Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 57 - 25. mars 2008 Dagsskrá Aðalfundurin velur eftir uppskoti frá nevndini 1. ein fundarstjóra Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna ári 2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi 3. og fíggjarstøðu til góðkenningar Uppskot frá nevndini um, hvussu ársavlopið sambært 4. góðkenda roknskapin skal verða nýtt. Nevnd felagsins mælir til, at útgoldið verður vinningsbýti til partaeigarar felagsins við 6 mió kr.,- svarandi til kr. 5,797101 pr. partabræv á kr. 100. Val av nevndarlimum 5. Sbrt. grein 15 í viðtøkum felagsins skal aðalfundurin velja eina nevnd, sum hevur 3 limir. Limir nevndarinnar verða valdir fyri eitt ár í senn. Til hendan aðalfundin hevur høvuðspartaeigari felagsins, Føroya Landsstýri, gjørt av, at privatu partaeigarar felagsins fáa høvi til at velja ein av tilsamans trimum nevndarlimum, sum skulu veljast á aðalfundinum. Val av grannskoðara 6. Nevndin mælir til afturval av grannskoðara felagsins, Rasmus - sen & Weihe statsaut.rev. P/F, á Glaðsheyggi, 100 Tórshavn. Uppskot um viðtøkubroytingar 7. Nevndin hevur fylgjandi uppskot um viðtøkubroytingar: 1. Skotið verður upp, at ein nýggj grein 3A verður sett í viðtøkurnar, sum verður soljóðandi: »Nevndin fær heimild til í tíðarskeiðinum frá 1. mai 2008 til og við 31. oktober 2009 at keypa egin partabrøv. Nevndin kann í mesta lagi keypa egin partabrøv til áljóðandi virði á kr. 4.000.000,- til ein kurs, sum skal vera í minsta lagi 100 og í mesta lagi 300.« 2. Skotið verður upp, at grein 10, stk. 1, verður soljóðandi: »Partaeigari, sum sambært partabrævabókini kann prógva við skrásettum partabrævi, at hann er partaeigari, hevur atgongd til og atkvøðurætt á aðalfundinum, um viðkomandi í seinasta lagi 5 dagar frammanundan hevur biðið um atgongumerki.« Áseting av leiðreglum fyri incitamentssamsýning 8. til nevnd og stjórn Sambært grein 69b í partafelagslógini skal nevndin áseta yvir - skip aðar leiðreglur fyri incitamentssamsýning í sambandi við sam sýningar til nevnd og stjórn. Hesar leiðreglur skulu góð- kennast á aðalfundinum, áðrenn nevndin kann gera konkretar avta- lur um incitamentssamsýning til ein lim í nevndini ella stjórn ini. Nevndu leiðreglur eru framlagdar á skrivstovu felagsins og verða sendar teimum partaeigarum, sum seta fram ynski um hetta. Í hesum sambandi skjýtur nevndin upp, at grein 15 í við- tøkum felagsins fær hetta ískoytið sum eitt nýtt stk. 3: »Gjørdar eru yvirskipaðar leiðreglur fyri incitamentssam- sýning til nevnd og stjórn. Leiðreglurnar verða almanna- kunngjørdar á heimasíðu felagsins.« Uppskot frá nevnd ella partaeigarum, um nakað er. 9. Aðalfundurin Í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin verða fundarskrá og øll upp skot til fundin løgd fram til gjøgnumlestur á høvuðsskrivstovu felagsins. Partaeigari, sum sambært partabrævabókini kann prógva við skrá settum partabrævi, at hann er partaeigari, hevur atgongd og atkvøðu rætt á aðal- fundinum. Atkvøðurættur kann fremjast við skrivligari fulltrú. Partaeigari felagsins hevur eina atkvøðu fyri hvørjar kr. 100, hann eigur í partapeningi. Fyri at geva atkvøðurætt krevst, at partabrøvini eru skrásett í partabrævabók felagsins, áðrenn aðalfundurin verður hildin. Allar avgerðir á aðalfundinum verða tiknar við vanligum meirluta av atkvøðum, um ikki annað er ásett í galdandi partafelagslóg. Uppskot um broytingar av viðtøkum felagsins kunnu bert samtykkjast, um uppskotið verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av greiddum atkvøðum á tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum. Rindan av vinningsbýti Vinningsbýti verður útgoldið til partaeigarar, sum eru skrásettir í parta- brævabókini, tá aðalfundurin, sum hevur samtykt vinningsbýti, verður hildin. Skrásetingardagurin (Record day) hjá VP er 8. apríl. Handil við partabrøvum uttan rætt til vinningsbýti byrjar 4. apríl. Vinningsbýtið vil, sambært galdandi reglur og siðvenjum, verða útgoldið fríggjadagin 11. apríl til ta avlops konto í einum peningastovni, sum er skrásett í Værdipa- pircentralen sum ein konta, har gjaldast kann til við frígerandi virkningi. P/F Atlantic Airways Nevndin Ársaðalfundur í P/F Atlantic Airways Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Atlantic Airways hósdagin 3. apríl kl. 17:30 á Hotel Føroyum í Tórshavn