Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 60 - 28. mars 2008 Nýggj sending Hósdagin 27. mars kl. 16 byrjaði nýggja sendingin »Bilradio á Rás2«. Talan er um eina sending við tilfari um motorakfør og ferðslu, sum verður send hvønn hósdag kl. 16 og verður endursend fríggjamorgun millum kl. 8 og 9 og leygardag frá kl. 13 til 14. Í sendingini verða biltíðindi úti og heima, prát við bila- og motorsúkklusølur um hvat rørir seg á marknaðinum, hvørji nýggj modell eru á veg og hvørji selja best í løtuni o.s.fr. Í komandi sendingum verður prát við persónar og stovnar, sum hava við ferðslu og ferðslutrygd at gera, umframt nógv ymiskt úr bilasøluni. Vertur á sendingini er Magnus Gunnarsson. Klokkan flytast 30. mars fara vit aftur til summartíð, og sunnunáttina kl. 2 skal klokkan flytast fram til kl. 3. Summartíðin verður til sunnudagin 26. oktober, tá klokkan skal flytast aftur. Unnustan fekk hetta í munnin og tugdi tað, áðrenn hon við vamli spýtti tað út, sigur Magni Djurhuus, sum eisini hevði etið úr sama bakka MATFRAMLEIÐSLA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var ein vamlislig upp- living, unnusta Magna Djur- huus fekk í gjárkvøldið, tá hon fekk sær ein breyðbita við heimagjørdum livra- deiggi frá slaktaranum í Miklagarði. Hon beit í breyðið, men tá hon tugdi, merkti hon at okkurt ikki ruggaði rætt. Hon spýtti út og har var tað, sum hon helt vera eitt petti av einum heftiplástri. Hon var sjálvandi skakað og uppøst, tá Magni seinni kom til húsar. - Eg havi í morgun verið hjá Heilsufrøðiligu Starvs- stovuni og víst teimum bakkan við livradeiggi og tí, sum harí er, sigur Magni Djurhuus. Haðani verður váttað, at nakað óvanligt er í livra- deigginum. - Vit kunnu ikki siga nágreiniliga, hvat tað er, sum er í livradeigginum, men soleiðis skal ein mat- vøra ikki síggja út, sigur Óluva Niclasen. Hon sigur, at tá slíkt hend- ir, fara tey, sum í hesum førinum, at tosa við slakt- aran í Miklagarði og kanna mannagongdirnar fyri at vita, hvussu framleiðslan fer fram. Um reinføri og annað verður fylgt. - Út frá tí, gera vit okkara niðurstøðu, sigur Óluva Niclasen. Bakkin er sum nevnt keyptur frá slaktaranum í Miklagarði mikudagin, og bæði Magni Djurhuus og unnustan hava etið úr bakka- num síðani. Magni Djurhuus hevur eisini verið í Miklagarði fyri at vísa slaktaranum har bakkan við livradeiggi, og tosaði við Jørgen Jørgensen. Sosialurin hevur eisini havt orðið á slaktarameistaran. - Vit nýta einans livur, spik og kryddaríir í fram- leiðsluni. Livurin verður pakkað í Danmark í størri nøgdum, og sama er gald- andi við øðrum innihaldi. Vit fara sjálvandi at kanna, hvussu hetta kann henda, men tað er jú ikki víst, at vit finna nakað svar, sigur Jørgen Jørgensen. Hann sigur eisini – eins og hann vissaði Magna Djurhuus um – at eingin, sum hevur nakað við fram- leiðsluna at gera, ei heldur krambafólkini, ganga við heftiplástri. Magni Djurhuus fekk ein hundraðkrónuseðil í endur- gjaldi. Fann heftiplástur í livradeiggi Unnustan hjá Magna Djurhuus fekk eina sera vamlisliga uppliving, tá hon var um at eta eitt petti av einum heftiplástri Mynd: Jens Kristian Vang