Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 62 - 1. apríl 2008 SAMBAND kári MikkelSeN kAriM@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 tíðindi Sov nú, lítla Marna Lý Tá fyrsta barnið hjá Dagfinn og Esther varð borið til dópin, gjørdi pápin ein sang til hetta høvið. Tá næsta barnið hjá tí tónleikahug­ aða pápanum varð doypt, lá tað eins og ein skylda á honum at halda fast við góðan og gamlan sið. Úrslitið varð hesin fitti sangurin. Sigast skal, at stórasysturin, Tórgerð hevur gjørt tvær tær fyrstu reglurnar. Nú mást tú sova Nú mást tú sova Tí tú ert so móð nú Einglar smáir lova tær himnabúð at sova Elskaða, eitt undur Vita einglar mundu Ró nú náttin stundar Fljóð nú søttligt blundar Royn tú bert at blunda Lúr so nøkulunda Sov tær hugatúrar Millum sker og flúrar Yvir vøggu vekja Einglar Guðs, ið rekja Burtur fløkjur allar Tá ið svøvnur kallar Vøkur tú her liggur Barnasvøvnur tryggur Yvir bygd og bý Fer dreymaleið tín blíð. Orð og lag: Dagfinn Olsen, mars 2008 Tað er als ikki vanligt at børn verða doypt í Hoyvíkar kirkju ein leygardag. Eitt undantak varð kort­ ini gjørt seinasta leygardag Barnadópur Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Hoyvík: Á middegi henda dagin varð lítla Marna Lý Dagfinsdóttir Suðuroy úr Vági doypt av pápabeiggj­ anum, Theodor Olsen, presti í Kvívík. Hon var annars borin í heim 19. desember í fjør, og skuldi henda dagin verða borin til dópin í nýggju kirkjuni í Hoyvík, hagani pápin eisini er ættaður. Hetta var ein vanligur barnadópur sum allir aðrir fyri tann, ið ikki visti betur. Men kortini vóru ávís viður­ skifti, ið brutu frá. Presturin sjálvur, ið er yngri enn pápin, varð sjálv­ ur doyptur í dópskjólanum hjá lítlu Marnu Lý. Hesin var uppaftur brúðarkjólin hjá mammu teirra og altso ommuni, sum henda dagin somuleiðis varð uppkallað. Tað, sum kortini breyt mest av við barnadópinum henda dagin, var dópsvatnið. Tað var ikki vanligt krana­ vatn, men var tikið úr ánni Jordan í Ísrael eitt árið, tá mamman at barninum var í kibbutz í Heilaga Landinum. Vatnið var altso úr somu ánni, har Jesus varð doyptur fyri 2000 árum síðani. Marna Lý var heldur ikki fyrsta barnið, sum er doypt við hesum vatninum. Eldra systurin, Tórgerð varð somu­ leiðis doypt í hesum ser­ staka vatninum og ein onnur genta. Aftaná barnadópin fóru Marna Lý, foreldur hennara, stórasysturin og øll familjan umborð á strandfaraskipið Smyril til eina hugnaløtu. Um kvøldið vóru øll aftur í Vági. Pápabeiggi Marnu Lý, Theodor Olsen, sum er virkandi prestur í Kvívík doypti barnið Til høvið hevði pápi Marnu Lý, Dagfinn Olsen (vinstrumegin), gjørt ein sang - og hann varð sjálvandi sungin í Hoyvíkar kirkju henda dagin Marna x 2. Ein errin omma við lítlu Marnu Lý Børnini vildu fegin vera við, tá dópurin fór fram Dópsvatnið kom úr Jordan-ánni