Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 46

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 FÓTBÓLTUR 2008 Fair-play er ein dómara- spurningur Verður bólturin sparkaður av vøll­ inum, tí spælari liggur og venar seg, skal tað ikki takast sum givið, at bólturin verður givin liðnum aftur Tað er ein av tillagingunum, sum nú verða gjørdar til fót­ bóltslógirnar innan fyri hvítu strikurnar. Føroysku dómararnir skulu venja seg við fleiri smærri tillagingar, nú tað verða altjóða dómarareglurnar – og ikki tær tillagaðu donsku – ið eru galdandi. Ikki tí at munurin er nakað serliga stórur millum hesar, men onkrar tillagingar eru kortini. Ikki minst, at tað sambært FIFA er komin ov stór infla­ tión í Fair­Play hugtakið. Tað at simulera skaðar er vorðin ein alsamt betri umtøkt dag­ dvølja, tá seinastu minuttir­ nir av dystunum skulu fáast frá hondini, og tí hava før­ oysku dómararnir fingið greið boð. Nevnliga at tað nú eru teir, sum gera av, um talan var um “fair­play útspark”, ella um tilvitaða roynd at dríggja tíðina. Boðini eru, at tað er dóm­ arin – og ikki spælararnir – sum gera av, um spælið skal steðgast. Verður bólturin til dømis sparkaður útav, og dómarin ikki steðgar dysti­ num, so er talan bara um vanligt innkast, sigur Dag­ finn Olsen, sum er formaður í Fótbóltsdómarafelagnum. ­ Tað setir sjálvandi størri krøv til okkum. Men hin­ vegin haldi eg eisini, at tað er dekan ov ofta, at hetta verður misnýtt av spælarum, og tí er reglan helst upp á sítt pláss, heldur Dagfinn. ------------------------------------ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Brøndby hevur leig­ að álopsspælaran Lukasz Cieslewicz til Hvidovre, so spæl­ arin kann vísa sínar dygdir í eini hægri deild Lukasz Cieslewicz spældi í fleiri ár fyri VB, men hann er nú sáttmála­ bundin við danska felagið Brøndby. Har hevur Lukasz staðið seg væl á unglingaliðnum og 2. liði, sum spælir í 2. deild. Lukasz er tó ikki sloppin fram at á besta liðnum hjá Brøndby, og nú hevur felagið leigað Lukasz til Hvid­ ovre, sum spælir í næstbestu deild­ ini. Har ætlar Brøndby at vita, um Lukasz eisini kann fóta sær og gera um seg, og vónin er, at hann vísir sínar dygdir í eini hægri deild, menn­ ir seg og kemur aftur til Brøndby at spæla um eitt hálvt ár. Í Hvidovre eru tey fegin um at hava fingið pólska álopsspælaran í sín hóp, og Hvidovre vónar, at Lukasz kann verða við til at styrkja álopspartin hjá liðnum, sum annars hevur havt gott verjuspæl í fyrru hálvu av kappingini. ---------------------------------------- Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo NSÍ, EB/Streymur, B36 og HB skulu í ár verja føroysku lit­ irnar í Europa. Enn er tað bert B36 av føroysku liðunum, sum hevur spælt seg víðari Við sigrum á íslendska ÍBV og maltesiska Birkirkara skrivaði B36 í 2005 og 2006 føroyska fótbólts­ søgu. Sæð burtur frá skrivaraborðssigri­ num hjá HB, tá mjørkin steðgaði RAF Riga hevur tað nevnliga ikki eydnast nøkrum føroyskum felag at spæla seg víðari í europiskum høpi. Tað er annars sjálvsagda málið hjá føroysku feløgunum, tá avbjóð­ ingin verður tikin upp. Ikki minst kann fíggarliga avkastið verða stórt, um felag vinnur seg víðari. Bæði í luttøkupeningi frá UEFA og sjónvarpsrættindum, um mótstøðan í næsta umfarinum er av slíkum slag, sum hon var tað hjá B36, tá teir í fyrraárið spældu móti Fener­ bache. Eitt lið sum í ár er millum tey seinastu fýra í europisku meistara­ kappingini. Hepnið krevst Hóast tað sjálvandi vóru dygdirnar hjá B36, sum bóru liðið í europa tey bæði árini, so skerst ikki burtur, at tað krevur eitt heppið lutakast, um víðari luttøka skal vinnast. Langir túrar til sterk eystureurope­ isk lond hava ofta verið gerandis­ kosturin hjá føroysku feløgunum, sum tó onkra ferðina hava verið heilt nær við at spæla seg víðari. Um tann setningurin so fer at eydnast í ár, fæst ikki at vita, fyrr enn í summar. Men tað er lítil ivi um, at spenningurin verður stórur, tá einstøku liðini verða drigin úr pottinum í Zürich í summar. Ikki minst hjá NSÍ, ið fyri fyrstu ferð skal royna seg í meistarakappingini. ---------------------------------------- Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hepnið krevst til lutakastið Lukasz skal gera eitt lop Fleiri ferðir hevur verið nær við. Men enn er tað so bara B36, sum hevur spælt seg víðari, tá føroysk feløg hava tikið lut í europiskum høpi