fríggjadagur 4. apríl 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 65 - 4. apríl 2008
tíðindi
Stutt Sagt
Sólin onga
ávirkan
Vísindamenn siga seg nú
hava funnið enn fleiri
ábendingar um, at broyt
ingar í hitaviðurskiftunum
á sólini ávirka ikki veður
lagið á Jørðini. Fleiri vís
indafólk hava leingið hild
ið uppá, at teir sokallaðu
sólvindarnir ávirka veður
lagið og fyrst og fremst
hitan á Jørðini. Men vís
indamenn á lærda háskúl
anum í Lancaster siga nú,
at tað finnast eingi tekin
um, at sólvindarnir ávirk
an hitan á Jørðini.
Kanna morð
Altjóða løgreglusamstarv
ið Interpol er nú farið at
kanna morðið á bretsku
gentuna Scarlett Keeling.
Hon varð funnin deyð á
einari strond í Goa í India í
næstsíðsta mánað. Indisku
myndugleikarnir vildu upp
runaliga vera við, at Scarlett
Keeling var druknað, men
ta
frágreiðingina
vildi
mamma Scarlett ikki góð
taka. Hon kravdi nýggja lík
skoðan, og hon vísti, at
gentan var vorðin neyðtikin
og síðani druknað. Sjálv
heldur mamman, at málið
hevur samband við eitt rús
evnaharkalið, sum hevur so
stórt vald, at indiska løg
reglan royndi at dylja sann
leikan.
Gjald fyri
býar koyring
Í framtíðini fer tað kanska
at kosta pengar at koyra bil
í teimum størru býunum í
Danmark. Í Keypmanna
havn hava teir kommunalu
politikararnir
leingi
umhugsað at krevja pengar
frá teimum, sum brúka bil
inni í miðbýnum, og nú
frættist, at sama hugskot
verður umhugsað í Århus
og í Odense. Anker Boye,
býráðslimur í Odense og
fyrrverandi formaður í
danska
kommunu
felagnum, sigur við DR, at
eftir metingum fer danska
bilferðslan at veksa 70
prosent næstu 20 árini, og
tí
verða
avmarkingar
neyðugar, sigur hann.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Míni børn og míni abbabørn velja Barrack
Obama, men eg sigi ikki, hvønn eg fari at velja
(Jimmy Carter)
útlond
Sambært bretska
ákæruvaldinum ætlaðu
teir átta menninir at
leggja bumbur í minst
sjey flogfør, sum skuldu
úr London til USA og
Kanada
Hevur bretska ákæruvaldið
rætt, og hevði tað eydnast
monnunum at fremja sínar
ætlanir, hevði atsóknin kravt
fleiri mannalív enn nøkur
onnur yvirgangsatsókn. Teir
ætlaðu at leggja nakrar heima
gjørdar bumbur umborð á
minst
sjey
flogfør,
og
bumburnar skuldu so bresta,
meðan flogførini vóru á veg
úr London til ymsar býir í
USA og Kanada.
Bretska ákæruvaldið vil
vera við, at teir átta menninir
ætlaðu at spræna flótandi
spreingievni í sodavatnsfløsk
ur, og fyri at gera spreinging
ina serliga harða skuldi eitt
sindur av einum søtum
drykki sprænast í fløskurnar.
Peter Wright, sum er
ákæri í málinum, segði í
rættinum í London í gjár, at
Abdul Ahmed Ali, Assad
Sarwar og Mohammed Gul
zar vóru høvuðsmenninir
aftan fyri ætlanina. Teir báð
ir fyrru vórðu tiknir í Lond
on tann 9. august í 2006,
eftir at løgreglan hevði eyg
leitt ein fund teirra millum.
Funnu upplýsingar
Tað var heilt týðiligt, at teir
báðir vóru við til at leggja
eina
yvirgangsatsókn
til
rættis, segði Peter Wright, tá
hann las ákæruritið.
Í einum lumma hjá Abdul
Ahmed Ali fann løgreglan
eitt minniskort, og tá løg
reglumenninir koyrdu tað í
telduna, vísti tað seg, at á
kortinum vóru ferðaætlanir
hjá flogførum, sum skuldu
úr
Heathrowfloghavnini,
upplýsingar um viðføri,
trygdareftirlit
og
ymsar
aðrar upplýsigar um flog
havnina. Tað sást, at nakrar
ávísar flogferðir høvdu ser
ligan áhuga, og var talan
um flogfør, sum skuldu úr
London
til
Montreal,
Toronto, San Fransisco,
Chicago, New York og til
Washington í tíðarskeiðin
um millum august í 2006
og august í 2007. Á sam
røðuni
millum
Abdul
Ahmed Ali og Assad Sarwar
skilst løgreglan, at 18 sjálv
morðsbumbumenn skuldu
fullføra atsóknirnar.
Sambært ákæruvaldinum
vóru teir átta lidnir við fyri
reikingarnar, tá teir vórðu
tiknir. Allir teir ákærdu
nokta seg sekar.
Teir skuldu fremja heimsins
størstu yvirgangsatsókn
Í 14 ár var Glen
Edward Chapman á
deyðagongini í einum
amerikonskum fongsli
og bíðaði eftir at verða
avrættaður. Nú er
hann latin leysur
Glen
Edward
Chapman
varð dømdur til deyða í
1994 fyri at hava beint fyri
tveimum kvinnum tvey ár
frammanundan, hóast hann
noktaði seg sekan. Tær
báðar kvinnurnar vórðu
funnar myrdar í tveimum
húsum í statinum North
Carolina.
Tey næstu 13 árini sat
Glen Edward Chapman og
bíðaði eftir, at deyðadómurin
bleiv
fullførdur,
meðan
verji hansara royndi at fáa
hann frídømdan, tí alt rugg
aði ikki rætt í málsvið
gerðini.
Í nevembur í fjør kom
vend í málið, tá ein dómari
staðfesti, at Chapman hevði
ikki fingið ta løgfrøðiligu
hjálp, sum lógin tryggjar
honum, og harafturat hevði
løgreglan dult ymsar upp
lýsingar.
Nú hevur ákæruvaldið
tikið avgerðina hjá dómar
anum til eftirtektar, og eftir
14 ár á deyðagongini er
Glen
Edward
Chapman
frælsur maður, skrivar AP.
Bíðaði 14 ár eftir
deyðanum
Glen Edward Chapman er aftur frælsur maður
Teir átta ákærdu. Ovast frá vinstru: Abdul Ahmed Ali (27 ár), Assad Sarwar (24 ár), Tanvir Hussain (27 ár) og Mohammed
Gulzar (26 ár). Í neðra frá vinstru: :Ibrahim Savant (27 ár), Arafat Waheed Khan (26 ár), Waheed Zaman (23 ár) og Umar Islam
(29 ár). (Mynd: Polfoto)