fríggjadagur 4. apríl 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Nr. 65 • 4. apríl 2008
klumman
Heini bloggar úr Ísrael
Komandi tíðina fer Heini í Skorini, sum er í starvsvenjing á donsku ambassaduni í Tel Aviv, at skriva
bloggar í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Heini fer at skriva um og úr gerandisdegnum í Ísrael.
G
ulu Messias-fløggini ferðast aftur
og fram sum fjøtraðir fuglar í
svørtu náttarluftini. Harði hebraiski
fólkatónleikurin doyvir oyruni. Sum sild í tunnu
trokast tey undir opnum himni á torginum í
miðbýnum. Túsundavís av jødum. Dansandi
og rópandi, meðan brennivínsfløskur ferðast
millum hendur og munn.
Árliga og traditiónsríka Purim høgtíðin
verður hildin í Jerusalem í kvøld. Og tað
merkir veitsla við stórum “V”. Høgtíðin, tá
jødarnir minnast og hátíðarhalda, at jødiska
fólkið varð bjargað undan Haman kongi, sum
– eins og so nógvir aðrir leiðarar gjøgnum
søguna – ætlaði at oyða jødiska fólkið, sum
greitt verður frá í Esters bók.
Og í kvøld ballast tey, sum var seinasta
løta teirra komin. Eisini rabbinararnir og
ultraortodoksu jødarnir. Við síðum svørtum
kyrtli, stórum hatti og skeggi og longum
krúllum niður við oyrunum, soleiðis sum álagt
er í 3. Mósebók, ganga teir og vála í heilaga
býnum. Summir glaðir, blíðir og týðir. Aðrir við
álvarsomum andlitsbrái.
Vit gera av at fara oman í Mea Shearim,
gitni býlingurin hjá teimum ultraortodoksu
og mest religiøsu jødunum í Ísrael. Koma
gangandi eftir vegnum, sum leiðir okkum inn í
økið, tá vit knappliga verða steðgað.
- No enter! No tourists!
Get out! Tvey smøl eygu,
sum ikki meiri enn hómast
millum hattin og stóra
skeggið, stara hvassliga at
okkum. Ein danskur prestur,
sum býr í Jerusalem og
vísir veg í kvøld, roynir
trilvandi at greiða frá, at
vit bert ætla inn at síggja,
hvussu Purim verður hátíðarhildið her. Men
har er einki at gera.
Ná, vit royna ein annan veg, og nú sær
út til at rigga. Men bert nakrar fáar metrar
oman brekkuna. Tí áðrenn vit vita av, verður
illa luktandi vatn tveitt úr vindeygum og
av altanum oman ímóti okkum! Vatn, sum
sambært lokalum keldum verður tilgjørt
at lukta illa og stendur klárt at tveita eftir
óbodnum gestum, sum vága sær inn í Mea
Shearim. Og so er løgreglan á staðnum.
- Please leave the area right now! They are
very drunk and aggressive tonight, sigur ein
vápnaður løgreglumaður. Blíður og týður, men
við einum tóna, sum ikki letur iva vera um,
at hann meinar tað, sum hann sigur. Út her
og nú! Vit eru heilt einfalt óynskt í hjartanum
á ortodoksu judaismuni. Og so verður farið
oman aftur í miðbýin, har túsundavís av meiri
vinaligum ísraelum framvegis beistast.
***
Hóast ein minniluti við einans tólv av
120 sessum í parlamentinum, so hava
ultraortodoksu jødarnir stórt politiskt vald
í Ísrael. Flokkur teirra, Shas flokkurin, er í
løtuni tungan á parlamentarisku vágskálini,
og hesum ger hann sær dælt av við dag og
dagliga at hótta við at skrykkja grundarlagið
undan stjórnini, um flokkurin
ikki sleppur at trumfa síni
hjartamál ígjøgnum. Hetta
valskeiðið hevur tað eydnast
Shas flokkinum at innføra
sensur á alnótini, at tryggja
rabbinsku dómstólunum
víðkaðar heimildir í mun til
almennu dómstólarnar og
at fáa sersømdir í lag fyri
lesandi á religiøsu Torah-skúlunum, so tey fáa
styttri ella sleppa heilt undan hernaðarskyldu.
Til mikla vreiði fyri restina av fólkinum.
Samstundis berjist flokkurin áhaldandi ímóti
rættindum teirra samkyndu, og tá ein minni
jarðskjálvti fyri stuttum rakti Ísrael, segði
andaligi leiðarin í Shas, Rabbi Ovadia Yosef,
at hetta var ein ávaring frá Gudi, tí samkynd
framvegis hava rættin til at ættleiða í Ísrael
(er retorikkurin til at kenna aftur?). Og so
hevur flokkurin júst lagt uppskot fram um at
skilja sundur menn og kvinnur í herinum fyri at
fyribyrgja kynsligan ólevnað í “Guds heri”.
Ein røð av politiskum málum, sum restin
av Ísrael hatar og elskar at hata. Ikki minst
hedonistisku heidningarnir í heimstaði mínum,
Tel Aviv, og øll tann sekulera og “modernaða”
elitan framvið miðalhavsstrondini, sum ynskir
at nærkast Evropa í virðum og lívshátti, og
sum ynskir ortodoksan jødadóm, har piparið
grør.
Men í løtuni er parlamentariska maskinaríið
skrúvað soleiðis saman, at ekstremistarnir
hava víðar ræsur. Og tað vekir split og spenn-
ingar í heimsins mest paradoksala, hetero-
gena og samansetta landi. Tí hóast felags-
nevnarin er heitið “jødi”, so havi eg eftir
tveimum mánaðum funnið útav, at tað at vera
jødi hevur túsund ymiskar týdningar og finst í
øllum politiskum og átrúnaðarligum litum.
So, um Sjúrður, Annita, John og aðrir
liberalir politikarar í teirra stilla sinni ikki eru
so fegin um, at tríggir kalar í Miðflokkinum
eru tungan á parlamentarisku vágskálini
komandi fýra árini í Føroyum, so skulu tit bara
ringja til ísraelska forsætisráðharran Ehud
Olmert. Hann veit alt um støðuna.
heini_skorini@yahoo.com
»Í løtuni er parlamentariska
maskinaríið skrúvað
soleiðis saman, at
ekstremistarnir hava víðar
ræsur. Og tað vekir split og
spenningar í heimsins mest
paradoksala, heterogena
og samansetta landi«
Tá jødarnir drukku seg skít
Ein glaður ortodoksur jødiskur forsangari á torginum í miðdeplinum í Jerusalem, tá traditiónsríka Purim-høgtíðin varð hildin næst seinasta vikuskifti, og túsunda-
vís av jødum savnaðust í veitslurómi
Mynd: Heini í Skorini
Jákup Mørk
blaðmaður
jakup@sosialurin.fo
At kunna
tá tú skalt
Við bara tveimum sigrum av
fimm møguligum eydnaðist
føroysku hondbóltskvinnunum
at vinna silvur triðju Chall-
enge Trophy-luttøkuna á rað.
Til sammetingar kann
sigast, at Estland við trimum
sigrum bert gjørdist nummar
fimm, og at Bosnia við fýra
sigrum mátti taka til takkar
við bronsuni.
Tað var annars ikki nakað
heiðursmerki, sum lá í luftini
fyri bert einari viku síðani.
Eftir at føroysku kvinnurnar
seinasta fríggjadag høvdu
tapt móti Cypros, var
humørið nakað langt undir
nullpunktinum. Hvør sum
ein mundu tær eisini vita, at
talan fram til tá ikki hevði
verið um nakra succés, sum
fólk her heima kundu gleðast
nakað serligt um.
Fleiri av kvinnunum høvdu
tá eisini spælt seks krevjandi
dystir innan tíggju dagar. Og
við einum og kanska tveimum
afturat av slagnum næstu
tvey samdøgrini vóru nokk
heldur ikki serliga góð útlit
fyri, at tær skuldu reisa seg.
Um tað var sólin við
Cyprosar strendur. Kreppu-
fundurin á hotellinum, har
liðið sat í einrúmi í góðan
tíma. Ella bara treisknið hjá
hvørjum tí einasta spælara,
sum gjørdi munin, er ilt at
siga.
Veruleikin var í øllum
førum, at tær hvør sum ein
í eini seinastu kramparoynd
skryktu seinastu kreftirnar
fram, tá Bosnia skuldi
basast. At kunna tá skalt er
helst størsta kynstrið innan
ítróttarsálarfrøði, og hetta
vístu føroysku kvinnurnar, tá
mest stóð á.
Ókeypis var hálvfinalusig-
urin á ongan hátt. Í finaluni
var einki sum helst djús
eftir á motorinum. Og á
drúgvu heimferðini vóru
influensaeyðkenni at síggja
á fleiri av útbrendu spæl-
arunum. Men lagið var gott.
Einamest, tí tær høvdu víst
sær sjálvum og øðrum, at tær
dugdu, tá tær skuldu.