mikudagur 2. apríl 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 63 - 2. apríl 2008
Lisbet Dahl og Jesper Langberg
frá sjónvarpsrøðini ”Sommer”
vitja Alzheimerfelagið í sambandi
við aðalfundin á Hotel Føroyum
leygardagin tann 5. april.
Skráin fyri fundin verður henda:
Kl. 15.00: Aðalfundur við skrá sambært viðtøkum felagsins
Kl. 16.00: Sofus Joensen, psykiatari og næstformaður felagsins,
greiðir frá tí, ið hendir í heilanum í sambandi við demenssjúkur og
sostatt broytir atburðin, ið er so trupult at skilja hjá tí sjúka, hjá
teimum avvarðandi og hjá umhvørvinum yvirhøvur.
Síðan fara Lisbet Dahl og Jesper Langberg at siga frá, hvussu
tey fyrireikaðu seg til leiklutirnar sum alzheimersjúklingur og sum
avvarðandi. Høvi verður eisini at seta teimum spurningar.
– Møguliga framføra tey okkurt brotið úr “Sommer”.
Í steðginum millum aðalfundin og fyrilesturin er kaffi og køka at
fáa.
Limir 50 kr., onnur 100 kr., íroknað kaffi og køku.
Øll eru vælkomin
Nevndin
sansir.fo
Mynd: Mike Kollöffel, DR