fríggjadagur 28. mars 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40 FÓTBÓLTUR 2008
ÍF
Ítróttafelag
Fuglafjarðar
Postrúm 94
FO-530 Fuglafjørður
www.if.fo
STOVNAÐ
25. mars 1946
FORMAÐUR
Jens Kjartan
Feilberg
MEISTARAR (1)
1979
STEYPAVINNARAR
ongantíð
GREIPUVINNARAR
ongantíð
Í 1. DEILD (24 ár)
1971-82, 1985, 1988-
89, 1993-94, 1996-
99, 2004-06, 2008-
Í EUROPA
ongantíð
MÁLVERJAR
áður spælt við
Andras Gango
Rógvi Ryggshamar
VERJUSPÆLARAR
Áki Petersen
Jan Ellingsgaard
Jonn Thomsen
Bartal Eliasen
GÍ
Fritleif í Lambanum
Torstein Joensen
Knút V. Vesturtún
EB/S, HB
Uni R. Petersen
MIÐVØLLUR
Nenad Saric
Aleksander Jovevic
TB, NSÍ
Høgni Madsen
KÍ
Frank Poulsen
Debes Danielsen
Skála, NSÍ
Balazs Sinko
Dánjal á Lakjuni
ÁLOP
Dánjal Pauli Højgaard
Sasa Jovanovic
Atli Petersen
TILGONGD
Høgni Madsen
Debes Danielsen
Balazs Sinko
FRÁGONGD
Helgi L. Petersen
Fram
VENJARI
Abraham Løkin staðið fyri venjingunum í
fyrireikingunum til kappingarárið
Á ÍF liðnum, sum fer
at stríðast fyri at
sleppa undan at
missa plássið í
Formula deildini
beinanvegin, eru
nógvir spælarar,
sum áður hava
roynt seg í fremstu
røð
Eftir stuttan steðg í næstbestu deild
ini er ÍF aftur í fremstu røð. Takið
verður at sleppa undan tveimum
teimum niðastu plássunum og har
við niðurflyting.
Nógvir spælarar vita, hvat tað
snýr seg um. Ein stórur partur av
teimum, sum eru á manningarlist
anum hesa ferð, hava verið við til
bæði at flyta upp og at flyta niður
– onkrir teirra fleiri ferðir.
Sum so nógva aðra staðni hava
fuglfirðingar mett tað vera neyðugt
við styrki aðra staðni frá. Tað er
loyvt at hava fýra útlendingar á vøll
inum í senn, og fimm spælarar
kappast um hesi plássini. Mest upp
lagdi á vøllinum av teimum fýra er
málverjin Andras Gango, sum hevur
verið í Fuglafirði í ?? ár.
ÍF hevur tríggjar útlendingar á
miðvøllinum. Tann við flestu roynd
um í føroyskum fótbólti er Aleks
ander Jovevic, sum umframt í Fugla
firði hevur spælt á Skála og í Runa
vík. Vónirnar eru stórar um, at Sasa
Jovanovic, sum áður hevur verið
skarprættari hjá TB?? skal syrgja
fyri ÍF málum í ár.
Bartal Eliasen er framvegis mill
um veteranarnar. Ein annar vete
ranur, sum ikki hevur verið við tvey
tey seinastu árini, men sum nú stríð
ist við at vinna pláss í verjuni er
Torstein Joensen. Jonn Thomsen
hevur seinastu árini verið nógv
skaðaplágaður, men nú er hann aft
ur í verjuni, har aðrir við nógvum
royndum – hóast teir framvegis eru
ungir spælarar eru Áki Petersen,
Fritleif í Lambanum og Knút Vestur
tún, sum áður hevur spælt við EB/
Streymi. Ungir spælarar, sum ætla
sær pláss í verjuni, eru Jan Ellings
gaard og Uni R. Petersen.
Útlendingarnir á miðvøllinum fáa
kapping eitt nú frá stríðsmanninum
Høgna Madsen, sum eftir at hava
verið í Gøtu og Klaksvík í fleiri ár,
nú er aftur í Fuglafirði. Debus Dan
ielsen er komin úr Runavík, Frank
Poulsen hevur verið uppií seinastu
árini, og so er tað Dánjal á Lakjuni,
sum seinna partin av kappingar
árinum í fjør royndi seg í Leirvík, og
sum nú skal syrgja fyri, at tað fram
vegis eru Lakjumenn á ÍF liðnum.
Atli Peteren og toftamaðurin
Dánjal Pauli Højgaard eru møguleik
ar í álopinum.
Ætlanin var, at Jón Simonsen
skuldi halda fram sum venjari, og
hann var við í fyrstu fyrireikingunum.
Av persónligum ávum noyddist
hann at gevast. Síðani hevur Abra
ham Løkin havt ábyrgdina, og tað
fer hann at hava so leingi, sum tað
verður brúk fyri honum. Tað hevur
verið tosað um, at eingilski David
Jones, sum var álopsspælari í Fugla
firði seinna partin av sjeyti árunum,
skal verða venjari.
Hann var við at vinna FM til
Fuglafirðar í 1979. Men um tað so
verður Abraham Løkin ella David
Jones, sum fer at hava ábyrgdina,
so vita teir báðir og spælararnir, at
tað snýr seg um at arbeiða fyri, at
ÍF skal sleppa undan at flyta niður
úr bestu deildini, sum fuglfirðingar
so fegnir vilja vera partur av.
Teir vita hvat tað
snýr seg um