fríggjadagur 28. mars 2008síða 56
‹ fyrra síða allar 115 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
56 FÓTBÓLTUR 2008
Jónas Tór Næss og
Johan V. Gunnarsson
vilja heldur sleppa á
vøllin, enn at fáa
nakrar krónur í
kassan
Báðir eru teir føddir í 1986. Annar
er høgri bakkur og hin vinstri
bakkur.
Báðir
spældu
teir
í
Formuladeildini
og
á
U21-
landsliðnum, men nú royna teir
eydnuna í Køge sum liggur í
næstbestu donsku deildini. Talan er
um Jónas Þór Næss og Johan V.
Gunnarsson.
Teir eru tveir av fleiri føroyingum,
sum royna seg í donskum fótbólti,
men tað sum skilir teir frá hinum
føroysku fótbóltsútisetunum er, at
teir spæla uttan at fáa pengar
afturfyri.
– Hjá mær er tað soleiðis, at
spælitíð vigar hægri enn pengar
beint nú, sigur Jónas Þór Næss, sum
ikki afturvísir, at hann nokk hevði
kunnað fingið ein sáttmála við eitt
felag,
har
møguleikarnir
fyri
spælitíð ikki høvdu verið eins góðir.
Men Køge vísti stóran áhuga fyri
teimum báðum føroyingunum, sum
vóru vælmóttiknir í hugnaliga
felagnum. Tískil gjørdu teir av at
skriva undir áhugasáttmála við
felagið, har útlit eru fyri spælitíð á
høgum støði.
Venjari hjá Køge er fyrrverandi
føroyski landsliðsvenjarin Henrik
Larsen. Hetta metir Jónas vera ein
fyrimun hjá honum og Johan.
– Hann er ein fantastiskur venjari.
Menniskjasligur og dugir væl at
tosa við leikararnar. So kom tað
eisini væl við, at hann visti hvørjir
vit vóru, tá vit komu til felagið. Tað
einasta keðiliga er, at Henrik skilir
nakað av føroyskum, so eg og
Johan mugu ansa eftir hvat vit siga
við hvønn annan, flennir Jónas.
Nú er avmarkað hvat Jónas og
Johan hava sagt við hvønn annan,
tí Johan hevur verið skaddur síðani
januarmánað. Tískil hevur hann
verið nógv heima í Føroyum.
– Men nú gongur betur hjá mær,
og eri byrjaður so smátt at venja
aftur, sigur Johan V. Gunnarsson,
sum trívist væl í Køge saman við
Jónas.
---------------------------------------
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Gullið er
ein møgu-
leiki
Jón Rói Jacobsen
hevur møguleika at
verða triði føroy
ingurin, sum vinnur
DMgull í fótbólti
Jákup Mikkelsen gjørdi tað í
Herfølge, og Todi Jónsson
hevur fleiri ferðir gjørt tað í
FCK.
Í summar fæst at vita, um
Jón Rói Jacobsen verður triði
føroyingurin, sum vinnur
danskt gull í fótbólti.
Hóast hann ikki so ofta
hevur verið millum teir
fyrstu 11 á vøllinum, so
hevur føroyski verjuspælarin
støðugt verið partur av
hópinum hjá AaB hetta
kappingarárið.
Í heyst var felagið støðugt
partur av oddastríðnum í
dysti við FCK, og enn er so
einki sum helst avgjørt
teirra millum. Og við verandi
støðuni í huga er væl hugs
andi, at talan verður um satt
DMbrak, tá AaB tann 12.
mai kemur á vitjan í Parkini.
Og tó at Jón Rói enn ikki
verður roknaður millum
føstu nøvnini á vøllinu, so er
lítil ivi um, at føroyski verju
spælarin eisini fær sítt at
síggja til í vár. Í eini kapp
renning, har DMgullið
stendur upp á spæl, er ofta
brúk fyri einum sterkum og
breiðum hópi, og so er at
taka kjansin, tá hesin býðst.
------------------------------------
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast plássið í hópinum
langt ífrá er fast, er Jón
Rói partur av liðnum, sum
stríðist við FCK um DM-
gullið
Atli Danielsen er
ein av stuðulsspæl
arunum í danska 1.
deildarfelagnum
Frem, sum í fleiri
ár hevur havt
fíggjarligar
trupulleikar
Seinasta árið hevur klaksvíkingurin
Alti Danielsen spælt fyri danska 1.
Deildarfelagið Frem, sum hevur sín
heimavøll í Valby í Keypmanna-
havn.
Tað hevur gingið væl hjá Atla í
Frem, men felagið sjálvt hevur havt
trupulleikar at stríðast við seinnu
árini. Eftir uppflytingina til superlig-
una fyri nøkrum árum síðani satsaði
felagið stórt, men tað miseydnaðist,
og felagið flutti niður aftur – við
stórari skuld.
Júst í hesum døgum roynir felag-
ið at minka um sína skuld við eini
tvangsakkord, sum skiftirætturin
skal góðtaka. Felagið roknar við, at
akkordskipanin fer at bjarga felag-
num burtur úr fíggjarliga óførinum,
sum hóttir felagið.
Varðveita plássið
Á vøllinum snýr uppgávan í summar
seg um at varðveita plássið í 1.
deild. Orsaka av fíggjarligu trupul-
leikunum hevur Frem ikki kunna
gjørt sáttmálar við nýggjar spælarar,
og tá ið onkrir spælarar eru farnir
burtur av, hevur liðið ikki tað styrk-
ina, sum tað kundi ynskt sær.
Millum annað hevur felagið havt
trupulleikar á málmansplássinum,
síðani Jørgen Nielsen valdi at gev-
ast, men garvaði málmaðurin hevur
nú játtað at hjálpa felagnum restina
av hesum kappingarárinum.
Fleiri av teimum spælarunum,
sum hava mannað liðið seinasta ár-
ið, eru framvegis tøkir, og ein teirra
er Atli Danielsen, sum hevur átt fast
pláss á miðvøllinum hjá Frem. Tí eru
vónirnar hampuligar um, at Frem
fer at varðveita sætið í 1. deild, sam-
stundis sum arbeitt verður við at
rysta fíggjarliga trupuleikarnar av
sær.
----------------------------------------
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Atli stríðist í felagi
við trupulleikum
Spælitíð fram um pengar
Hóast Frem er í truplari fíggjarligari støðu, so hevur tað gingið væl hjá Atla Danielsen
ítróttarliga