fríggjadagur 28. mars 2008síða 41
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FÓTBÓLTUR 2008 41
Eitt pláss mitt á ÍF-
miðvøllinum var
meira lokkandi ein
kjansurin sum bakk-
ur í Klaksvík. Høgni
Madsen trívist best,
tá spælið er meira
rokaligt, og hann er
ikki bangin fyri at
siga sína meining
Verður tosað um Høgna Madsen,
so slepst neyvan undan at nevna
hendingina, sum í neon-skrift varp-
aði ljós á venjaratrupulleikan í
Klaksvík.
Sjónvarpsmyndirnar tosaðu sítt
týðiliga mál, tá fuglfirðingurin vísti
sína ónøgd við venjarastílin hjá
Tony Paris, og tó at venjarin stutt
eftir hetta fekk sekkin, so bar hend-
ingin eisini eitt innanhýsis leikbann
til Høgna við sær.
- Eg vil ikki siga, at eg eri nakar
rebellur. Men eg sigi mína meining,
tá eg haldi tað vera neyðugt. So er
tað sjálvandi spurningurin, hvussu
umheimurin fatar støðuna, sigur
Høgni, sum ásannar, at hendingin
ta ferðina er ein av teimum vanligu
spurningunum til hansara, tá fót-
bóltstos er á skránni.
Men hann leggur samstundis
dent á, at júst tann hendingin einki
sum helst hevur at gera við, at hann
ikki longur spælir í KÍ-búnanum.
- Eg skifti til KÍ, tí eg helt tað ljóð-
aði sum ein sera spennandi avbjóð-
ing. Og eg havi eisini trivist ser-
stakliga væl í felagnum.
- Sum spælari havi eg tó soleiðis,
at mær dámar best at vera í roka-
num á miðvøllinum. Í Klaksvík gav
venjarin til kennar, at mítt pláss í
størri mun fór at verða á bakkinum,
og tí gjørdi eg av at skifta aftur til
ÍF. Soleiðis hevur frá báðum síðum
verið spælt við opnum kortum, og
tað er einki agg í viðurskiftunum
millum meg og KÍ, sigur hann.
Vil vera í sentrum
Tað at Høgni sigur sína meining, er
heldur ikki bara galdandi fyri tað,
sum fyriferst uttan fyri vøllin.
Á vøllinum telist hann millum
teirra, sum náttúrliga taka ábyrgd.
Og best dámar honum, um stigini
veruliga skulu stríðast heim.
- Tað er jú ein partur av spælinum
hjá mær. Mær dámar væl at vera
rættiliga uppgearaður til ein dyst.
Eisini sjálvt um tað onkra tíð kanska
verður ov nógv av tí góða, soleiðis
at onkur býtt kort fella. Men í Klaks-
vík vóru vit so nakrir, sum plagdu at
skiftast um at fáa hesi, sigur hann.
Júst tann parturin verður kanska
eisini øðrvísi í Fuglafirði. Í leikluti-
num sum harði hundurin á miðvølli-
num verður Høgni kanska meira
einsamallur í Fuglafirði.
- Tað verði eg kanska. Í øllum før-
um haldi eg, at hetta leggur meira
ábyrgd á meg. Bæði tí eg á miðvølli-
num eri meira blandaður í spælið,
men eisini tí eg her teljist millum
meira royndu spælararnar, sigur
Høgni, sum fer í holt við sítt sætta
ár í fremstu føroysku fótbóltsdeild-
ini.
Opið stríð millum sjey lið
Og verður tosað um komandi árið,
so ivast Høgni ikki í, at ÍF hevur góð-
ar møguleikar at gera seg gald-
andi.
- Eg rokni við, at NSÍ, EB/Streymur
og HB eru tey sterkastu liðini. Men
millum hini sjey kann alt henda.
Fyrst og fremst skulu vit sjálvandi
syrgja fyri, at vit ikki flyta niður,
men eg ivist ikki í, at vit væl kunnu
gera okkum galdandi hampuliga
langt uppi á talvuni.
So talan verður kanska um nógv-
ar dystir, har stigini skulu stríðast
heim?
- Tað vóni eg. Um so er, so gevur
tað hópin av intensum dystum, og
hesir eru altíð stuttligari at spæla,
heldur hann.
Givnu umstøðurnar hava havt
við sær, at ÍF longu undan kapping-
arbyrjan hevur havt tríggjar venjar-
ar, og tann fjórði var ávegis, tá hes-
ar reglur vórðu skrivaðar. Men kort-
ini heldur Heldur Høgni, at teir eru
so væl fyri, sum til ber, nú árið veru-
liga skal byrja.
- Tað hevur sjálvandi órógvað
nakað, at so hevur verið, men slík-
um fær eingin vart seg fyri. Abraham
hevur so tikið við hesar seinastu vik-
urnar, og hann hevur gjørt eitt fram-
úr arbeiði. Hann er eisini ein persón-
ur, sum allir lurta eftir, og sum eg
havi skilt tað, so hava hann og
David Jones, sum ætlandi verður
venjari, eisini støðugt verið í sam-
band við hvønnannan. So vit eru til
reiðar, nú dystirnir telja, sigur stríðs-
maðurin, sum eisini er til reiðar at
siga øðrum, hvar skápið skal
standa.
----------------------------------------
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Metingin
Frá flestu síðum verður roknað við, at ÍF fær
tað ógvuliga trupult hetta kappingarárið.
Hópurin tykist tó hampuliga væl styrktur, og
fær liðið eina góða byrjan upp á árið kann
hendan bera heilt langt. Hinvegin kunnu
trupulleikarnir gerast alstórir, um unga liðið
frá byrjan fer at liggja tungt á stigatalvuni.
Trívist best í rokanum
Eftir trý ár á
besta liðnum
hjá KÍ skal
Høgni Madsen
nú roknast
millum berandi
kreftirnar hjá ÍF