mikudagur 19. mars 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008
at standa og pissa
■ Ein retrosexuellur rindar altíð, tá hann fer út at eta
við eini damu.
■ Ein retrosexuellur heldur altíð hurðini fyri konufólki.
■ Ein retrosexuellur tekur sær av øllum og ordnar tað,
óansæð um tað er eitt punkterað hjól, eitt innbrot
ella ein nattúruvanlukka.
■ Ein retrosexuellur ikki bara etur kjøt -hann skal helst
sjálvur hava dripið tað!
■ Ein retrosexuellur leggur ikki í, um hann eldist.
■ Ein retrosexuellur eigur ikki fleiri vakurleikaprodukt
enn konan. Umframt tingini at raka sær við er ikki
nógv annað enn Nivea-krem at finna í toilet-taskuni
hjá tí retrosexuella.
■ Ein retrosexuellur nýtir ikki alla lønina uppá
sálarliga hjálp til at finna seg sjálvan.
■ Ein retrosexuellur dugir at binda ein ordiligan
slipsknút.
■ Ein retrosexuellur veit hvussu amboð skulu nýtast.
Dugir hann ikki at negla ein seym ella at bora eitt
beint hol, so má hann venja seg í loyndum.
■ Ein retrosexuellur hevur minst eitt arr, sum hann
kann reypa av.
■ Ein retrosexuellur letur sessin til eina kvinnu, tá hann
er í bussi/toki ella líknandi.
■ Ein retrosexuellur kann til neyð keypa kvinnuting fyri
konuna. Men ikki við góðum tannabiti.
■ Ein retrosexuellur keypir ikki súrepla-Martini í eini
barr. Hann drekkur øl og whiskey.
■ Ein retrosexuellur fær sær ikki eina manicure eftir at
hava fingið oljutar hendur av at skrúva uppá bilin
ella motorsúkkluna.
■ Ein retrosexuellur fýrur ikki fyri at taka uppvaskið av
og á.
RETROSEKSUALITETUR
Mads Christensen vil forkoma
metrosexuella manninum sum
situr og pissar, tí konan sigur
tað. Nýggja fyrimyndin er
retrosexuelli maðurin, sum
ger sum hann vil og torur at
siga nei við konuna. Menn
skulu tora at standa og pissa,
staðfestir hann