mikudagur 19. mars 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
[ Nr. 56 - 19. mars 2008 ]
Tá tosað verður um
manshondbólt, so
kemst ikki uttanum,
at tosa um Kyndil og
VÍF, ið hava vunnið
eina rúgvu av meistara
heitum. Næst teimum
koma Neistin og StÍF,
við fimm meistara
heitum hvør. Tað eru
eisini júst Neistin og
StÍF, sum í morgin
fara at dystast í fyrstu
finaluni, og spennandi
verður at fylgja hesum
tøttu liðum
HONDBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Í 40-árunum vóru strand-
ingar ein styrki í føroyskum
manshondbólti, og seinastu
árini hava teir aftur av
álvara bitið seg fastar í
oddastríðið,
á
nærum
hvørjum ári.
Havnin og Vestmanna
Enn er er bert talan um
dominans frá tí grøna
liðnum úr Havn, og teimum
gulu úr Vestmanna. Liðini
hava ávíkavist vunnið 30
og 21 meistaraheitir, og eitt
fitt lop er niður til nummar
trý á listanum, ið eru
Neistin og StÍF við fimm
meistaraheitum hvør.
So tað verður ikki talan
um broyting í dominansinum
við bræði.
Kappingarárið hjá
finalistunum
Fyrstu fimm dystirnar í
hesum
kappingarárinum
vóru Neistanum sera góðir,
og vunnu teir allar. Men so
kom kuril á tráðin, og vend
kom í hjá havnaliðnum. Tá
Neistin byrjaði at trilva, tá
byrjaði StÍF at taka yvir, og
teir hava ikki steðga síðan.
Teir hava til tíðir víst
ræðandi styrki, og hyggur
man eftir stigatalvuni, so
hava teir besta álop í
landinum, umframt at teir
hava bestu verjuna eisini.
Hendan sannroynd hevur
vunnið
teimum
fremsta
plássið í deildini, og við tí,
eisini rættin til at áseta,
hvar fyrsta finalan skal
spælast. Harafturat hevur
oddaliðið eisini heimadyst-
arfyrimun, í einari møgu-
ligari triðju finalu.
Sera jøvn lið
í finaluni
Av teimum fýra dystunum,
Neistin og StÍF hava spælt
innanhýsis í kappingarári-
num, hevur Neistin vunnið
tveir, meðan StÍF hevur
vunnið tveir. Samlaði mál-
munurin í hesum dystum er
eisini javnur. StÍF hava bert
trý mál fleiri, og føra 117-
114, tá øll innanhýsis mál
eru tald við. Merkisvert er
eisini, at beint undan fin-
aluni leggjast fleiri leikarar
á báðum liðum við sjúku,
og til dømis manglaðu heili
nýggju leikarar á Neista-
liðnum til seinasta innan-
hýsis dystin.
Líkamikið hvat, so eru
Áki Mørk og Leivur Just-
inussen samdir í, at menn
nokk skulu megna at bíta
pínuna í seg, og spæla av
fullum hjarta.
Av teimum báðum liðunum í FM-finaluni í ár, má sigast,
at trupult er at útnevna nakran til favoritt. Liðini hava
møtt hvør øðrum fýra ferðir í landskappingini í ár, og
hava vunnið ein dyst hvør á heimavølli, og ein dyst hvør á
útivølli. Hendan sannroynd ger, at tað er nærum ógjørligt
at kalla nakran sum favoritt, hóast StÍF hava spælt
serstakliga væl, meginpartin av kappingarárinum
Tættar finalur
Sammetur Danmark
og Føroyar
Morten Olsen sigur við danska BT, at tað er bara
gott fyri danskan fótbólt, at bestu spælararnir fara
uttanland. – Tað er ein náttúrlig prosess, at vit
menna okkara talentir og senda teir uttanlands at
spæla. Tað er eins náttúrligt, sum at Føroyar senda
sínar bestu spælarar til Danmarkar, sigur Morten
Olsen, sum um vikuskiftið var í júst Føroyum.
FM-finalur um vikuskiftið
Leygardagin verða FM-finalurnar í flogbólti fyri yngru
deildirnar spældar í flgobólti. Finalurnar verða á Tvøroyri,
og nógv verður gjørt burturúr, soleiðis at umstøðurnar verða
optimalar. Spælt verður á taraflex-gólvinum, sum vanliga
verður nýtt í steypafinalunum. Og fremstu føroysku
dómararnir skulu døma dystirnar. Fystu finalurnar verða
spældar klokkan 10, a Tba og TBb spæla í dreingir 14. Hinar
finalurnar eru: Gentur 14, Tba-Fleyr, mansunglingur, ÍF-SÍ
og í finaluni hjá kvinnuunglinum spæla TB og KÍF.
Áki Mørk
Vit fara als ikki at bakka
Áki Mørk sigur at teir í Neistanum als ikki ætla sær
at bakka fyri StÍF, og hóast tað bert er tríggir leikarar
á liðnum, ið hava roynt at staðið í einari finalu áður,
so metir hann at menn fara at reisa seg og kempa.
Hvat er lykilin til sigurin móti krútsterka liðnum hjá
strandingum?
- Vit skulu bara spæla okkara egna spæl, og hugsa um
tað, vit duga best, og so bara gera tað.
Er hetta nakað, tit hava lært frá Ulriki Wilbæk, tá
hann var og vandi tykkum, á vári 2006?
- Ja, Ulrik lærdi okkum at fokusera uppá tað positiva
í okkara egna spæli, í staðin fyri at stara okkum
blindar uppá, hvat mótstøðuliðið megnar. Hetta hava
vit roynt at gjørt síðan, haldi eg.
Hvussu er hópurin fyri hjá tykkum, hvat skaðum og
øðrum viðvíkur?
- Vit hava bert eitt leikbann, og hesaferð verður tað
Karl Herup Olsen, ið ikki verður tøkur. Annars hava
vit verið hart raktir av sjúku, og til dømis kann
nevnast, at tá vit spældu á Skála seinast, tá vóru heili
nýggju leikarar burtur vegna sjúku. Men tað skal ikki
vera nøkur sjúka, ið skal steðga okkum í at levera ein
kanón innsats, sigur Áki Mørk, ið er tøkur aftur eftir
leikbann.
Leivur Justinussen
Ongin serstøk upptakt til finaluna
Vit fingu orðið á Leiv Justinussen hjá StÍF, og Áka
Mørk hjá Neistanum, um vónir teirra til FM-
finalurnar, sum verða spældar í morgin.
Nú hava tit, fyri langari tíð síðan vunnið tykkum
finalusessin til FM, eru tit stórfavorittar?
- Nei, eg haldi avgjørt ikki, at vit eru at rokna sum
favorittar í finaluni. Ein finala er nakað heilt serligt,
og har kann alt henda, so eg vil ikki siga at vit eru
favorittar undan finaluni. Tað verður ein spennandi
finala.
Fyrireika tit tykkum á nakran serligan hátt?
- Nei, vit hava gjørt, sum vit altíð plaga at gera. Vit
hildu tað ikki vera skilagott, um man kanska fór at
gera nakað nýtt nú. Tað hevði kanska bara givið
okkum nervar, og tað er óneyðugt høvurbrýggj.
Hvussu er hópurin fyri hjá tykkum, hvat skaðum og
øðrum viðvíkur?
- Vit hava verið inni í einari óhepnari tíð. Nógvir
mans hava ligið sjúkir, og sum eg skilji á lagnum,
hava Neistamenn eisini drigist við sjúku. So eisini
har eru vit javnt stillaðir, sigur Leivur Justinussen, ið
gleðir seg til at tørna út móti Neistanum í morgin.
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
Sunset-kappingin
Dagur
Klokkan
Dystur
20.03
15.00
Stjørnan-Neistin
22.03
15.00
Stjørnan-Neistin *)
Atlantic Airways-kappingin
Dagur
Klokkan Dystur
20.03
19.00
Neistin-StÍF
22.03
16.00
StÍF-Neistin
24.03
16.00
StÍF-Neistin *)
Fótbóltur
Kappingin um Løgmanssteypið
Dagur
Dystur
20.03
EB/S-NSÍ
20.03
VB/S-AB
20.03
ÍF-HB
20.03
Fram-KÍ
20.03
TB-MB
20.03
B36-Skála
20.03
07 Vestur-Víkingur
20.03
B71-B68
24.03
07 Vestur/Víkingur-B36-Skála
24.03
B71/B68-VB/S/AB
24.03
EB/S/NSÍ-Fram/KÍ
24.03
ÍF/HB-TB/MB
*) Bert um neyðugt er við trimum finaludystum