mikudagur 19. mars 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 108 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
pssst! … hevur tú hoyrt? • mars 2008
Tað er ikki frítt, at
vinmenninir er
øvundsjúkir, tá 29
ára gamli Hans
Pauli Jacobsen fer
til arbeiðis, har
hann er umgyrdur
av snøggum kvinn
um í lekrum undir
klæðum
Heilir veggir á tremur við
blondutrussum og brósthald
araum í alskyns litum. Plakatir
við eiggiligum sprundum í
brúðarundirklæðum, ið eru
sum tikin úr einum dreymi.
Men, nei, vit eru ikki stødd
í einum mannfólkadreymi,
men í handlinum Underwear,
sum 29 ára gamli Hans
Pauli Jacobsen hevur rikið
seinastu tvey árini í Klaksvík.
Heppin handilsmaður
Hóast Hans Pauli Jacobsen
ikki sjálvur heldur sítt starv
vera øðrvísi, enn so mong
onnur, høvdu hansara vin
menn onki havt ímóti at verið
í hansara stað. Serliga tá
klæðini frá Underwear eru
við á mótaframsýningum.
– Eg skal jú bæði síggja
og góðkenna modellirnar
í undirklæðunum, áðrenn
tær fara á pallin. Til slíkar
uppgávur hevur onkur vin
maður latið meg vita, at
eg eri ein óvanliga heppin
handilsmaður, flennir ungi
klaksvíkingurin.
Tað var annars eitt sindur
av tilvild, at Hans Pauli
Jacobsen fór undir at selja
undirklæðir til kvinnur. Fyri
tveimum árum síðani lat
einasti handilin av slíkum
slag í Klaksvík aftur, og
hann fekk bjóðað at yvirtaka
umboðini. Hevði tað ikki
verið, tí hann harvið slapp
at umboða bæði Triumph og
Femilet, so ivast Hans Pauli
Jacobsen í, um hann hevði
tikið av.
Góðskan í topp
– Tað ber altíð til at finna
smart undirklæði til kvinnur,
men um góðskan ikki er í
lagi, fari eg ikki at bjóða
kundunum vøruna. Góðskan
á Triumph og Femilet er
serliga góð, og snið og litir
fylgja væl við mótanum, so
eg fekk hug at royna, sigur
hann.
At reka ein slíkan handil
krevur sjálvandi, at eisini
Hans Pauli Jacobsen fylgir
væl við í, hvat slag av undir
klæðum er uppi júst nú, og
hvørji snið og litir fara at
gera seg galdandi longur
fram í tíðina.
– Tað er við undirklæðum,
sum við øðrum móta. Eg skal
longu nú bíleggja tað, sum
skal vera í handlinum í heyst.
Tað er ikki altíð líka lætt, tí
føroyingar eru ofta nakað
seinir at taka við tí nýggjasta
nýggja. Og tað ger tað
ikki lættari, at eitt merki
sum Femilet ofta er serliga
frammarlaga, greiðir ungi
handilsmaðurin frá.
Umframt at fara á handils
stevnur og tosa við útlendsku
umboðini fær Hans Pauli
Jacobsen eisini tips um nýggj
astu rákini frá kvinnuligu
kundunum sjálvum.
– Underwear hevur eina
profil á MySpace, har konu
fólk ofta spyrja eftir ávísum
vørum, sum kanska ikki eru
komnar til Føroyar. Og tær,
sum koma inn á gólvið,
koma eisini við góðum tips
um um, hvat fer at verða
serliga væl umtókt, sigur
Hans Pauli Jacobsen.
Mannfólkini aftra seg ikki
Annars er tað ikki so sannlíkt,
at tað er Hans Paula sjálvan,
kvinnurnar hitta, tá tær koma
inn í Underwear at leita sær
eftir lekrum undirklæðum.
Hann valdi nevniliga frá
byrjan at lata eina dámu
standa í handlinum, og tað
hevur sína serligu orsøk.
– Tá tú selur dygdargóð
undirklæði, skal tænastan
eisini vera í topp. Men tað
er ikki vist, at allar kvinnur
halda tað vera so stuttligt,
at eitt mannfólk skal hjálpa
teimum við at fáa bróst
haldaran at sita rætt, so
tað lati eg konufólkini um,
sigur Hans Pauli Jacobsen,
sum tó fegin gevur góð ráð,
tá mannfólk støkka inn á
gólvið.
Og tað eru teir nógvir,
sum gera – uttan himpr og
ikki bara á jólum ella á
Valentines Day.
– Summir hava fingið
ordrar til, hvat teir skulu
keypa, so tá er ikki so nógv
at gera. Men teir flestu leita
eftir onkrum, teir sjálvir kundu
hugsað sær at sæð dámuna
í. Tá vegleiði eg fegin, tí
eg havi eisini mínar tankar
um, hvat eg haldi vera pent,
sigur Hans Pauli Jacobsen
og avdúkar, at honum dámar
sera væl blá og grønligu
pastellitirnir, sum eru frammi
beint nú.
– Reyðu undirklæðini eri
eisini altíð pen, meðan tey
hvítu í einføldum sniði hava
ein serligan stíl yvir sær. Til
dømis hetta brúðarsettið,
sigur Hans Pauli Jacobsen
og tekur eitt óvanliga vakurt
hvítt sett úr silki niður av
vegginum.
– Brúðarundirklæði
– finnast slík?
– Sjálvandi. Ein brúðar
kjóli krevur jú ofta, at
brósthaldarin ikki hevur
stroppar og kanska
eisini korsaguskap, sigur
ungi handilsmaðurin við
professionellari rødd.
Hvørt til sína tíð ella ...?
Men alt er ikki bara blondir
og silki í Underwear, tí í
handlinum finnur tú eisini
til dømis ammu og ítróttar
brósthaldarar.
– Hvørt til sína tíð, heldur
Hans Pauli Jacobsen fyri,
men leggur afturat, at eisini
tann hugburðurin er við at
broytast.
– Føroyskar kvinnur aftra
seg ikki við at keypa undir
klæði, sum vórðu hildin at
vera tað reina luksus fyri
bara fáum árum síðani.
Kvinnurnar vilja kenna seg
væl frá innast til uttast, og
tá hava lekkur undirklæði
alt at siga, havi eg latið
mær fortalt, sigur ungi
handilsmaðurin úr Klaksvík.
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Sunva Eysturoy Lassen
Vinmenninir øvunda honum
- Mannfólkini, sum støkka inn
á gólvið í Underwear, leita
sum oftast eftir onkrum, teir
sjálvir kundu hugsað sær at
sæð dámuna í, greiðir Hans
Pauli Jacobsen frá