mikudagur 19. mars 2008síða 32
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008
– Eg havi trupult
við at taka pástand
in um, at kvinnan
nú er tað sterkara
kynið, og at mað
urin nú er veikur og
identitetsleysur, í
álvara. Hetta er
ein ógvuslig gene
ralisering, sigur Lív
Patursson, sum
lesur kynsfrøði á
Lunds Universiteti
og dagliga fæst
við munin ímillum
kynini
Tað er ómøguligt at generali
sera, hvussu menn og
kvinnur eru. Ein lívfrøðiligur
munur er á kynunum, men í
høvuðsheitum snýr tað seg
um persónar heldur enn kyn.
Tað heldur Lív Patursson,
sum lesur kynsfrøði á lærda
háskúlanum í Lund í Svøríki.
– Kynsfrøðin vil altíð halda
uppá, at vit øll verða fødd
sum menniskju, sum so verða
uppald til at vera antin
kvinnur ella menn. Tað er ikki
lívfrøðin, sum avgerð hvussu
kynini eru, men samfelagið
og umhvørvið, sigur hon.
Leiklutirnir eru broyttir
Rithøvundurin Mads Christen
sen, sigur, at kvinnan
seinastu árini er vorðin tað
sterkara kynið, og at mað
urin hevur mist sín samleika
burtur, so hvørt sum kvinnan
hevur vunnið fram á arbeiðs
marknaðinum.
Hetta heldur Lív Patursson
vera eina sera løgna stað
festing.
– Tað er rætt, at leiklutirnir
eru broyttir, síðani kvinnan
kom út á arbeiðsmarknaðin,
og at maðurin nú er noyddur
at taka meiri ábyrgd heima.
Men allar kanningar og tøl
vísa, at menn hava bæði
fíggjarliga, arbeiðsliga,
politiska og sosiala yvirvág í
samfelagnum, so eg veit ikki,
hvat Christensen hevur sum
grund fyri sínum útsagnum,
vísir Lív á.
Hon heldur, at hann
kanska meinar við, at kvinn
an hevur sálarliga yvirvág,
hevur sterkari samleika ella
størri sjálvsálit enn maðurin,
men hetta er jú vónleyst at
kanna empiriskt.
– Hann sigur eisini, at
kvinnurnar hava tikið ræðið,
og at menninir ikki longur
tora at siga nei. Hann hevur
helst okkurt dømi í huga, tá
hann sigur so, men eg haldi
ikki, at tað ber til at skera
allar menn yvir ein kamb.
Tað er væl ein spurningur um
persónar og sálarligt lyndi
heldur enn um kyn, sigur Lív
Patursson.
– Tað, sum Mads Christen
sen ger í hesi bókini, er ikki
eitt óvanligt fyribrigdi. Vit
fara altíð at býta fólk upp í
tveir bólkar – tvey kyn – og
síðani seta hesar bólkar upp
ímóti hvørjum øðrum. Men
spyrt tú meg, so er tað ikki
so einfalt, sigur hon.
Eitt sindur av hvørjum
Lív Patursson heldur, at tað
snýr seg meira um klischeir
enn veruleika, tá ið kynini
verða sett í básar.
– Typisku mannligu egin
leikarnir verða sum heild
sæddir sum positivir, meðan
typisku kvinnuligu eginleik
arnir ofta verða hildnir at
vera minni góðir, vísir hon á.
– Maskulinu eginleikarnir
eru at vera sterkur, sjálvstøð
ugur, fornuftigur og so
framvegis. Kvinnuligu egin
leikarnir eru til dømis at vera
kensluborin, veik og bundin.
Men tað sigur seg sjálvt, at
eingin maður einans hevur
maskulinu virðini, líka so væl
sum eingin kvinna bert hevur
tey typisku femininu virðini.
Skulu vit generalisera, so
haldi eg heldur, at vit kunnu
siga, at flestu fólk ynskja
sær ein partnara, sum hevur
eina blanding bæði av
teimum mannligu og teimum
kvinnuligu eginleikunum.
Tástani eru vit heil menniskju,
sigur Lív Patursson.
Hon heldur, at orsøkin til,
at metrosexuellu menninir
ofta eru illa sæddir er, at tað
kann tykjast, sum teir eru í
ójavnvág, tí teir hava nógvar
kvinnuligar eginleikar. Men
hon vísir á, at retromaðurin
eisini er í ójavnvág.
– Tað er menniskjansligt
at hava bæði maskulinar
og femininar eginleikar.
So á tann hátt skilji eg
trupulleikan, sum Mads
Christensen hevur við metro
sexuellu monnunum. Um fólk
bara hava femininu síðuna,
so manglar okkurt, júst sum
tí reint maskulina manninum
eisini manglar okkurt.
Hon er tó ikki samd við
Mads Christensen í, at
tað er ein ítøkilig orsøk til,
at summir menn eru metro
sexuellir.
– Tú kanst ikki siga, at
maðurin er trokaður út í
kuldan av kvinnuni, hevur
mist sín samleika, og tí er
hann vorðin metrosexuellur.
Eg haldi heldur ikki, at tú
kanst tosa um móta við
víkjandi metro og retro
monnunum, tí tað snýr seg
um persónligheit. Tí er tað
eisini rættiliga vandamikið
at siga, hvussu »rættir menn«
bera seg at, og hvussu
»rættir menn« ikki bera seg
at sigur Lív.
Ynskja kvinnur sterkar
menn?
Í bókini “Blærerøven vender
tilbage” staðfestir Mads
Christensen, at kvinnur
ynskja sterkar menn. Lív
Patursson heldur tað vera
djarvt av honum at skriva
um, hvat kvinnur vilja hava.
– Orðið »kvinnur« um
boðar helvtina av øllum
heimsborgarunum. Tað ber
tí snøgt sagt ikki til at siga,
hvat »kvinnur« vilja hava.
Tað veldst um persónligheit,
tørv og tráan, og tað er jú
himmalvíður munur frá kvinnu
til kvinnu, heldur Lív.
– Tað er harmiligt, at tað
eru so nógv fólk, sum so
fegin vilja hava kynini kroyst
niður í hesar kassarnar við
feminiteti og maskuliniteti.
Feminisman hevur í áravís
barst ímóti júst hesum – ikki
fyri at kvinnan skal gerast
sterkari enn maðurin, men
fyri at kynini skulu hava eins
møguleikar. Men Mads
Christensen ger tað uppá
ein »vitímótitykkumhátt«,
sum ikki er til gagns fyri
javnstøðuna, sum hann
annars sigur seg ynskja sær,
staðfestir Lív Patursson.
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Kynini kunnu ikki kroystast í kassar
Navn: Lív Patursson
Aldur: 24 ár
Lesur Genusvetenskap, sum leysliga verður umsett
til kynsfrøði, á Lunds Universiteti
Ættað úr Havn
Búsitandi í Keypmannahavn
Kynsfrøði: Genusvetenskap er ein
kandidatútbúgving, har tey úr einum feministiskum,
vísindaligum sjónarhorni granska heimin, bæði
sosialt, filosofiskt og samfelagsligt
F
A
K
T
A
Lív Patursson lesur Genus
vetenskap á lærda
hákúlanum í Lund. Hon
heldur, at fyri at gerast
heil menniskju, so mugu vit
hava bæði femininar og
maskulinar eginleikar.
– Menniskjan er so ómeta
liga samansett, at tað ber
ikki til at siga, hvussu ein
»rættur« maður ella ein »røtt«
kvinna skal bera seg at