Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 48

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 FÓTBÓLTUR 2008 Fótbóltssambandið sendir ungar fót­ bóltsspælarar til lond sum Aserbajan, Grikkalands, Portu­ gal, Hvítarusland, Skotland og Svøríki – og bæði ungar kvinnur og menn sleppa at royna seg Tað munnu verða fá – um nakað – sersambond, sum senda so nógvar ungdóm út í heim til altjóða kapp­ ingar, sum Fótbóltssambandið ger. Nógvu seinnu árini hevur FSF havt regluligt virksemi við ungdóms­ landsliðum, og virksemi tykist bara vaksa. Fyri fyrstu ferð er U21 lands­ lið hjá monnum við í EM­undan­ kapping, og ungu kvinnurnar sleppa nú av álvara upp í part eisini. FSF fer í 2008 at senda seks ung­ dómslandslið til 10 altjóða dystir ella kappingar. Ferðamálini eru bæði í okkara egna grannalagi og langt út í Europa. U21 menn Í fjør var U21 landsliðið hjá monnum við í EM­undankapping fyri fyrstu ferð, og tað gekk heilt væl hjá lið­ num, sum vísti vøddar ímóti eitt nú Italia. Nógvir dystir vóru á skránni í fjør, og nú eru bert tveir dystir eftir hjá U21 landsliðnum at spæla í hesum árinum. Báðir dystirnir verða spæld­ ir í september, og báðir eru á úti­ vølli. Tann 6. September skulu Føroyar spæla í Aserbajan, og fýra dagar seinni í Grikkalandi. Úrslitini og avrikini hjá U21 lands­ liðnum í fjør góvu ábendingar um, at næsta ættarliðið av A­landsliðs­ spælarum hevur havt gott av at spæla á nógvum ungdómslands­ liðum. U19 menn U19 landsliðið hjá monnum skal til tvær kappingar í ár. Í fjør var U19 til Lyngby Cup, og royndirnar av hesari kappingini vóru so góðar, at ætlanin er at fara aftur til Lyngby at spæla í summar. Hetta er ein sterk donsk summarkapping, har føroyska U19 landsliðið sleppur at royna seg ímóti sterkum feløgum úr Danmark og øðrum londum. Lyngby Cup verður fyrireiking til EM­undankappingina, sum verður spæld í Hvítarusslandi í heyst. Kapp­ ingin verður í døgunum frá 30. sep­ tember til 8. oktober,og Føroyar skulu spæla ímóti Hvítarusslandi, Spania og Sveis. U17 menn U 17 landsliðið er einasta landsliðið, sum fer til tríggjar kappingar í ár. U17 plagar at taka lut í altjóða fót­ bóltskapping í Aberdeen í juli mán­ aði, og soleiðis verður aftur í ár. Fyrst í august verður spælt um NM, og hendan kappingin verður í ár hildin í Svøríki. Og eftir tað skal U17 landsliðið fyrireika seg til EM­undankapping í Portugal. Spælt verður miðskeiðis í septmber, og mótstøðuliðini verða Portugal, Wales og Kasakhstan. U15 dreingir Yngsta landsliðið hjá FSF er U15 landsliðið, og teir sleppa at smakka til altjóða fótbólt við kapping í Aber­ deen, sum liðið hevur vunnið seinnu árini. Hetta er einasta kappingin, sum smádreingjaspælararnir sleppa til, men hetta er byrjan til eina altjóða fótbóltskarrieru hjá summum av spælarunum. U19 kvinnur Ungu føroysku kvinnurnar á U19 landsliðnum skulu til eina kapping í heyst. Tað er EM­undankapping, sum verður hildin í Portugal sein­ asta í september. Føroyar fáa hampuliga mótstøðu í hesi kappingini, tí mótstøðuliðini verða Portugal, Rumenia og Noreg. U17 kvinnur Yngsta landsliðið við kvinnum er U17 landsliðið, og tær skulu aftur í ár til EM­undankapping. Hesaferð gongur leiðin til Turka­ lands, og Føroyar skulu spæla mini­ kapping ímóti Turkalandi, Hollandi og Írlandi. ---------------------------------------- Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ungdómurin ferðast víða U21 landsliðið hjá monnum skal spæla tveir EM-dystir í ár, og FSF fer eisini at send fimm onnur landslið til altjóða kappingar kring Europa