Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-04, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. apríl 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 - 4. apríl 2008 37 lýsingar Starvslýsing Marknaðarfólk til Sosialin Ert tú fyrikomandi, dugir væl at selja, ert álítandi, røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og undir trýsti, so ert tú júst tann, vit leita eftir. Til marknaðardeild okkara søkja vit eftir tveimum starvsfólkum, sum kunnu verða við til framhaldandi at menna inntøkugrundarlag okkara. Lýsingarinntøkur eru ein týðandi partur av tilverugrundarlagnum hjá føroysku fjølmiðlunum, og tí leita vit støðugt eftir nýggjum hættum at menna hendan partin av fyritøkuni. Tí er tørvur á fólkum, sum duga at fáa, og ikki minst, arbeiða víðari við góðum hugskotum. Í samstarvi við starvsfelagarnar á marknaðar- deildini verður tú við í dagligu framleiðsluni av blaðnum. Herundir tilrættislegging av lýsingar- átøkum og temabløðum. Umframt hetta, verður tú ein týðandi partur av søluarbeiðinum hjá Sosialinum, Rás2, S-lýsingum og Portalinum. Løn verður ásett sambært avtalu. Er hetta nakað fyri teg, so er bert at senda eina umsókn við frágreiðing um útbúgving og royndir til Sosialin. Ynskir tú at fáa meira at vita um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gudny Langgaard á tel. 341823/222081. Tað ber sjálvandi eisini til at senda teldupost á gudny@sosialurin.fo Størvini verða at seta skjótast gjørligt. Umsóknarfreistin er mánadagin 14. apríl og skal umsóknin saman við viðkomandi skjølum sendast til: Sosialurin Att.: Gudny Langgaard Postsmoga 76 FO – 110 Tórshavn Samtakið kring Miðlahúsið fevnir í dag um tríggjar miðlapallar. Blaðútgávu, tíðindaflutning á netinum og útvarp. Tilsamans starvast um 45 fólk í samtakinum. Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn Starvsfólk til Bindibúðina í SMS! Søkt verður eftur starvsfólki til barnsburðar- farloyvi 30 tímar um vikuna. Eisini søkja vit eftur avloysara. Hevur tú hug at arbeiða hjá okkum. Ert tú kreativ, smílandi, kundavinarligur, álítandi og fyrikomandi. Hevur hetta tín áhuga, kanst tú seta teg í samband við Eyð Skoubo, tel 315566 / 515566. Umsóknin skal vera okkum í hendi innan 25.apríl. Bindibúðin | Húsagøta | SMS | 110 Tórshavn