Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 tíðindi Nr. 64 - 3. apríl 2008 List, bøn og kvirra Mariukirkjan: Leygardagin 12. apríl og 19. apríl verður skipað fyri bønardøgum, har tann einstaki kann siga í kvirru og hugsa um Guds orð. Samstundis við hetta kann ein gerast varugur við síni listarligu evni, meðan ein hugnar sær saman við hinum luttakarunum. Bønardagurin byrjar kl. 14 og varir fram til kl. 19. Av tí at luttakaratalið er avmarkað er neyðugt at tekna seg hjá Sr. Mariu í Mariukirkjuni í Havn. Ungdómstúrur til summarvegin Oasan: Nakrir ungdómar úr samkomuni Oasuni í Hoyvík ætla sær í summar at vitja tað norska toymið, sum vitjaðu tey á páskum í ár. Í hesum sambandi er ætlanin luttaka á eini legu sum á norskum kallast SOMMER VEJEN. - Eg havi ikki luttikið á hesi leguni áður, men eg havi sæð eina stóra broyting hjá teimum sum hava verið við. fyri tey var hetta eitt upplivilsi og eitt kick fyri andaliga lívið, sigur ungdómsleiðarin, Trygvi Dam. Farið verður av Havnini 30. juni og verður tey aftur 16. juli. Í kvøld byrjar árs­­ fundurin hjá Heima­ mis­s­iónini. Tey s­einnu árini hevur hes­in fundurin verið hildin í leguhús­inum í Nes­vík, men verður í ár aftur í høvuðs­­ s­taðnum. Heima­ mis­s­ións­vinir í tús­­ undatali úr øllum landinum og í øllum aldrum s­avnas­t um vikus­kiftið til møtir, framløgur, orðas­kifti og felags­s­kapin Ársfundur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: – Vit hava valt at flyta Ársmøtið til Havnar, millum annað fyri at gerast sjónligari í høvuðsstaðnum, sigur Vagn Foldbo, aðal- skrivari hjá Heimamissió- nini. Hetta størsta einstaka tiltakið hjá hesi rørsluni er eitt av teimum, sum fólk kring alt landið síggja fram til. Teir dagarnar, sum árs- fundurin er, hava tey eitt ríkt høvi at hitta fólk úr øllum landinum. Eitt slíkt vikuskifti hittast í túsundatali av Heimamissi- ónsvinum til tey mongu ymisku tiltøkini. Síðani leguhúsið varð vígt hevur ársfundurin verið í Nesvík, men har gera ávísar avmarkingar seg galdandi í tí praktisku fremj- anini av teimum mongu og ymisku tiltøkunum. Hølini í leguhúsinum eru ikki nóg stór til kvøldmøtini, og tí hevur ofta verið sera trongligt í húsinum hesar løturnar. Tí varð avgerð tik- in um at flyta tey aftur til Havnar. - Við at hava ársfundin har, kunnu vit rúma nógv fleiri fólkum, sigur aðal- skrivarin Vagn Foldbo. Og hann leggur aftrat: - Og so fáa vit eisini gjørt okkum sjónligari í høvuðs- staðnum og millum føroy- ingar í síni heild. Ársfundurin verður hildin partvíst í Vesturkirkjuni og partvíst í Meinigheitshúsi- num. Gav alt Tá ársfundurin hevur verið fyriskipaður, er tað altíð gjørt undir eini ávísari yvir- skrift. Heitið hesaferð er: Hann gav alt! Heitið gongur aftur á møtunum fríggjakvøldið í Meinigheitshúsinum, og leygarkvøldið og sunnu- kvøldið í Vesturkirkjuni. Tá verður heitið lýst við hesum evnum: Hann gav alt fyri einki; Hann gav mær alt, eg eigi og Hann er mín fyri- mynd. Tað verða Árni Jacobsen, Torleif Johannesen og Sím- un Jacobsen, sum fara at tala um hesi evnini. Kjarnin í øllum vikuskifti- num eru tær frágreiðingarnar og tað orðaskiftið sum leyg- ardagin verður um arbeiðið hjá Heimamissiónini. Hesa- ferð er serligur dentur lagd- ur á at gera eitt ársmøti fyri allar aldursbólkar. Úti og heima Leygardagin fyrrapart verð- ur nevniliga høvi at viðgera og skifta orð um barnaar- beiðið, ungdómsarbeiðið og arbeiðið í stýrinum fyri tey einstøku missiónshúsini kring landið. Til at lýsa hesi evnini hev- ur ein fingið Sigrun Mikkel- sen at viðgera barnaarbeiðið í dag, í morgin og um 10 ár. Ungdómsarbeiðið fer Christ- ian Joensen at viðgera, með- an Kristian Davidsen viðger stýris- og nevndararbeiðið. Seinnapartin leygardagin verða frágreiðingar givnar um arbeiðið og um fíggjar- støðuna, eins og kikarin verður settur á útimissión og gevaratænastu. Á ársmøtinum verður eisini skipað fyri einari ser- ligari barnaskrá fyri børnini. Umframt vanliga barnaskrá verður eitt stórt barnamøti í Vesturkirkjuni sunnudagin kl. 16, har boðan, kór og drama verða á skránni. Heimamissiónin skal gerast sjónligari Í eina tíð hevur verið arbeitt við spurninginum um, hvussu útimissiónarbeiðið hjá Heima- missiónini skal skipast í framtíðini. Herfyri vóru fýra mans á eini ferð í Cam- bodia, við tí endamáli at kanna umstøðurnar og møguleikarnar fyri at byrja trúboðaravirksemi í landinum. Enn er eingin støða tikin til henda spurning- in, og tað verður hann heldur ikki fyrrenn Heimamissiónsfólkið er kunnað um tað og hevur sagt sína hugsan um henda spurning. Júst hesin spurningurin verður tí uttan iva eitt av málunum, tá orðaskifti verður um arbeiðið seinnapartin leygardagin. – Vit ynsktu at taka málið upp á ársfundi- num, fyri at hoyra, hvat heimamissiónsfólk um landið siga. - Vón okkara er eisini at fáa eina hilling á, hvat fólk halda um hetta málið, sigur Øssur Kjølbro, missiónsleiðari í Heimamissiónini við Trúboðan. - Tað er ov trongligt í Nesvík. Tí flyta vit ársfundin til Havnar, sigur Vagn Foldbo, aðalskrivari í Heimamissiónini Í 1904 kom fyrsti danski trúboðarin úr Indre Mission í Danmark til Føroyar at arbeiða. Í dag eru yvir 20 lønt starvsfólk hjá Heimamissiónini, sum gjørdist føroyski í 1990. Tey løntu starvsfólkini eru: Aðalskrivari, missiónsskrivari, trúboðarar, sjómanstrúboðari, starvsfólk í útimissión, ungdómsráðgevi, barnaráðgevi, blaðfólk á blaðnum Trúboðanum, layoutfólk, forlagsleiðari, fíggjarleiðari, skrivstovufólk, fyristøðufólk fyri Leguhúsið og hjálpartrúboðarar. Kring landið gera í hundraðtali av fólki eitt trúfast og sjálvboðið arbeiði í teimum lokalu missiónshúsunum. Heimamissión í 104 ár Sangur og tónleikur hevur altíð eyðkent Heimamissiónina Mynd: mission.fo Cambodia s­kal viðgeras­t