Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-26, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 26. mars 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 58 - 26. mars 2008 Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir bilar ummældir: Mazda2 Sport og Peugeot 407 V6 diesel. Annar ein sportligur hatchback og hin ein luksus sedan Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Bilarnir sum vórðu ummæld­ ir í sendingini Bylgj­an hj­á Kringvarpinum mikudagin 26. mars vóru Mazda2 Sport við 1,5 litra bensinmotori við 103 hk og Peugeot 407 við 2,7 litra V6 HDI dieselmotori við 204 hk. Mazda2 1,5 Sport Fyrri bilurin var nýggi Mazda2, ið er designaður í sama væl umtókta »zoom­ zoom« stílinum, sum byrj­­ aði við Mazda6 í 2002, og síðan komu t.d. Mazda3, Mazda5 og CX­7 í sama stíli. Mazda2 er nú kosin World Car of the Year 2008, eftir at hann eisini er kosin ársins bilur í Danmark og nógvum øðrum londum kring um í heiminum. Talan er um ein eitt nýtt konsept við løttum, tryggum og umhvørvisvinarligum bilum, sum eru ein uppliv­ ing at koyra. Mazda2 Sport er ein sportligur hatchback við 5 hurðum, sum er designaður og framleiddur hj­á Mazda í Hiroshima. Umframt hendan 1,5 litra bensinmotorin fæst Mazda2 eisini við 1,3 litra bensinmot­ orum við ávikavist 75 og 86 hk. Mazda2 Sport, sum varð royndarkoyrdur, kostar kr. 194.000. Bilurin kann síggj­ast og roynast hj­á Bilasøluni í Hoyvík. Prísirnir byrj­a við 162.000 krónum. Peugeot 407 HDI V6 Seinni bilurin var ein sera væl útgj­ørdur Peugeot 407 við V6 dieselmotori og tip­ tronic automatgirum. Peu­ geot 407 er ein rúmligur sedan við nógvari nýhugsan og smartum designi. Undir­ vognurin, róðurgreiðir og upphangini framman og aftan eru sera framkomin við t.d. multilink bakaksl­ um, ið geva trygd og koyri­ eginleikar í serklassa. Bilurin sum var royndar­ koyrdur var tann fínasti Peu­ geot 407 við 2,7 litra HDI dieselmotori 204 hk og botntrekki upp á 440 Nm við 1.900 snún/min. Bilurin kostar í grundútgávuni 403.000 krónur, men hesin hevði eisini aðra útgerð sum t.d. setur við leðurkanti, parkeringshj­álpara og Blue­ tooth handfree sett. So til­ samans kostar hann um 425.000 krónur. Bilurin kann síggj­ast og roynast hj­á Auto Service við Oyggj­arvegin. Prísirnir byrj­a við 250.000 krónum. Mazda2 og Peugeot 407 Mazda2 Sport við 1,5 litra bensinmotori við 103 hk Girstongin situr sera væl fyri undir instrumentborðinum Mazda2 Sport er ein sportligur hatchback við 5 hurðum Peugeot 407 við 2,7 litra HDI dieselmotori 204 hk Dieselmotor við tiptronic automatgirum Peugeot 407 er ein rúmligur sedan við smartum designi bilar SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801