fríggjadagur 28. mars 2008síða 44
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44 FÓTBÓLTUR 2008
Helgi L. Peter
sen ger ikki
longur um seg í
fremstu før
oysku fótbólts
røðini. Men
spenningurin til
dystirnar hjá
NSÍ og øðrum
feløgum er
framvegis tann
sami
Hóast navnabrævið enn ikki er 30
ára gamalt (tað verður tað um eina
viku), telist Helgi L. Petersen nú mill
um
fyrrverandi
spælararnar
í
fremstu føroysku fótbóltsrøðini.
Rituvíkingurin var í fleiri ár partur
av fremstu liðunum hjá NSÍ og GÍ,
og eisini gjørdist talan um einar
seks skrásettar Alandsdystir.
Í fjør var hann at byrja við partur
av B36hópinum, men tá ein fótliðs
skaði argaði longu í fyrsta steypa
dystinum, valdi hann at siga stopp.
Avgerðin var kanska tikin longu
undan hesum. Hjá mær er tað so
leiðis, at arbeiðslívið og útbúgvingin
ikki hava sampakkað serliga væl
við fótbólt í fremstu røð. Tað krevur,
at tú hvørja viku skal seta eini fýra
fimm kvøld av til venjing, og tað
havi eg ikki møguleika til. Og eg
tími ikki at vera partur av onkrari
hálvari loysn, har eg ikki fái givið
meg fult út.
Eg havi so eisini havt mín part
av skaðum, og tað hevur argað nak
að. Men vóru umstøðurnar í aðrar
mátar til tað, so vildi hetta helst
ikki verið tað, sum steðgaði mær,
sigur Helgi L. Petersen.
Spurdur hundrað ferðir
Soleiðis var seinasti Formuladyst
urin hjá Helga við NSÍ í 2006.
Seinnu helvt av kappingarárinum í
fjør spældi hann við ÍF, og nú er tað
so í triðju bestu deildini við Fram, at
hann spælir. Og hann er skjótur at
sláa fast, at talan ikki verður um
nakað comeback. At NSÍ so árið
eftir vann sítt fyrsta FMheitið, var
kanska lagnunnar speisemi, men
Helgi er skjótur at staðfesta, at
hann var minst líka fegin um gullið,
sum øll onnur kring felagið.
Eg eri nokk spurdur fleiri hundr
að ferðir, um tað ikki var keðiligt, at
eg ikki var partur av hesum. Og tað
er tað kanska. Hinvegin skal eingin
ivi vera um, at eg so hjartaliga unni
NSÍ gullið. Har eru ein rúgva av
fólki í og kring felagið, sum hava
gjørt eitt risaarbeiði í fleiri ár. Og
tey hava so sanniliga uppiborið
hetta.
Og tú vart kanska eisini við, tá
stóra gullveitslan varð hildin eftir
kappingarárið´?
Tíverri fekk eg ikki verið við til
sjálva veitsluna, tí eg var uttanlands
í arbeiðsørindum. Men eg ferðaðist
við áskoðarunum til fleiri av sein
astu dystunum, og tað var ótrúliga
stuttligt. Tá tú ert givin sum spælari,
er leilkuturin sum áskoðari kanska
eitt sindur løgin. Men tú ert í øllum
førum minst líka spentur tá, sum tá
tú sjálvur ert partur av spælinum.
Trý í toppinum
Helgi L. Petersen fer eisini at teljast
millum teirra, sum í ár fara at brúka
fleiri sunnudagar við ymsu vøllirnar.
Og enn sum áður er tað NSÍ, sum
hann brennur mest fyri.
Soleiðis vil tað jú altíð vera. Eg
eri jú uppvaksin í felagnum, so alt
annað vildi verið heldur løgið. Eg
búgvi tó í Havn í dag, so túrarnir í
Gundadal verða helst fleiri, men iva
leyst villist eg eisini inn til Løkin
onkran dystin.
Nógv hevur verið tosað um, at
tað verða EB/Streymur og HB, sum
fara at bjóða NSÍ av í oddinum. Ert
tú samdur í hesum?
Ja. Seinastu árini hava tað verið
tey trý og B36, sum hava myndað
oddin. Og akkurát nú er líkt til, at
B36 eina løtu fer úr avgjørdar oddi
num.
Men millum tey trý er vónleyst
at taka dagar ímillum, hvør fer at
standa ovast, tá avtornar. Spælara
fyri spælara er styrkin at kalla tann
sama, so tað verður ein kapping,
har smáir marginalar og innanhýsis
dystirnir koma at avgera.
Og øll trý hava tey væl eisini
sínar fyrimunir ella vansar. Hjá NSÍ
er fyrimunurin helst, at nú hevur lið
ið roynt at vinna gullið, og tí duga
teir at standa í tí støðuni. Men hin
vegin er tað jú altíð trupult at verja
gullið. Hjá EB/Streymi er svongdin
kanska størst, men tað merkir jú eis
ini, at spælararnir ikki hava vunnið
fyrr. Og hjá HB skulu tey reisa seg
eftir eitt eftir teirra mátistokki vána
ligt kappingarár. Men tað leggur
hinvegin aftur trýst á liðið. So tað
talar fyri og ímóti hjá øllum.
Tað einasta, sum eg tori at gita,
er, at tað verður øgiliga tætt. Og eg
gleði meg sjávlandi til at fylgja við
frá síðulinjuni, sigur Helgi L. Peter
sen.
----------------------------------------
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Spenningurin er óbroyttur
Arbeiði og útbúgving í borgarliga starvinum sampakka ikki serliga væl við tilveruna sum
fótbóltsspælari í fremstu røð. Tað var kanska ein skaði, sum setti seinasta punktumið hjá Helga,
men hann heldur kortini, at avgerðin tá longu var tikin