fríggjadagur 4. apríl 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 65 - 4. apríl 2008
lýsingar
Starvsfólk til barnaansingina
hjá Runavíkar kommunu
Økispedagogur og dagrøktari til Dag-
røktina á Skála
Í dagrøktini á Skála starvast 14 dagrøktarar, økispeda-
gogur, umframt leiðari. Spælistova er knýtt at dagrøktini.
Í dagrøktini ganga 70 børn, í aldrinum 0 – 7 ár.
Økispedagogur
Søkt verður eftir:
Námsfrøðingi at byrja 1. mai, ella eftir nærri avtalu, sum
økispedagogur í dagrøktini á Skála. Starvið er uml. 30
tímar um vikuna. Um námsfrøðingur ikki søkir, verður
hjálparfólk sett í staðin.
Vit bjóða:
• Eitt spennandi arbeiðspláss, har pláss er fyri
ymiskleika
• Eitt arbeiðspláss har tú kemur at hava ávirkan
• Hollan pedagogiskan stuðul frá leiðsluni
Vit ynskja at tú:
• hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
og teimum vaksnu
• hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða
sjálvstøðugt
• hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan
geradisdag fyri børnunum
• hevur hug til at skapa og seta dám á dagrøktina
Dagrøktari
Søkt verður eftir:
Dagrøktara at byrja uml. 1. mai.
Vit bjóða
• Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv
• Hollan pedagogiskan stuðul frá leiðsluni
• Skipað tilknýti til spælistovuna
Vit vænta at tú:
• kanst arbeiða sjálvstøðugt
• hevur hug og áræði at skapa ein tryggan og mennandi
gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka
barninum
• hevur góðar umstøður at ansa børnunum inni og
uttanfyri
Námsfrøðingur til Dagstovnin í Oyndafirði
Á Dagstovninum í Oyndarfirði ganga 14 børn í aldrinum
0 – 7 ár.
Søkt verður eftir:
Námsfrøðingi at byrja 1. mai. Starvið er umleið 25 tímar
um vikuna.
Um námsfrøðingur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í
staðin.
Vit vænta at tú:
• hevur virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum
og teimum vaksnu
• hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða
sjálvstøðugt
• hevur hug at skapa ein fjølbroyttan og tryggan
geradisdag fyri børnunum
• hevur hug til at skapa og seta dám á dagstovnin
Meira fæst at vita
um størvini við at venda sær til Bessi Bjarnason leiðara
á tlf 586004
Setanarviðurskifti
Pedagogur/hjálparfólk verður sett eftir sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommununala Arbeiðs-
gevarafelag Føroya.
Løn
Dagrøktarar eru løntir eftir sáttmála millum Starvs-
mannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya. Ein triðingur av lønini verður roknaður sum
útreiðslur í sambandi við dagrøktina og er tí skatta-
fríur.
Umsókn
Skrivlig umsókn, við møguligum avriti av prógvi og
viðmælum, skal verða Runavíkar kommunu í hendi í
seinasta lagi 22.04.2008 kl. 12.00.
Runavíkar Kommuna
Heiðavegur 26 · Postrúm 139 · FO-610 Saltangará
Runavíkar
Kommuna
søkir eftir
Fíggjarumsitari á
Fiskirannsóknarstovuni
Umsitarin á Fiskirannsóknarstovuni fer í annað
starv tann 1. juni í ár og tí verður søkt eftir
nýggjum umsitara.
Arbeiðið er undir stjóranum at leiða dagligu
umsitingina á Fiskirannsóknarstovuni, vera
fíggjarrøkil á stovninum og at vera reiðari á
»Magnus Heinason«.
Fiskirannsóknarstovan er granskingarstovnur
undir Fiskimálaráðnum og hevur eitt sera
fjøltáttað virksemi við árliga afturvendandi
uppgávum og verkætlanum yvir styttri áramál.
Nærri fæst at vita um stovnin á heimasíðuni
www.frs.fo. Eisini er gjørdur ein avrikssáttmáli
við Fiskimálaráðið.
Søkt verður eftir royndum fólki við hollari
ástøðiligari vitan.
Lønin er sambært royndum og útbúgving.
Nærri fæst at vita um starvið hjá Hjalta í Jákups-
stovu, stjóra.
Umsóknir til starvið skulu stílast Fiskirann-
sóknarstovuni, att: Hjalti í Jákupsstovu innan
21. apríl 2008. Allar umsóknir verða viðgjørdar
í trúnaði.
Nóatún · Boks 3051 · FO-110 Tórshavn
Okkum tørvar leiðarar!
Hevur tú hug at luttaka á eini
altjóða CISV legu sum leiðari,
er møguleikin her.
Okkum tørvar leiðara (21 ár ella eldri) til:
Barnalegu fyri 11 ára gomul í
Roskilde, Danmark
4. – 31. juli 2008
og
Summarlegu fyri 14 ára gomul í
Noregi (Finnmark)
27. juni – 19. juli 2008
Vit hava eisini tvey pláss til ung
(drong og gentu 17-18 ár)
at luttaka á Seminar Camp í
Niðurlondum (Amsterdam)
15. juli – 4. august.
Hevur hetta tín áhuga, ella hevur tú spurningar,
kanst tú ringja á tlf. 22 29 20 (Annika)
ella senda ein teldupost til cisv-fo@post.olivant.fo
CISV – Altjóða Barnalegur
Farloyvisfólk til
Radiohandilin
Vegna farloyvi søkja vit eftir einum røskum og
álítandi fólki til handilin í Niels Finsens gøtu í
Havn frá 1. mai 2008 til 1. juli 2009.
Arbeiðið í Radiohandlinum fevnir um kundarøkt,
at selja radio, sjónvarp, parabolar og annars alt,
sum er at fáa í okkara handli.
Tú skalt kunna seta tól upp og seta tey til úti hjá
kundum.
Tú skalt hava koyrikort, og tú skalt kunna arbeiða
sjálvstøðugt.
Tað er ein fyrimunur, at tú veit nakað um elek-
tronisk tól, men tú kanst annars læra tað her.
Hevur tú hug at arbeiða hjá okkum, so lat okkum
hoyra frá tær. Ring 318277 og spyr eftir Pola ella
Echardt.
Lærlingur til
radioverkstað
Vit hava eitt pláss til tín, sum hevur hug at læra til
radiomekanikara.
Tú byrjar tann. 4. august í 2008.
Tú lærir millum annað at umvæla sjónvarp og
radio og elektronisk tól og at seta parabolar og
antennur upp, og arbeiðið fevnir eisini um vanligt
samskifti við kundar og at avgreiða teir.
Lærutíðin er 4 ár. Tó kann hon styttast, um tú
hevur SIT-prógv, tí so ber til at søkja um at fáa
læru- og skúlatíð styttað. Tú fert í tekniskan skúla
í Danmark.
Kundi tú hugsað tær at roynt, so send okkum
tína umsókn saman við prógvum og viðmælum
áðrenn 1. juli 2008.
Vilt tú vita meira um læruplássið, so ring 318277
og spyr eftir Pola ella Echardt
Ekspetrisa /
ekspedientur
Vit sóknast eftir ekspetrisu/ekspedienti,
sum feriuavloysara at byrja 13. mai.
Arbeiðið er sjálvstøðugt. Ein, ið hevur
arbeitt í klædnahandli áður,
hevur góðan fyrimun.
Løn (góð) sambært avtalu.
á Hálsi · tlf. 21 72 10