Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 57 - 25. mars 2008 SAMBAND kári MikkelSeN kAriM@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi postverk.fo – okkara samskiftisfyritøka Hevur tú hug at koyra post og frakt meðan tú ert heima millum túrar ? Lønin verður ásett sambært sáttmála millum Føroya Post- felag og Føroya Landsstýri. Talan er um fulltíðarstørv 39 tímar um vikuna. Áhugað kunnu seta seg í samband við: Leivur Rubeksen, leiðara Telefon 236020 Teldupost: leru@postverk.fo Umsókn skal verða starvsfólkadeildini í hendi í seinasta lagi 28. mars 2008 á middegi. Send umsóknina til: Pf. Postverk Føroya Stílað: Marry Poulsen, starvsfólkaleiðara Óðinshædd 2 FO-100 Tórshavn Sjófólk, fólk í oljuvinnuni og aðrari vinnu, sum eru burturi og heima 3-6 mánaðir skiftandi, men ikki hava hug at liggja bakk tíðina heima, hava møguleika at fáa avloysarastarv sum bilførarar á flutningsdeildini hjá postverkinum. Starvið er avbjóðandi og í tøttum samstarvi við kundar og deildir okkara. Dentur verður lagdur á góðan røkiskap og nærlagni. Vit yn- skja okkum jaligar starvsfelagar, íð duga væl at samskifta við kundan og starvsfólkini á øllum deildum okkara. Tú dugir væl at virka sjálvstøðugt men eisini í toymi. Tú hevur góð evni at umstilla teg í broytiligum umhvørvi og kann ganga undan. Tað er eitt krav, at tú hevur stóra koyrikortið og reina straf- fiattest. Størvini verða sett skjótast til ber. Stutt um Postverk Føroya 280 fólk starvast hjá P/F Postverki Føroya. Hin 1. januar 2005 varð postverkið umskipað frá almennum stovni til partafelag við Føroya Landsstýri sum eigara. Høvuðsskrivstovan, miðdepilin fyri alt virksemi felagsins, er á Óðinshædd í Tórshavn. Saman við samstarvsfelagum veitir Postverk Føroya bestu flutningstænastu og dygdarbestu viðgerð úti og heima. Skopun: Eftir at hava hildið páskafrí á Sandoynni, vóru mong sum ynsktu at sleppa sær norður um aftur í gjár, 2. páskadag. Hetta tók sína tíð, tí Teist­ in megnaði ikki at taka allar bilarnar hvønn túrin. Ta einu løtuna stóðu ikki færri enn 67 bilar og bíðaðu eftir at sleppa á Gomlurætt. Hetta hevur fingið sand­ oyingar at spyrja, hví Strand­ ferðslan ikki setti Ternuna inn í siglingina, nú so nógv­ ir bilar vóru at flyta. ­ Var leiðin á privatum hondum, var longu eitt ann­ að skip sett inn í sigling. Teistin klárar als ikki allar bilarnar longur. Lastbilar og oljubilar taka so nógv pláss, staðfestir heimasíðan bkv.fo. Teistin gjørdi annars fleiri túrar í gjár, har hann var fullur av bilum og ferða­ fólkum. ­ So loysnin er sjálvsagt Sandoyartunnilin, og hann má koma skjótt, verður stað­ fest. sb. 67 bilar bíðaðu eftir Teistanum Long bíðirøð við bilum í Skopun seinnapartin í gjár Mynd: bkv.fo