týsdagur 1. apríl 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 62 - 1. apríl 2008
tíðindi
Tá Ann Dahl Hansen
varð vígd sum prestur
í Dómkirkjuni í Havn
sunnudagin, var hon
tann sætta kvinnan í
Føroyum, sum hevur
fingið prestakraga.
Allir seks kvinnuligu
prestarnir vóru til
staðar við vígsluna
sunnudagin
Prestar
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Elsa Funding var tann fyrsti
kvinnuligu føroyski prest
urin fyri góðum 30 árum
síðani, Marjun Bæk tann
næsta smá níggju ár seinni,
og síðani eru Sonja Klein,
Inga
Poulsen
Dam
og
Marjun Lómaklett eisini
prestvígdar. Síðsta skotið á
kvinnuligu preststammuni
er 31 ára gamla, Ann Dahl
Hansen, sum loysir Kristine
Hestbech av, ið – eins og
Ann Dahl Hansen – virkaði
sum avloysari fyri Marjun
Lómklett. Síðstnevnda er í
longdum barsilsfarloyvi.
Við Ann Dahl Hansen,
sum er tann sætta kvinnan í
røðini, er eitt met sett í
føroyskari kirkjusøgu, tí tað
er fyrstu ferð, at so nógvar
føroyskar
kvinnur
hava
ognað sær prestakraga.
Jógvan Fríðriksson, bisp
ur,
ið
vígdi
nýggjasta
prestin í Føroyum, er sera
fegin um gongdina.
Eg gangi fult og heilt
inn fyri javnrætti millum
menn og kvinnur í fólka
kirkjuni og harvið fyri
kvinnuligum
prestum.
Kvinnur hava bæði dugnað
og gagnað kirkjuni, og tær
hava gjørt embætið meiri
fjølbroytt, tí tær hava nakrar
styrkir fram um okkum
menn. Til dømis tá tað
kemur til sjúklingar, so eru
kvinnurnar betri til at takla
sítt egna kyn í sambandi
við ávísar kvinnusjúkur. Og
sum heild eru tær góðar til
tey
bleytu
virðini
og
familjuna, sigur
Jógvan
Fríðriksson.
Bispur heldur eisini, at
kvinnurnar hava dugað sera
væl at avmystifisera tað at
vera
prestur,
og
hvat
embætið gongur út uppá.
Nú er tað tó ikki soleiðis,
at bara tí ein prestur er
kvinna, so er tað per
automatikk best. Als ikki.
Tað eru fyrst og fremst teir
fakligu og menniskjansligu
førleikarnir, ið hava størst
týdning, sigur bispur.
Koma enn fleiri
Jógvan Fríðriksson ivast
ikki í, at hetta rákið við
fleiri kvinnum í prestakjóla
bara fer at vaksa.
Hetta kemst sjálvandi av,
at alt fleiri kvinnur fara undir
útbúgvingina. Í løtuni lesa
fleiri kvinnur gudfrøði í
bæði Danmark og Noreg,
har
tað
eisini
starvast
kvinnuligur, føroyskir prest
ar, sigur Jógvan Fríðriksson.
Nýggi, føroyski bispurin
ætlar sær ikki at blása
orðaskiftið um kvinnuligar
prestar av, men ivast ikki í,
at hetta orðaskifti hoyrir til
eina farna tíð, og sum
frálíður helst fer at hvørva
av sær sjálvum.
Tað er munur á at taka
eitt orðaskifti innanhýsis í
kirkjuni, og at fara út í
almenna rúmið við hesum
orðaskiftinum.
Tað
er
sjálvandi lættari at vera
samdur enn ósamdur, men
vit eiga eisini at kunna vera
ósamd og kortini vera í
rúmi saman. Eg haldi, vit
eiga at skifta orð um hetta
innanhýsis og standa saman
sum kirkja, tí hvussu kunnu
vit geva pláss fyri øðrum,
um vit ikki geva pláss fyri
okkum
sjálvum?,
spyr
Jógvan Fríðriksson.
Hann vísir á, at sum hann
minnist, setti ongin spurn
artekin við, at Elsa Funding
varð
sett
sum
fyrsti,
kvinnuligi presturin fyri
meiri enn 30 árum síðani.
Hetta við mótstøðuni
móti kvinnuligum prestum
er komið nógv seinni. Johan
Weihe, sum minnist meg
rætt, tá var prestur á Tvør
oyri, var formaður í Heima
missiónini, og hann tók
sera væl ímóti Elsu Fund
ing, og tey fyrimyndarligt
samstarv sínamillum, sigur
bispur.
Elsa Funding varð vígd
7. august 1977, tá David
Johannesen eisini varð inn
settur
sum
prestur
í
Vágum.
Um nýggja prestin, Ann
Dahl Hansen, sigur Jógvan
Fríðriksson, at hon er bæði
dugnalig og nærløgd og
hevur havt tað sum ein
lívsdreym at gerast prestur.
Tað var bispur, ið stóð
fyri vígsluni sunnudagin,
meðan Bjarni Bæk, próvst
ur, innsetti nýggja prestin.
Umframt bisp og próvst
vóru 15 prestar – harav
tveir pensjóneraðir – til
staðar við vígsluna sunnu
dagin. At ikki allir 20
virkandi prestarnir vóru til
staðar,
heldur
Jógvan
Fríðriksson ikki skal takast
sum, at teir sjey, ið ikki
vóru til staðar, eru ímóti
kvinnuligum prestum.
Onkur er ímóti, tað vita
vit. Men høvuðsorsøkin til,
at tað ikki vóru fleiri eru
konfirmatiónir og barna
dópar, sum vóru ymsaaðni í
landinum,
sigur
Jógvan
Fríðriksson.
Met í kvinnuligum prestum
Seks føroyskar kvinnur hava nú fingið prestakjóla. Aftast frá vinstru: Inga Poulsen Dam, Marjun Lómaklett og Sonja Klein. Fremst
Marjun Bæk, Ann Dahl Hansen og Elsa Funding. Umframt hesar, finnast eisini kvinnuligir, føroyskir prestar uttanlanlands
Mynd: Kári Mikkelsen
Umframt bisp og próvst luttóku 15 prestar í prestavígsluni av Ann Dahl Hansen seinasta
sunnudag
Mynd: Jens Jákup Hansen
Dómkirkjan, ella Havnar Kirkja, sum hon oftast verður rópt, var næstan fullsett undir
prestavígsluni sunnudagin
Myndir: Kári Mikkelsen