Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-28, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. mars 2008síða 52

‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

52 FÓTBÓLTUR 2008 Vilja úr Danmarks­ seriuni Fótbóltstilveran í Svendborg er ikki tann sama, sum í Noreg, Onglandi ella Íslandi. Men Julian Johnsson stríðist við liðfeløgunum fyri at vinna seg upp í donsku 2. deild Krossbandsskaðin, sum Julian Johnsson fekk í 2005 hevði kanska við sær, at stríðsmaðurin hjá føroyska landsliðnum ongan tíð aftur kom á heilt sama støði, sum hann hevði verið á. Hóast ein einstakur A- landsdystur kom á kontina aftur, so rúgvaði spælið við leðurkúluni ikki longur tað sama, og seinastu tíðina hev- ur hann havt eina rímiliga friðarliga tilveru í Svend- borg, sum spælir í Danmarks- seriuni. Her hevur liðið tó ikki ætl- anir at verða verandi. Nú farið verður undir seinnu kappingarhálvu, er Svend- borg næst ovast í sínari røð, og tí er málið heilt víst at vinna sær sæti í donsku 2. deild, tá farið verður undir nýtt kappingarár. Og higar til hevur tað verið við Julian Johnsson í einum sera týðandi leikluti. Somikið týðandi, at Julian í heyst varð kosin sum besti spælarin hjá liðnum, og tað er einki at ivast í, at felagið hevur tørv á bæði landsliðs- royndunum og arbeiðsavriki- num frá føroyska slítaranum, um teir skulu vinna seg enn longur upp í donskum fótbólti. ------------------------------------ Jákup Mørk Sum fyrsti føroying- urin slapp Claus Bech Jørgensen í vár at spæla á Wembley. Og tað gjørdi ikki dagin verri, at Blackpool í sama dysti vissaði sær rættin at spæla í næst bestu ensku deildini Við mest sum støðugum plássi mill­ um teir fyrstu ellivu eigur Claus Bech Jørgensen sín stóra lut í, at Black­pool er væl ávegis at bíta seg veruliga fast í næst bestu ensk­u røð­ ini. Tó at heilur hópur av liðum stríð­ ist fyri at halda sær omanfyri niður­ flytingarstrik­una, so tyk­jast avrik­ini hjá Claus og teimum støðugt at vera av somik­ið góðum slag, at tað neyvan verða teir, sum í seinsta enda standa við Svartaperi. Tað var annars ik­k­i bara stuttligt, tá Claus valdi at sk­ifta til Black­pool. Eftir fýra ár í Coventry, har tað tó ofta var so sum so við spælitíðini, varð sáttmáli sk­rivaðu við Black­pool um júst sama mundi, sum føroysk­a landsliðið var í Sk­otlandi. Og tann veruleik­in, at spælarin samráddist á eini landsliðsferð, varð av mongum sæð sum ein orsøk­ til, at vátt k­om í reiðrið millum spælaran og Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjara. Tað tók­tist eisini vera eitt fet eftir hæli, tá Claus fór eina deild niður, men í Black­pool hevur gingið støð­ ugt framá. Við einum flottum enda­ spurti vann liðið seg í sonevnda play­off bólk­in, og á sjálvasta Wembley eydnaðist Claus og lið­ feløgunum at vinna seg upp í Championship­deildina. ­ Fáa vit tilgongd av einstøk­um sterk­um spælarum, so sk­uldu vit k­unna staðið ok­k­um, segði Claus í viðtali við Sosialin, tá uppflytingin var veruleik­i. Og tann spádómurin hevur higar til passað. Men k­appingin er hørð. Millum liðini, sum Black­pool stríðist við í niðaru hálvu av talvuni, eru Cardiff og Barnsley, sum hava vunnið á eitt nú Liverpool, Chelsea og Middles­ brough í steypak­appingini. ---------------------------------------- Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Yvirliving er málið Størsta upplivingin var Wembley Dreymurin um at spæla á Wembley gjørdist veruleiki, tá Blackpool og Claus Bech Jørgensen í vár spældu play-off finalu Christian Lamhauge Holst hevur verið millum lyklaspælararnar hjá Lyngby, sum hevur havt tað trupult, nú felagið aftur er við í fremstu røð Eftir fleiri ár við støðugari fram- gongd er setning- urin hjá Lyngby nú at halda sær í donsku SAS-liguni Síðani Lyngby á sinni fór á húsagang fyri nøk­rum árum síðani, hevur gongdin hjá felagnum mest sum støðugt verið ein veg – nevnliga uppeftir. Fyribils hæddarpunk­tið k­om í fjør, tá felagið aftur vann sær at­ gongd til donsk­u superliguna, sum teir seinast høvdu sæð í 2002. Men har hevur tilveran ik­k­i verið nak­ar dansur á rósum. Hóast Lyngby støðugt hevur talst millum fremstu k­lek­ingardeplarnar í Danmark­, so verða hesir ik­k­i til superligu­spælarar av sær sjálvum. Og ofta er veruleik­in eisini, at stóru talentini verða tik­in av rík­ari og sterk­ari feløgum, tá Lyngby hevur gjørt sín part av k­lek­ingararbeiði­ num. Nú superligan er veruleik­i, er full­ tíðar yrk­isfótbóltur tó eisini k­omin á sk­ránna hjá Lyngby, men tað er tó ik­k­i galdandi fyri Christian Lam­ hauge Holst. Tað stóð honum ann­ ars í boði, men í fyrstu atløgu ynsk­ti áleyparin at nema sær útbúgving við síðuna av fótbóltinum. Christian er partur av sterk­a talentsk­úlanum hjá Lyngby, og hann hevur verið partur av liðnum í støðugu framgongdini móti super­ liguni. Og hann er framvegis ein sera týðandi partur av liðnum. Hartil er annar hálvur føroyingur eisini k­omin til felagið. Tem Hansen, sum í fjør spældi við Fremad Amag­ er, gjørdi av at sk­ifta upp til super­ liguna heldur enn niður í triðbestu deildina. Og hóast hann enn ik­k­i hevur bitið seg fastan á liðnum, so hevur Tem sagt, at hann sær hetta sum sín møguleik­a til meira super­ ligubólt í framtíðini. Dansk­a superligan er farin í gongd aftur. Við evstamark­ ok­k­ara høvdu bláu vík­ingarnir júst tapt 4­1 móti FCK, og fjarstøðan upp til bjarging var heili níggju stig. So eink­i er at ivast í, at stríðsandin, sum serliga Christian hevur víst á føroysk­a A­landsliðnum, verður neyðugur, um várið sk­al bjarga superligutilveruni. ---------------------------------------- Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo