Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 57 - 25. mars 2008 ] Súni rakti stongina Súni Olsen skifti í vetur frá AaB til Viborg at spæla. Høvuðsorsøkin til skiftið var, at Súni slapp ikki á besta liðið hjá AaB, og vónaði hann at sleppa at spæla meira í Viborg. Súni hevur sitið eyka tveir teir fyrstu dystirnar eftir vetrarsteðgin, men á páskum spældi hann við frá byrjan, tá ið Viborg spældi ímóti júst AaB. Viborg tapti dystin, men Súni hevði onkrar góðar royndir á málið – millum annað rakti hann stongina við einum frísparki. Jón Rói hugdi at Jón Rói Jacobsen var partur av hópinum, sum AaB- venjarin tók út til dystin ímóti Viborg fyrsta páskadag, men Jón Rói kom ongantíð á vøllin. Hann kundi hyggja at allar 90 minuttirnar, meðan liðfelagarnir endurvunnu oddasessin í superliguni við einum 2-0 sigri. Bæði málini hjá AaB vórðu skotin í fyrra hálvlieki. Málskjúttar vóru Kasper Risgård og Thomas Enevoldsen. Rani Nolsøe, sum er fyrrverandi FM vinnari og formaður í Talvsambandinum, og sum eisini var við í landsliðsbólkinum hesa ferð, staðfestir, at føroysk telving við nýggja og gávuríka meistaranum ger sovorðið skarvslop, at tað minnir um Bent Larsen í Danmark og Ísland eftir Bobby Fisher og Boris Spasskij FM Í TALVI Jóannes Hansen FM í talvi fyri einstaklingar er av, og merkisvert var tað, hvussu væl yngstu lut- takararnir stóðu seg. Rani Nolsøe er fyrrver- andi formaður í Talvsam- bandinum. Hann var meist- ari í 1997, og at hann fram- vegis er aktivur sást, nú hann luttók í landsliðsbólk- inum. Hóast úrtøkan hjá Rana ikki var nakað at reypa hurrá fyri hesa ferð, so fegn- ast hann um stóru fram- gongdina, sum kappingin vísti er í føroyskari telving: - Rógvi Egilstoft Nielsen, sum vann 1. bólk, hevur leingi verið ávegis, og tað verður spennandi at vita, um hann verður førur fyri at veita Helga Dam Ziska mót- støðu. Eg eri eisini ógvuliga spentur uppá, hvussu tað fer at hilnast hjá bara ellivu ára gamla Høgna Egilstoft Niel- sen, sum endaði á triðja plássi í unglingabólkinum. Margar Berg og Herborg Hansen eru eisini spennandi telvarar. Men tað er serliga rimmar avrikið hjá Helga Dam Ziska, sum eg haldi vera heilt merkisvert, stað- festir Rani Nolsøe. Hvussu tá? - Helgi er framúr gávu- ríkur. Hann lyftir yvirliggj- aran í føroyskari telving heilt nógv, og hann leggur stórt trýst á hinar telvarar- nar. Eingin føroyskur telv- ari kann rokna við at vinna á honum. Um tað kortini skal eydnast, so er neyðugt við góðum fysikki, nógvari fyrireiking, hollari teoret- iskar vitan og øllum hin- um, sum skal til. Og skal tað við øllum hesum í við- førinum eydnast at vinna, so skal Helgi samstundis ikki hava ein góðan dag. So góður er hann. Hvat vilt tú sammeta hansara avrik við? - Tað minnir meg um gjøgnumbrotið hjá Bent Larsen sum fyrsti danski stórmeistarin, og tað minnir meg um, tá ið Ísland var í sonnum talv ævintýri og vann fimm stórmeistarar fyrst í áttati árunum ella í kjalarvørrinum av HM upp- gerðini ímillum Bobby Fish- er og Boris Spasskij í 1972. Verður Helgi Dam Ziska stórmeistari? - Tað hevur hann fyri- treytir at verða. Eg veit, at hann nú raðfestir studenta- skúlan og harvið ikki ferð- ast so nógv til kappingar, sum hann hevur gjørt. Men eg ivist ikki í, at hann studerar og telvar eina rúgvu. Hann hevur menn- iskjaligu dygdirnar. Tá meini eg við, at hann er í javnvág, hann er disipliner- aður og harmoniskur, fitt- ur, fólkaligur og alt tað, sum skal til. Og so hevur hann eisini ógvuliga stóra styrki sum telvari. Ættar- liðið undan honum – Hans Kristian, Olaf, Martin og so Carl Eli – eru dugnaligir, men hesa ferð var talan um sanna valdsdemonstra- tión av Helga Dam Ziska. Rani Nolsøe heldur, at tað eru fleiri orsøkir til, at telvingin hevur tað gott í Føroyum í løtuni: - Talvsambandið við eld- hugaða Jógvani Joensen á odda ger eitt stórt arbeiði millum børn og ung. Tað fruktar sjálvandi. Ungdóm- arnir duga væl at nýta teld- una og internetið í sam- bandi við talv. Tað er avbjóðandi. Eitt nú fáa tey spennandi og mennandi uppgávur at loysa. Og so vil eg fegin vísa á, at tað framvegis fruktar eftir frambrotið, sum tað var, tá ið Jákup Mikkelsen í síni tíð tók stig til at bjóða Pre- drag Nikolic og Ivan Soko- lov henda vegin í 1992, vísir Rani Nolsøe á. Helgi leggur stórt trýst á FM fyri einstaklingar í talvi varð telvað alla síðstu viku, og gjørdist hetta eitt søguligt FM TALV Ólavur Simonsen olavur@sosialurin.fo Myndir: Jan Müller FM fyri einstaklingar verð- ur mett sum stórsta kapp- ingin her á landi. Síðan 1972 hevur FM fyri einstak- lingar verið undir skipaðum viðurskiftum. Árið 2008 gjørdist eitt søguligt ár fyri FM kappingina. Helgi ynskti føroyameistarin Helgi D. Ziska hevur veru- liga havt vind í seglunum seinastu árini, har hann hev- ur vunnið sær heitið sum altjóða meistari (IM). Helgi var eisini mettur sum favor- ittur til at vinna FM áðrenn kappingina, og hetta helt hann eisini við at vinna við einum heilum stigi framman fyri Carl E. N. Samuelsen. Helgi setti eisini eitt nýtt met í føroyskari telving sum ynskti føroyameistari nakrantíð, bert 17 ára gam- al. Hetta metið hevur verið órørt í 29 ár, tá toftamaðurin Jens Chr. Hansen í 1979 setti hetta metið bert 18 ára gamal. Herborg fyrsta kvinnan Aldri er tað hent áður, at ein kvinna vinnur føroya- meistaraheitið í talvið. Í ár luttóku tvær kvinnur í ung- lingabólkinum, og eydnaðist tað 17 ára gomlu Herborg Hansen úr Klaksvík at vinna bólkin bert hálvt stig framman fyri Heiðrik T. Jacobsen. Herborg elsti vinnarin TSF hevur seinnu árini lagt sera nógv arbeiði í at styrkja ungdómstelvingina, og má hetta sigast at hava borið ávøkstur í ár. So løgið sum tað ljóðar, so gjørdist unglingaføroyameistarin elsti vinnarin í kappingini. Vinnarin av Landsliðsbólk- inum gjørdist Helgi D. Ziska bert 17 ár, vinnarin av 1. bólki gjørdist Rógvi E. Niel- sen 15 ár, vinnarin av Almenna bólkinum gjørdist Margar Berg 16 ár, og vinn- arin av unglingum gjørdist Herborg 17 ár, ið er ein mán- að eldri enn Helgi. Fyrstu feðgarnir Eisini er hetta fyrstu ferð, at faðir og sonur eru komnir í FM røðina. Andrias Ziska, ið er faðir Helga D. Ziska, vann føroyameistaraheitið í 1983. So meðan faðirin helt 25 ára jubileum, dró sonurin enn eitt FM heitið inn í familjuna. Tó skal sigast, at í 1938 stóð skrivað í Sosialinum: “tann, sum ikki vil góð- kenna J.P. Hendriksen sum føroyameistara í talvi, má sum skjótast venda sær til Havnar Telvingarfelag fyri at fáa í lag kapptelving við hann”. J.P. Hendriksen var tá mettur sum føroyameist- ari, og seinni var sonur hans- ara, Jákup Hendriksen, eis- ini ein at sterkastu telvarun- um. Men hann er ikki skrá- settur sum føroyameistari, hóast søgan ikki sigur nógv um árini frá 1956 til 1971. Men tá hugsað verður um almennu FM kappingina, er hetta ikki hent áður. Søguligt FM Hesaferð var talan um sanna valdsdemonstratión av Helga, sigur Rani Nolsøe um nýggja Føroyameistaran