fríggjadagur 28. mars 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42 FÓTBÓLTUR 2008
Seinastu árini er
staðfest, at tað er
torført hjá uppflyt
arum at standa seg
eftir uppflyting úr
næstbestu deildini
Øll vilja kappast, har tað er huga
ligast at vera. Bara fýra feløg í 1.
deild hava møguleika at flyta upp.
Tey eru VB/Sumba og AB, sum fluttu
niður úr Formula deildini síðsta
summar, og TB og 07 Vestur.
07 Vestur er nýggja felagið í Vág
um. Dreymurin at Vágar aftur skulu
eiga sín lut í fremstu røð. Nýggjur
venjari er Piotr Krakowski. Hnn er
ein av útlendsku venjarunum, sum
tað hevur hilnast best hjá í Føroyum.
Í ???? vandi hann FSVágar. Tá var
úrtøkan ikki so góð, tí liðið flutti
niður. Seinastu árini hevur Piotr í
EB/Streymi víst, at hann er væl
førur fyri at skapa góð úrslit, og nú
skal tað vísa seg, um teir í Vágum
eru nóg stinnir at flyta upp.
Í fjør royndi AB seg fyrstu ferð í
fremstu røð. Nú er AB aftur í næst
bestu deildini. Allan Mørkøre, sum
seinna partin av árinum var ein av
stuðulsspælarunum, hevur fingið
ábyrgdina av at vinna uppflyting. Á
Argjum verður mett sum sjálvsagt,
at teirra lið skal vera partur av For
mula deildini.
Í Suðuroy var í fjør nógv tosað
um at leggja bestu fótbóltsliðini í
oynni saman. Fundast varð um
hetta, men tað spurdist einki burtur
úr, og nú verður bæði í Vági og á
Tvøroyri enn eina ferð roynt at
vinna uppflyting. Í Vági verður
arbeitt við nýggjum ættarliði, sum
tey síðstu árini, áðrenn niðurflyting
ina í fjør, hevur verið við til at
manna besta liðið. Tað er ein av
teimum, sum vóru við til at vinna
fyrsta og einasta FM heitið til VB í
2000, Jón Pauli Olsen, ið hevur
ábyrgdina.
Á Tvøroyri er Krzystof Popczynski
sigursvandur venjari, og nógvir av
spælarunum, sum eru á TB liðnum,
hava verið við í nógv ár.
Tvey av hesum fýra fara at flyta
upp. Tað er undan kappingarbyrjan
sannlíkt, tí hini seks hava ikki loyvi
at flyta upp, tí tey longu eru um
boðað í bestu deildini. Um tey skulu
flyta upp, so er onnur treytin, at tey
vinna annað av fremstu plássunum,
og hin treytin er, at liðið, sum fe
lagið hevur í bestu deildini, endar á
øðrum av tveimum teimum niðastu
plássunum.
Úrslitini tey seinastu árini hava
víst, at feløgini, sum eru flutt upp í
Formula deildina, hava torført við
at halda tørn um plássið. Í fjør vóru
AB og B71 nýggj lið í bestu deildini.
Bæði vórðu undan kappingarbyrjan
roknað sum kandidatar at flyta nið
ur. Sandoyingar gjørdu spádómun
um til skammar og vístu harvið
teimum, sum droyma um at flyta
upp, at tað ber til at býta seg fast
an.
Hóast AB, 07 Vestur, TB og VB/
Sumba hava teirra bestu manning í
næstbestu deildini, og hini feløgini
eru umboðað í 1. deild av teirra
næstbestu feløgum, so vísa roynd
irnar, at fleiri av hesum liðunum eru
so mikið væl mannað, at tey kunnu
taka stig frá øllum og eisini vinna
heiðursmerkir. Eyðkenni fyri hesi
liðini er tó, at tey ikki hava somu
manning alla tíðina, og at tey ofta
eru betri mannað og standa seg
betur á heimavølli, enn tey gera á
útivølli.
Samanleggingar hava havt við
sær, at deildin sær øðrvísi út, enn
hon tóktist skula gera við kapping
arlok í fjør. GÍ og LÍF hava lagt sam
an í Viking, sum fer at hava heima
vøll í Leirvík, og SÍ og FSVágar 04
hava lagt saman í 07 Vestur. Tað bar
við sær, at KÍ, sum endaði næstaftast
í fjør, heldur fram í deildini, og at
EB/Streymur er flutt upp í 1. deild.
Fýra kappast um
tvey pláss