Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FÓTBÓLTUR 2008 33 Hóast fyrireiking­ arnar hava verið ígongd í mánaðir, so veit John Petersen illa, hvussu hópurin hjá sær út, fyrr enn sjálv landskappingin byrjar Tá Skála í fjør valdi at sekkja táver­ andi venjaran, var leiðin til nýggja mannin ikki so long. Hóast fótbóltsleiðin hjá John Petersen í vaksnamannaútgávuni av spælinum hevur verið í fleiri øðrum feløgum, so hevur Skála alla tíðina havt eitt stórt pláss hjá hon­ um. Og tá heimbygdini tørvaði eina nýggja innspræning. Og tað gekk nú heldur ikki verri enn ilt. Skála hevur kanska ikki longur sama leiklutin í oddinum, sum liðið hevði fyri fáum árum síðani. Men niðurflytingarvandin varð skjótt beindur burtur, og rest­ ina av árinum hevði felagið eina hampuliga trygga tilveru í so máta. Kennir ikki hópin Nú farið verður undir nýtt kapping­ arár, eitur venjarin framvegis John Petersen. Og sjálvur sigur hann seg gleða seg til avbjóðingina, nú hann hevur havt betri stundir til fyrireik­ ingarnar. ­ Tað var ein av orsøkunum til, at eg valdi at siga ja til avbjóðingina aftur í ár. Í fjør kom eg beint inn í rokan at kalla, og tí havi eg ongan tíð roynt at havt eitt lið líka frá fyrstu fyrireikingunum. ­ Ikki tí. Tað vildi kanska verið lættari, um eg bara kom til eitt lið, tá árið var byrjað. Tá hevði eg vitað, hvørjar spælarar eg hevði at ar­ beiða við, og ta vitanina havi eg ikki, nú bert góð vika er til kapp­ ingarbyrjan, segði John Petersen, tá hetta prátið fór fram. Við hesum meinar John, at støð­ uga toganin millum fót­ og hond­ bóltin á Skála órógvar fyrireikingar hansara sum hondbóltsvenjari. Og hartil eru eisini onnur ivamál, sum gera seg galdandi. Eitt nú vísir venjarin á, at tað framvegis er ivasamt, at hann hevur menn sum Bárð Danielsen, Alexand­ ur Johansen og Boga Gregersen við í hópinum. Hetta eru spælarar, sum hava átt sín avgjørda leiklut á lið­ num seinnu árini, og harvið spælar­ ar, sum venjarin illa kann vera fyri­ uttan. Og hartil var við evstamark okk­ ara framvegis ivasamt, hvussu tað gekk at avgreiða pappírsarbeiðið við nýggju rumensku spælarunum. Spæliloyvini vórðu tó send FSF­ skrivstovuni í góðari tíð, so teir eru kortini ikki læstir av transfer­vind­ eyganum í so máta. ­ Annars verið eg noyddur at spæla sjálvur. Men eg vildi ikki hild­ ið, at formurin hjá mær er til 90 harðar minuttir á vøllinum, sigur John skematndi. Rinda ikki prísin Skála var so nær meistaraheitinum, sum tað nærum bar til fyri trimum árum síðani, tá teir fram til seinasta leikdag kappaðust við B36 og HB um gullið. Men tað eru ikki gull og heiðursmerki, sum nú standa fremst í huganum. ­ Eg veit væl, at tað eru fleiri, sum hava mett okkum sum niðurfly tingarkandidatar. Og eg veit ikki, hvussu samdur eg eri í tí partinum. Hinvegin kostar tað nógv, um tú vilt vera við í oddinum Tí kapprenningini hevur Skála ikki orku at vera partur av, og tí eru vónirnar til okkum helst skrúvaðar nakað niður. Men er tað ein støða, sum áskoð­ ararnir vilja góðtaka, nú tey í løtum hava átt eitt lið, sum blandar seg heilt frammi í oddinum? ­ Tað bæði rokni eg við og vóni. Tey vita eins væl og vit, at tað er ikki bara sum at siga tað, um tú skalt vera við. Og eg haldi eisini, at tey flestu eru nøgd, um vit halda okkum í deildini. Sjálvur vil John tó ikki siga, at bara tað at yvirliva er nóg mikið. ­ Havi eg tann hópin, sum eg vóni eg havi, tá kappingin fer ígongd, so er styrkin væl á leið tann sama, sum hon var í fjør. Tá gjørdust vit altso nummar seks, so tað vildi væl verið løgið, um vit settu okkum nakað minni enn hetta sum mál, sigur John Petersen. ---------------------------------------- Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Metingin Skála verður mett sum eitt av liðunum, sum kann fáa tað sera trupult. Í sterkastu uppstilling er lítil ivi um, at liðið kann standa teimum flestu kurl. Men hópurin er smalur, og tað kann kosta nógv yvir 27 umfør. Tí krevst nakað av hepni í so máta, um niðurflytingarvandin støðugt skal haldast burturi. John Petersen hevði fram til í fjør ikki verið partur av einum Skála-liði í fremstu røð Truplar fyrireikingar á Skála