikki hava mist vónina um FM-gullið. - Givið upp hava vit so slettis ikki. Nú skal tað verða, og so ræður um hjá okkum at taka armarnar hjá Neistanum niður. Nú eru tað vit, sum spæla við ryggi- num móti múrinum, og tí eru vit noyddar at reisa okkum. Vit mugu gloyma handan dystin og annars syrgja fyri, at vit vinna bæði hós- og leygardagin, sigur Una Olsen. Og so verður tað har við hjá henni og lið- feløgunum, um páskir- nar gerast nakað longri, enn tær ætlandi skuldu verða. Trúðu upp á møguleikan Neistin-Stjørnan 30-24 (16-9): Stjørnufallið var stórt Púrasta óvæntað fekk Stjørnan av at vita, tá tær týskvøldið spældu fyrstu FM-finaluna móti Neistanum Neistin-Stjørnan 30-24 (16-9) 10 min: 4-4 20 min: 10-6 40 min: 21-12 50 min: 26-18 Málskjúttar Neistin: Ása á Neystabø 9, Nicoleta R. Hansen 5, Unn J. Kragesteen 5(1), Rakul Augustinussen 5(2), Anja Hein- adóttir 3, Elin Staksund 2, Anna Clementsen 1 Stjørnan: Simona Petersen 14(6), Durita Christophersen 3, Una Olsen 3, Durita Ljósstein 2, Anna Kristina Samson 2 Brotskøst: Neistin 4, Stjørnan 7 Útvísingar: Neistin 4, Stjørnan 3 Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen FAKTA UM DYSTIN