leygardagur 23. juni 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 118 - 23. juni 2001
Nr. 118 - 23. juni 2001
25
gult24 cyan24 magenta24 svart24
gult25 cyan25 magenta25 svart25
FØROYA
BETONG SAGING
Gerðisvegur • 620 Runavík • Tel. 447543 • Fax 448898
v/Hjaltur Tausen
Sosialurin - 311820
VEGG SAGING
Hurðar,vindeygu,
veggir, garðar o.a.
GÓLV SLÍPING
GÓLV SAGING
Rennir, keiøki, asfalt,
upptøka og burturbeining
o.a.
HOL SAGING
Frá Ø 24 mm.
til Ø 450 mm.
GÓLV FRESING
Nýggj tænasta til allar havnir í Føroyum.
Nú bora vit eisini hol í allar støddir av dekkum
til fríhold.
ORKU TIL VØDDARNAR - KROPPIN Í JAVNVÁG
HITA · MASSAGU · LINNA
Elin Danielsen
Útb. fysioterapeutur
Dr. Jakobsensgøta 22
100 Tórshavn
Tlf. 21 44 77
Eingin sáttmáli er við Sjúkrakassan
stephanssons hús
Rætti bilurin til mong endamál.
Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri.
2.9 Dohc Turbo-Diesel16 V, 126 HK, 5 hurðar
CARNIVAL
Sosialurin - 311820
Tel. 310 600
Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi
kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Í Fólkaskúladeildini eru fólkaskúlarnir (uml. 60 í tali), Landsmiðstøðin fyri undirvísingaramboð, Musikkskúlar, Sernámsfrøðiligt virksemi,
Føroya Skúlabókagrunnur,Føroya Fólkaháskúli,Húsarhaldsskúli Føroya og frítíðarundirvísingin.
Starvið:
Nú deildarstjóri okkara fer úr starvi fyri aldur, er eitt
áhugavert og fjøllbroytt starv sum deildarstjóri leyst
at søkja í Fólkaskúladeildini.
Mentamálastýrið er skipað í 3 deildir: Fólkaskúla-
deild, Vinnu- og Miðnámsskúladeild og Menta-
máladeild.
Høvuðsuppgávurnar hjá Fólkaskúladeildini eru at:
•
Fyrisita hægru umsitingina av fólkaskúlanum og
øðrum skúlum og stovnum
•
Leggja til rættis og menna útbúgvingarnar og
stovnarnar á økinum
•
Ráðgeva og vegleiða í spurningum innan økið,
gera uppskot um lógir, kunngerðir, reglur o.a.
•
Samskipa virksemið við tilknýti til økið við aðrar
deildir, stovnar og áhugabólkar
•
Fremja samstarv við aðrar skúlar o.o., ið varða av
økinum
Deildarstjórin er leiðari á Fólkaskúladeildini,og hevur
ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini av
deildini og teimum útbúgvingum, ið eru og koma á
økinum. Deildarstjórin skal tryggja, at nevndu
uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum
stigi, og at bygnaður og mannagongdir eru í
samsvari við nútímans krøv.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at umsøkjararnir hava
•
Viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla ella
læraraútbúgving við viðkomandi eftirútbúgving
•
Leiðsluroyndir frá tí almenna ella privata
arbeiðsmarknaðinum
•
Góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt menn-
andi leiðslustíl
•
Førleika til at menna samstarvið við aðrar skúlar
og aðrar áhugabólkar
•
Vilja og evni til at royna nýggjar leiðir
•
Áhuga fyri avbjóðingum
Vit bjóða:
Mentamálastýrið mennist alsamt, og verður tú
sjálv/sjálvur í stóran mun við til at skapa starvið.
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við
nógvum samskifti inn- og úteftir, umframt uttan-
landssamstarvi.
Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi og møgu-
leikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning
eru góðir.
Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi
tætt saman við politisku myndugleikunum og
stovnum innan undirvísing, gransking og mentan.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggar-
málastýrið og viðkomandi yrkisfelag.
Møguleiki er fyri, um so er at umsøkjari er
tænastumaður frammanundan, at halda fram sum
tænastumaður. Starvið verður lønt ájavnt 37.
lønarflokki hjá Tænastumanna-felagi Landsins.Talan
kann møguliga verða um, at starvið verður
áramálssett, t.d. í 5 ár, við einum lønarískoyti sum
partarnir samráðast um.
Viðmerkjast skal, at setanarøkið fatar um aðalstýrini
og Løgmansskrivstovuna.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til:
Mentamálastýrið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 25.
juni 2001. Starvið verður sett frá 1. august 2001 ella
eftir nærri avtalu.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til
Petur Petersen, aðalstjóra í Mentamálastýrinum, á tlf.
Deildarstjóri til
Fólkaskúladeildina
Mentamálastýrið
Tann føroyski Hárfríðkanarskúlin
Tann 01.09.01 taka vit 3 næmingar inn.
Krav: 9. flokkur. Tú skalt somuleiðis dáma væl at fáast við hár og smyrsl.
Tú kanst læra í eitt ella tvey ár.
1. árið fevnir um:
• fatan av tilfari, stíl, form og farvu
• reinføri
• søla & tænasta
• ergonomi
• hárvask
• høvðurbotnsmassaga
• permanent
teori og praktik
• farva
teori og praktik
• klipp av damum og harrum
• uppsetan av hári
Árið endar við roynd.
2. árið er framhald og fevnir um:
• vatnondullatión
• serliga klipping
• serliga uppsetan (t.d. brúðar- og veitsludám)
• brýr og vippur
• smyrsl og kunstigar negl
• piercing
• og nógvar erfaringar
Árið endar við roynd og diplom um royndin er lokin
Skriva nøkur orð um teg sjálvan og send tað til
Tann føroyski Hárfríðkanarskúlin
Niels Finsensgøta 10
110 Tórshavn
Astmadagur í
Apotksútsøluni
í Runavík
Mikudagin 27. juni kl 10.00 - 17.30
skipar Apoteksútsølan í Runavík fyri
ymiskum tiltøkum í samband við astma.
· Peakflow máting ·
· Koliltumáting ·
· Nýtslu av astmatilbúningum o.ø. ·
C
M
Y
K
25
24