hósdagur 27. mars 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 59 - 27. mars 2008
tíðindi
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Nú leygaragin hevur før
oyska oljufelagið aðalfund.
Felagið hevur 10 ár á baki í
hesum árinum og vónir og
avbjóðingar eru stórar. Ì
fleiri ár hevur felagið havt
eitt sera gott samstarv við
norska oljufelagið Geysir
Petroleum, hvørs umboðs
maður í Føroyum er Høgni
Mohr. Herfyri vitjaðu um
boð fyri Geysir á høvuðs
deildini hjá Atlantic Petrol
eum í Havn og hjá Jarð
feingi. Eitt teirra var Dag
Larsen, stjóri, sum hevur
havt høvi at fylgja oljutil
gongdini í Føroyum í mong
ár, fyrr sum partur av táver
andi norska oljufelagnum
Saga Petroleum.
Vit hava eitt sera gott
samstarv við Atlantic Petrol
eum, sum enn bara fevnir
um Føroyaøkið, men vit
vilja fegnir eisini arbeiða
saman aðrastaðni. Har vit
arbeiða saman nú er m.a. á
seismikkøkinum, har báðir
partar lata fólk til uppgáv
urnar.
Í dag stendur Geysir sum
fyristøðufelag fyri tveimum
loyvum á føroyska land
grunninum, loyvi teir fingu
í 2. útbjóðing, og har Atlan
tic Petroleum er partnari.
Dag Larsen sigur, at teir síð
ani tá hava fylgt arbeiðs
skránni og savnað inn seis
mikk. Í løtuni stríðast vit
við at fáa eina nóg góða
mynd av undirgrundini.
Loyvini liggja á kantinum
til basaltið, har basaltið ikki
er so tjúkt. –Vit høvdu vón
að at kunnað verið lidnir
við hetta arbeiði nú, men
soleiðis sum støðan er
vorðin sær tað út til, at vit
mugu taka tvey stig aftur
og byrja av eitt sindur av
nýggjum. Seismisku data
ini vit hava eru í lagi men
trupulleikarnir liggja í við
gerðini av teimum. Vit eru
ikki nøgdir enn og tí fara
vit ígjøgnum tey aftur.
Tá øki vórðu boðin út í 2.
rundu søktu Geysir og
Atlantic Petroleum fyrst og
fremst eftir einum øðrum
loyvi á landgrunninum, ein
um øki, sum feløgini kenna
væl til frá fyrrverandi seis
miskum kanningum hjá
fyrrverandi norska olju
felagnum og upprunanum
til Geysir, nevniliga Saga
Petroleum. Statoil søkti um
hetta økið eisini og fekk tað
tillutað 100% . Sum skilst
finst her eitt sera spennandi
prospekt, Durita kallað,
sum jarðfrøðingarnir hjá
Geysir meta sum eitt tað
mest spennandi á landgrunn
inum. Dag O. Larsen fjalir
ikki yvir, at hetta var ynski
loyvið hjá Geysir og At
lantic Petroleum. –Eg eri
ikki vísur í, hvat Statoil fer
at gera við hetta loyvið,
men tað verður spennandi
at síggja, eisini nær teir lata
upp fyri øðrum feløgunum
at farma inn, nú teir eiga
100%.
Stjórin í Geysir váttar, at
teir eru sinnaðir at farma
inn í hetta loyvið hjá Statoil.
Rúni Hansen, stjóri í Statoil
sigur í eini viðmerking, at
tað er rætt, at teir enn eiga
100% í umrødda loyvi. Teir
hava so útviklað tað nakað
við seismiskum kanningum
og fara teir at taka støðu til,
hvat víðari skal henda. –Vit
skulu til at hyggja at, hvønn
veg vit vilja fara, eitt nú í
spurninginum um at lata
dyrnar upp fyri øðrum fe
løgum.
Nøkur ár ganga
áðrenn boring
Men nær koma Geysir og
AP til eina niðurstøðu um,
at nú er klárt til at bora í
tykkara loyvum á landgrunn
inum spurdu vit Dag Lar
sen.
Tað fara at ganga eini
tvey ár aftrat, áðrenn vit
kunnu siga nakað um tað.
Og verður avgerð tikin um
at bora tá, so ganga aftur
nøkur ár til at at fyrireika
boring og fáa boripall. Tvs.
at tað eftir hesum at døma
neyvan verður aktuelt hjá
feløgunum at bora á Føroya
økinum fyrr enn í 2012 ella
so. Dag O. Larsen sigur víð
ari, at teir umhugsa eisini at
lata upp fyri øðrum feløgum
at farma inn í teirra loyvi,
men ikki fyrr enn teir hava
fingið betri tulking av teirra
seismisku data fara teir at
lata upp datarúmið fyri
øðrum
feløgum.
Hann
leggur eisini áherðslu á, at
skulu teir til at fara undir at
bora í slíkum dýpi, so verð
ur neyðugt at fáa onnur
størri feløg við.
Nú umboð fyri Geysir
vitjaðu í Føroyum herfyri
var fundur við Atlantic
Petroleum um framtíðina
og eisini var vitjað á Jarð
feingi, har greitt varð frá
trupulleikunum við viðgerð
ini av seismikkinum.
Geysir sera virkið
Geysir hevur nógv heit jørn
í eldinum aðrastaðni. Felag
Geysir sær stórar møgule
-Vit hava havt eitt sera gott
samstarv við Atlantic Petroleum,
og vit síggja fram til at halda fram
við hesum samstarvi eitt nú í
komandi triðju útbjóðing. Vit meta
góðar møguleikar vera fyri at finna
olju í føroysku undirgrundini
innan nøkur ár. Tað sigur ein av
stjórunum í Geysir, Dag O Larsen.
Høvuðssæti hjá Atlantic Petroelum
í Havn, har eisini samstarvsfelagið
Geysir hevur skrivstovu
Mynd Jan Müller
Brøðurnir Mohr, Høgni
og Poul, sum báðir eru
við í oljuvinnuni, Høgni
sum umboðsmaður hjá
Geysir og Poul sum ein av
undangongumonnunum
og nevndarlimur í Atlantic
Petrolum
Mynd Jan Müller