mánadagur 31. mars 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 31. mars 2008
37
LÝSINGARTORGIÐ
Lýsingartreytir fyri ókeypis
lýsingar:
Privatar lýsingar í mesta lagi 40
orð, bert ein lutur í hvørjari lýsing,
hægsta søluvirði 20.000 kr.
Lýsingar, gjaldast skal fyri:
Frá fyritøkum og virkjum.
Lýsingar undir teigunum:
»Dansur«, »Fundir« og »Matur«
Bill. merktar.
Minsta gjald fyri lýsingar:
70 kr. við MVG hvørja ferð.
Akfør
AKFAR
Ein Kia sephia biliga til sølu. Bilurin
koyrir væl, hevur nýtt útstoyt.
20.000
320278
MUSTANG
Mustang 2040 (mini lessari) árg. 97
til sølu. Hevur 40 hk motor, og t-bar
styring. Skuffa, gafflar og eykahjul
fylgja við.
595910
2 BILAR TIL SØLU
1 Mitsubishi Carisma 1.6 bensin og
1 Peugeot 106 1.5 diesel, árg. 1996.
15.000 kr. pr. stk.
Tlf. 270483
BRUKTUR SKUTARI
Væl bruktur skutari ynskist til keyps.
jogvanha@post.olivant.fo
ella Tlf. 333066 eftir kl 1900
TIL SØLU
Mitsubishi L200 Strada 4x4 2,5 TDI,
árg. des. 1999, koyrt ca 142.000
km, Dupulta kabinu.
Tlf. 222241
TIL SØLU
Ford Mondeo árg. 1996 í góðum
standi. Prísuppskot kr. 15.000,-
Tlf. 221131
Alt til akfør
SUMMARDEKK TIL SØLU
Eitt sett av summardekkum 215/40-
17, 5 hol passa til BMW, til sølu fyri
4000 kr.
Tlf. 756246 eftir kl. 16
DEKK TIL SØLU
4 píkadekk á felgum – sera lítið
brúkt – til Ford Focus til sølu. Prísur
2500,-
Tlf: 213032
HEILÁRSDEKK
4 Nýggj heilársdekk 175/70-R13
1.900 krónur.
Tlf. 213209
Arbeiði
MÁLARAARBEIÐI
Søkt verður eftir fólki til
málaraarbeiði. Fólk við royndum
hava fyrimun. Góð løn verður givin.
Tlf. 212251
ARBEIÐI YNSKIST!
27 ára gamal Havnarmaður ynskir
arbeiði, alt hevur áhuga, havi
koyrikort til persónbil og trukk.
Havi gódar royndir sum trukkførari.
Vinarliga ring á
TLF. 587326
MÁLARAARBEIDI
Vit átaka okkum at mála tekju og
hús tykkara í summar. Ring og fá
eitt tilboð.
509409-595331.…
malaraarbeidi@hotmail.com
Barnaútgerð
SKINNPOSI YNSKIST
føroyskur, gráur skinnposi ynskist
til keyps.
Tlf. 521833, Elly
NÝGGJUR EMMALJUNGA
CEROX
so gott sum nýggjur emmaljunga
cerox jungle/pink er bert 6mdr.
Liturin fæst ikki longur. Til sølu fyri
3800kr. Nýprýsur 4900kr.
Ring/sms 274472
KOYRISTÓLUR
av merkinum »Bozz Flexi« til
sølu. Keyptur nýggjur í 2007. Lítið
brúktur og sær út sum nýggjur.
Prísur: 1.800 krónur.
Tlf. 282821
Bátaútgerð
BÁTUR YNSKIST
Glasfipur bátur 6, 8 ella 10
mannafar ynskist til keyps.
Tlf. 0045 30249264
Bingo
BINGO
Bingo verður í Pállstovu hósdagin
3. apríl kl. 19. Full Pláta 500 kr.
Burturluta verður flogferð.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Kyndil
FRÁ STRÁLUNI
Gott bingo verður á Strondum
sunnudagin 6. apríl kl 16. Burtur-
lutað verður m.a. tvey gávukort á
1000kr og føroysk turr tjógv. Eisini
vera lúkur at lata upp.
Strálan
ONKI BINGO VERÐUR
Í Havnar klubba mánadagin 31.
august.
Astma- og allergifelagið
BINGO
verður í neystinum í Streymnesi
mánakvøldið 31. mars kl. 19.00.
Bingola verður spælt.
H. S. R.
Burturm. /funnið
LYKLAR FUNNIR VIÐ
GUNDADALSHØLLINA
2 systemlyklar, ein vanligur Ruko og
ein kuffertlykil. Eigarin biðist ringja
Tlf. 597000
Býli í Føroyum
ÍBÚÐ TIL LEIGU
Frammi í Dali 2 í Kollafirði til leigu,
140 fermetrar, stova, køkur og 4
kømur.
Tlf. 448105
ella 591259
SUMMARHÚS Á VIÐAREIÐI
TIL LEIGU
Eini hugnalig summarhús eru
til leigu á Viðareiði fyri styttri
tíðarskeið í senn. Húsini eru í
góðum standi og hava allar vanligar
hentleikar. Vit eru til reiðar at taka
ímóti tygara bíleggingum.
Ringið tlf. 451028/751028
HÚS/ÍBÚÐ!!!!
Vit eru eitt par við 2 børnum, sum
leita eftir íbúð ella húsið í Havn
ella á Streymoy at leiga frá juni/juli.
Vinarliga ring á
tlf: 0045-31126028
ella teldupost: brm@os.dk.
ÍBÚÐ TIL LEIGU
Íbúðin er ca 80 fermetrar, har er
køkur, wc, gongd, stova, kamar,
hjúnarkamar og felagsvaskirúm.
Íbúðin liggur úti á Argjaboða. Til
leigu fyri 7500 + el
Ringjast kann til 310620
ella 564005
HÚS Á TVØROYRI
Eldri nýrenoveraði hús á Tvøroyri
til sølu. Myndir av húsunum kunna
síggjast á www.123hjemmeside.
dk/rannva-joensen. Áhugað kunnu
ringja til
221438 ella 213296
ÍBÚÐ YNSKIST TIL LEIGU.
Ung genta ynskir íbúð, eg gangi í
skúla í Havn, eri friðarlig og royki
ikki.
507883-361638
HÚS/ÍBÚÐ YNSKIST
Hús ella íbúð ynskist í vágum. Fari
væl um og havi fast starv.
Tele 253765 best eftir kl 18
ÍBÚÐ/HÚS SØKIST
Mamma við 2 børnum søkir íbúð
ella hús í Havn, helst í vesturbýnum,
má helst hava 3 kømur. Frá 1.
juli 08. Royki og drekki ikki. Max
5.000,- um mánan. Fari væl um og
gjaldi sjálvandi til tíðina.
Tlf. 212023
UNGT PAR
ynskir kamar ella lítla íbúð í Havn.
Vit eru friðarlig, roykja og drekka
ikki og gjalda til tíðina.
Tlf. 583418
ÍBÚÐ Í HAVN
Ung kvinna (pedagog) søkir íbúð í
Havn. Ringjast kann til 271472 ella
teldupost: ibudhavn@hotmail.com
Tlf. 271472
UNG KVINNA SØKIR ÍBÚÐ
í høvuðsstaðarøkinum skjótast
gjørligt. Eri friðarlig, havi fast starv
og gjaldi til tíðina. Max 4.500
krónur um mðr. við ljós og hita.
Vinarliga ring
tlf. 580017
KAMAR TIL LEIGU
Eitt kamar er til leigu. Talan er
um sethús við seks kømrum.
Atgongd til tvey wc/bað, felags
køkur og uppihaldsrúm, tráðleyst
internetbreiðband, sjónvarp v/
televarpshaldi og felags vaskirúm
við vaskimaskinu og turkitrumlu.
Kostnaður ávikavist 2.300 kr um
mánaðin við ljós og hita:
584107
FRÍTÍÐ VIÐ GJÓGV
Vælhildin gomul hús við Gjógv við
øllum hentleikum til leigu -styttri
tíðarskeið, alt árið.
Tlf. 213423, 594700
ella 423138
KAMAR TIL LEIGU
Eitt kamar er til leigu. Talan er
um sethús við seks kømrum.
Atgongd til tvey wc/bað, felags
køkur og uppihaldsrúm, tráðleyst
internetbreiðband, sjónvarp v/
televarpshaldi og felags vaskirúm
við vaskimaskinu og turkitrumlu.
Kostnaður ávikavist 2.300 kr um
mánaðin við ljós og hita Telefon
584107
584107
Býli uttanlands
SUMMARFRÍ Í BULGARIA
Leiga íbúð við 8 seingjarplássum
í nýggjum fyrsta floks hotelli
– og íbúðarkompleksi við Svarta
Havið. Td.1 vika í juni kr. 4.500,-.
Møguleiki fyri bíligum flogferða-
seðlum. Um fleiri familjur ynskja at
ferðast saman, kunnu fleiri íbúðir
útvegast.
tlf. 590453,
solferia@gmail.com
SÓL OG SUMMAR Í ALANYA
2 110 fermetra íbúðir í Alanya
til leigu v/ svimjihyli og øllum
hentleikum. 4-6 fólk pr. íbúð.
Bólkatilboð í vetrarhálvu. 3.500
kr/viku í summarhálvu. Beint við
strond og innkeypsmiðstøðir.
Tlf. 317580 ella 517580
Dansur
TØKUM LÆTT
Byrjað verður aftur at dansa nú
sunnukvøldið tann 30. mars kl 20.
Tekningarlistin til Havleik 2008
liggur frammi.
Nevndin
Dýr
ALASKA MALAMUT
Vit søkja ein hann - Alaska
Malamut - til okkara tík. Um tú
eigur ein, vinarliga ring
266425 ella 260253
ÍSLENSK RYSSA
10 ár, fín fjalla ryssa og myrka brún.
Ring og hoyr nærri á 509448
ella 511545
RÍÐIÚTGERÐ
Góður ríðingarsaðil til sølu fyri
2.500,00
Hondgjørdur gongulagsaðil í besta
standi til sølu fyri 5.000,00
Seðlatoy til íslandsross (ongantíð
brúkt) til sølu fyri 1.500,00.
Tlf. 587203
HEY!
Vit eru tveir sera fittir hvølpar
undan góðari tík, ið ynskja eitt gott
heim. Vit eru klárir at lata í viku 18.
Tlf. 375550 ella 215550
MJÓLKINEYT
3 1/2 ára gomul kúgv, sum kálvaði
fyrsta kálv í juni 2007, til sølu.
Tlf. 213415
TÍKARHVØLPUR FÆST
Eg eri ein sera fittur tíkarhvølpur
undan lítlari tík og eg eri von við
børn.
Tlf. 441892 ella 441993
HEY!
Er tad nakar, ið hevur ein golden
retriver til sølu? so eri eg áhugað.
Tlf. 270321
RYSSA TIL SØLU
3 1/2 ára gomul íslendsk ryssa til
sølu. Ring 214247 og fá meir at
vita.
Tlf. 214247
UNDULATAUNGAR
Tríggir undulataungar til sølu fyri
200 kr. stk.
Tlf. 454454 ella 258634
HEY HEY
Er tað nakar, sum hevur eina
gásabøgu til sølu.
Vinarliga ring 212434
FÝRA FITTIR
hundahvølpar ynskja eigara.
Tlf. 598060
Fartelefonir
Z520I
Klapptelefon við ladara til sølu fyri
600 krónur. Bluetooth, infrarød,
myndatól, internet og nógv annað.
Tlf. 547323, 421410
ella 721410
Fundir
FRÁ HEILAFELAGNUM
Felagið fyri apopleksi- og afasirakt.
Aðalfundur felagsins verður sum
áður lýst mikudagin 2. apríl kl.
19.00 í BMF-húsinum, Íslandsvegur
10, Tórshavn. Skrá sambært lógum
felagsins.
Nevndin
AÐALFUNDUR
verður í hølum felagsins 14.
apríl 2008. Skrá sambært lógum
felagsins.
Miðvágs Róðrarfelag
PENSIONISTAFELAGIÐ Í HAVN
hevur fund í Losjuni, Tinghúsvegur
18, mikukvøldið 2. apríl kl. 19.00.
Sigvald Kristiansen, næstformaður
Landsfelag Pensionista, greiðir frá
Samnordisk Pensionärkultur, sum
verður í Tórshavn í døgunum 4.-
10. august í ár. Spurningar verða
svaraðir.
Nevndin
FRÁ JÓMSVÍKINGUM
Aðalfundur felagsins verður í
Jómsborg sunnudagin 13. apríl kl.
17. Skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin
FRÁ EIGARAFELAGNUM
VESTURI Á FLAT
Aðalfundur felagsins verður 23.
apríl 2008 kl. 20 í Býlingshúsinum.
Skrá smb. lógum felagsins.
Nevndin
AÐALFUNDUR HJÁ VEST
MANNA ARBEIÐARAFELAG
Ársaðalfundur felagsins verður á
Fjørukrónni leygardagin tann 12.
apríl 2008, klokkan 16. Dagsskrá
sambært lógum felagsins.Um
neyðugt verður eykaaðalfundur
hálvan tíma seinni.
Nevndin