fríggjadagur 28. mars 2008síða 50
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50 FÓTBÓLTUR 2008
Aftur
í Íslandi
Símun Samuelsen
er nú aftur í
Íslandi eftir hálvt
ár í norskum
fótbólti
Fleiri vórðu bilsin, tá Símun í
fjør summar valdi at royna
eydnuna í norskum fótbólti.
Í Keflavík hevði
vágbingurin verið fastur
maður á liðnum, sum
støðugt royndi at bjóða av í
íslendska toppinum. Og
skoðsmálini í fjølmiðlunum
góvu greitt til kennar, at
talan var um ein av
týdningarmestu spælarunum
á liðnum.
At skiftið til Noreg
gjørdist aktuelt bendir eisini
á, at áhugin fyri føroyska
spælaranum er stórur, og
tað váttar umboðsmaður
hansara eisini.
- Tað var samband millum
Keflavík og Notodden í
vetur, men feløgini funnu
ikki nakra semju, og tí er
Símun aftur í Keflavík. Har
hevur hann so sáttmála
hetta kappingarárið, og so
mugu vit síggja, hvussu
leikur annars fer, sigur Jákup
í Stórustovu, sum er umboðs-
maður hjá flestu av føroysku
útisetunum.
Og eingin ivi er um, at tað
eru góð boð hjá venjaranum
hjá Keflavík, at hann nú
aftur hevur Símun í
hópinum. Vágbingurin
verður roknaður sum fastur
maður í hópinum hjá
felagnum, sum aftur í ár
hevur ætlanir um at bjóða
av heilt frammi í oddinum.
Einasti føroyski útisetin
í íslendskum fótbólti
er eitt av sterkastu
kortunum hjá Keflavík
Framstig hava verið,
men vánaliga fíggj-
arstøðan í felagnum
hóttir støðugt ar-
beiðsumstøðurnar
hjá Henrik Larsen.
Stjórin í felagnum
lovar tó batar
Við enska Clive Stapleton sum
fíggjarligum garanti skuldi Køge
taka stigið upp til tey stóru í
Danmark. Og helst skuldi hetta
gerast í eini samanlegging við
fyrrverandi donsku meistararnar úr
Herfølge. Baklandið í teimum
báðum grannafeløgunum vildi tó
ikki tað sama sum enski ríkmaðurin,
og tí takkaði Stapleton at enda fyri
seg.
Hóast holið í pengakassanum var
gapandi stórt, so gekk tað sum eftir
ánni fyrstu mongu dystirnar hjá
Henrik Larsen, eftir at hann í
fyrraárið varð settur sum venjari hjá
felagnum.
Í vetrarsteðginum var liðið á odda,
men fíggjarliga óskilið kostaði. Í
fyrstu atløgu fekk Køge frátikið stig,
tí felagið megnaði ikki fíggjarligu
skyldur sínar. Og í øðrum lagi rýmdu
fleiri av profilunum í hópinum til
fíggjarliga sterkari feløg.
Køge hóðraði tó væl og virðiliga
undan í donsku 1. deild, og hóast
fíggjarligu trupulleikarnir eitt nú
merkja, at felagið enn ikki hevur
loyvi at gera veruligar yrkissáttmálar
við spælarar sínar, so hevur leiðslan
stórt álit á Henrik Larsen.
- Tað hevur sera nógv at siga fyri
okkum, at vit fingu nýggjan
sáttmála við Henrik. Hann hevur
verið í felagnum í eini sera truplari
tíð, men hevur kortini alla tíðina
hildið høvdinum høgt. Og tað er
eingin loyna, at vit komandi árini
ætla at blanda okkum í oddastríðið
í 1. deild, segði stjórin í felagnum,
Jørn Rasmussen, tá nýggjur sáttmáli
varð gjørdur við Henrik Larsen.
Hann sigur annars, at tey í felagnum
støðugt arbeiða við at betra um
fíggjarpartin. Og at tey rokna við,
at hetta eisini kemur í rættlag um
ikki alt ov langa tíð.
Sáttmálin við fyrrverandi føroyska
landsliðsvenjarin er galdandi fram
til summarið 2010.
----------------------------------------
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hálvi tvørámaðurin
Marc Nygaard er
komin aftur til
Danmarkar at spæla
fótbólt, og hann
hevur framvegis
ambitiónir um at
koma á danska
landsliðið
Seks ferðir hevur Marc Nygaard
spælt á danska landsliðnum, men
seinasti dysturin var fyri seks árum
síðani.
Nú er tann høgi álopsspælarin
við føroyskum ættarbondum komin
aftur til Danmarkar at spæla, eftir
at hann í nógv ár hevur ferðast sum
fótbóltsspælari í Europa. Seinast
spældi hann fyri enska felagið
QPR.
- Eg havi ambitiónir um at koma
aftur á landsliðið. Eg eri framvegis
væl fyri og svangur, og tað er eisini
tí, at eg valdi at koma heim júst nú,
sigur Marc Nygaard.
Hann umboðar nú felagið Rand-
ers, og har skal hann royna at skjóta
seg inn í landsliðshitan aftur.
Ferðast víða
31 ára gamli Marc Nygaard spældi
ungdómsárini við B93 í Keypmanna-
havn, og kappingarárið 1994/95
spældi hann fyri FCK. So fór hann
av landinum at spæla, og hann hev-
ur umboðað feløgini Heerenveen,
Maastricht, Roda, Excelsior, Brescia
og Queens Park Rangers.
- eg kenni ikki rættiliga støðið og
spælararnar í donsku kappingini
longur, tí eg havi verið uttanlands í
13 ár, men eg gleði meg nógv til at
spæla í Danmark aftur, og eg havi
roynt at spurt meg fyri um donsku
kappingina, segði Marc Nygaard
undan fyrsta dystinum hjá sær fyri
Randers í superliguni fyri tveimum
vikum síðani.
- Hetta er sum at koma til eitt
nýtt land at spæla fótbólt, tí nógv
er broytt í Danmark hesi 13 árini,
eg havi verið uttanlands. Eg skal
líka læra at spæla saman við lið-
feløgunum og ímóti hinum liðunum,
men kanska er tað eisini ein fyri-
munur hjá mær, at hinir spælararnir
ikki kenna meg so væl, sigur hann.
----------------------------------------
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ómøguligar umstøður
Nygaard hugsar um
danska landsliðið