Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-01, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. apríl 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 62 - 1. apríl 2008 ] FM fyri einstaklingar varð um vikuskiftið hildið í Trongisvági, og eftir fyrsta kvøldið, var tað TBF, ið var nærum einaráðandi FÓTBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Eftir fyrsta kvøldið, var greitt, at TBF er nærum einaráðandi, tá tað kemur til yngru deildirnar. Eisini Royn eru byrjaðir at vísa tenn, eftir bert at hava vant í sløk tvey ár, og væl spurd­ ist eisini burturúr, má man siga, eftir so stutta tíð. Royn vann heili tvey triðja pláss í einmansleiki. Tá tað so er sagt, so kemst ikki uttanum, væla úrslitini, TBF hevur havt, seinastu mongu árini. TBF hevur havt eitt rimmar ungdóms­ arbeiði seinastu mongu ár­ ini, og nærum hvør einasti ungdómur dugur at halda einum batti. Serliga væl fyri liggur hjá TBF gentunum. Tær hava aftur í ár verið at kalla eina­ ráðandi, og er tað bert at frøast yvir. FM í Trongisvági Samanhald í Mikladali Síðan 2004 hava KÌ­smápiltar, sum eru føddir í 1997 og 1998 verið á sama liði. Samanhaldið hevur verið óført og úrslitini ikki minni. Fríggjadagin fóru 2 foreldur og venjararnir Olgar Danielsen og Manni Waag Høgnesen, sum báðir eiga synir á liðnum, til Mikladals. Ferðalagið helt til í Avhaldshúsinum, har undirhald var á skránni. Sjálvandi var eisini farið á FIFA Sparkivøllin í Mikladali at spæla. Leygardagin var so farið aftur til Klaksvíkar við Stranfaraskipinum Sam. Dreingirnir skulu nú hvør sína leið, tí teir sum eru føddir í 1997 fara í piltadeildina og teir sum eru føddir í 1998 framhaldandi skulu spæla í smápiltadeildini, so túrurin var ein seinasta ferð, áðrenn liðið fer í tvíningar. Enn eitt gylt prógv um, hvønn sosialan týdning fótbóltur, og ítróttur sum heild hevur, á bæði íðkarar og avvarðandi av íðkarum. Drívið á dreingir Smápinkur: Einmansleikur 1. Durita F. Jensen TBF 2. Sofía Maria Ferjá TBF 3. Rebekka Petersen TBF Tvímansleikur: 1. Durita F. Jensen/Sofía Maria Ferjá TBF 2. Lóa Farstad/Julia Mortensen TBF Smápiltar: Einmansleikur: 1. Hávar Albinus TBF 2. Dávid Mortensen TBF 3. Jóan Eli Thomsen Royn Tvímansleikur: 1. Dávid Mortensen/Hávar Albinus TBF 2. Rebekka Petersen/Jóan Eli Thomsen TBF og Royn Pinkur: Einmansleikur: 1. Lív Øster TBF 2. Durita F. Jensen TBF 3. Vár Holm TBF Tvímansleikur: 1. Anna Mikkjalsdóttir/Lív Øster TBF 2. Vár Holm/Sára Olsen TBF 3. Durita F. Jensen/Sofía Maria Ferjá TBF Piltar: Einmansleikur: 1. Eyðfinnur Jensen TBF 2. Knútur Jóannesarson Tór 3. Bjørgvin Sveinbjørnsson Royn Tvímansleikur: 1. Knútur Jóannesarson/Sveinur Nólsøe Tór 2. Eyðfinn Jensen TBF/ Bjørgvin Sveinbjørnsson Royn 3. Árnfríður Olsen Royn/ Hávar Albinus TBF