hósdagur 27. mars 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 59 - 27. mars 2008
Buss- og skúlaleiðin
í Havn hevur nú
fingið nýggja ferða-
ætlan, sum í hesum
døgum verður borin
í øll húsarhald í
kommununi
TænasTa
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Í februar í ár varð skipanin
við ókeypis busskoyring
víðkað við einum triðja túri
um tíman. Broytingin bar
sostatt í sær, at bíðitíðin
minkaði munandi.
Nú eru nakrar smærri
broytingar gjørdar afturat,
sum ganga ynskjunum hjá
einum breiðum brúkara
skara á møti, skrivar Tórs
havnar kommuna í tíðinda
skrivi.
Broytingarnar snúgva seg
um fyrstu fráferðina á
morgni úr Norðasta Horni
og fráferðina hjá Skúlaleið
ini av Farstøðini.
Nú nýggja ferðaætlanin
er komin í gildi, vónar
kommunan, at undirtøkan
verður eins góð, og hon
hevur verið, síðani ókeypis
busskoyringin í Havn byrj
aði 1. januar 2007.
Ferðaætlanin og nærri
upplýsingar um Buss og
Skúlaleiðina
síggjast
á
heimasíðuni hjá Tórshavnar
kommunu, www.torshavn.
fo. Eisini verður ferðaætl
anin borin í øll húsahald í
kommununi.
Harumframt verða minni
útgávur av ferðaætlanini
hjá hvørjari bussleið sær at
fáa í bussunum í næstum.
Hesar kunnu eisini takast
niður av heimasíðuni hjá
kommununi, skrivar komm
unan í tíðindaskrivi.
Í síðsta mánaði hækkaði talið hjá bussleiðini í Havn í høvuðsheitum úr tveimum upp í tríggjar túrar um tíman. Nú eru nakrar smærri broytingar gjørdar afturat,
og nýggja ferðaætlanin verður borin í hvørt hús í kommununi
Savnsmynd
Broyttar
busstíðir
í Havn