fríggjadagur 4. apríl 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 • 4. apríl 2008
Vikuskifti
22
Arabisk og muslimsk mentan
hevur borið við sítt absolutta
lágpunkt. So siga fleiri
arabiskar røddir, blaðskrivara og
eygleiðarar. Sambært Adunis,
er grundin til omanfyrinevndu,
ógvusliga døpru
staðfesting
hansara, at
arabiska ment
anaríkastið
til heimin í dag ikki sæst aftur.
Ein annar tunglyntur, arabiskur
skribentur er Turki alHamad,
hjá tíðindablaðnum Sharq al
Awsat. Stutt eftir miseydnaðu
yvirgangsatsóknirnar í Skotlandi
og London, tók hann sama
tráðin upp eftir Adunis – hesin
tó ikki líka dapurskygdur sum
sýriska skaldið: »Fleiri í arabiska
heiminum styrkja eina mentan
har deyði, vónloysi, hevnd og ein
vónleys dyrkan av fortíðini verða
lovprísa.« Men, sum longu sagt,
einaferð var tað annarleiðis.
Ein onnur tíð
Í 9. øld, tá ið landnám Føroya
varð við at gerast veruleiki,
sótu muslimskir arabarar við
valdinum á sponsku hálvoynni.
Forfedrar teirra komu
upprunaliga av arabisku
hálvoynni ella øðrum
støðum eystanfyri
í arabiska heiminum.
Baghdad var heimsins
metropolur og mentanarmiðdepil.
Tá var tað arabarar, sum komu
við tí nýggjasta nýggja og fleiri av
teimum avgjørdu ráðandi rákini,
um tað so var móti, tónleikur ella
vanlig, gerandislig brúksmentan –
eisini slík rák, sum enn í dag gera
seg galdandi hjá okkum. Í hesum
var Andalusia, ella alAndalus,
sum arabarar fyrst nevndu tað
muslimska Spania, ein týðandi
liður. Við útgangin av 10. øld
leitaðu lesandi úr Fraklandi,
Bretlandi og
øðrum pørtum
av Evropa,
helst eisini Norðurlondum,
til Andalusia, serliga til
Kordoba, at nema sær
kunnleika innan heimspeki,
læknavísind og vitja stóra
bókasavnið í býnum.
Ein tónleikari og mentamaður
við sætið hjá kaliffinum Abd
alRahman II í Kordoba var
um nakað annað ein maður
frammanfyri sína tíð og
samstundis eisini ein ímynd uppá
glæsiligu, klassisku arabisku
mentanin. Hesin var eisini við
til at grundleggja Kordoba
sum ein mentanarmiðdepil,
sum hesin við tíðini bleiv.
Klædnamóti, ið fylgir
árstíðunum, tað at
brúka tannbustina,
at byrja eina
máltíð við
suppu og enda við dessert,
alt hetta og meiri verður ført
aftur til hendan tónleikaran og
mentamannin, eyknevndur Ziryab
– upprunaliga navn hansara var
Abu alHasan Ibn Nafi.
Ziryab kom í 822 til Kordoba,
allan vegin úr Baghdad. Og hann
var vælkomin við sætið hjá Abd
alRahman II, tí hann var kendur
fyri sínar gávur at yrkja og
somuleiðis stinnur innan søgu,
stjørnufrøði og landalæru.
Hann kom upprunaliga
úr Baghdad. Helst var hann
føddur har og í øllum førum
uppvaksin har. Navnið »Ziryab«
er úr arabiskum lágmáli, tvs. her
norðurafrikanskari, arabiskari
dialekt, og merkir stari ella
svartur smáfuglur. Hetta kemst
av hansara dimmlittu
húð og hansara framúr
góðu taligávum. Hann
varð uppvandur sum
tónleikari við sætið
hjá kaliffinum í Baghdad,
Harun alRashid. Her var
tað lærumeistari hansara
Ishaq alMawsali (ella Ísak úr
Mosul), sum fekk eyga og hoyra
á hendan úrmælingin, sum seinni
fór at verða mettur sum ein
høvuðsmaður innan tónleikin í
arabisku siðmenningini. Ziryab
noyddist tó at rýma úr Baghdad
og undan sínum lærumeistara,
sum skjótt bleiv bangin um sítt
egna starv hjá kaliffinum – so
siga søgubøkurnar.
Fjakkandi
mentanarstovnar
Hetta var als ikki óvanligt at
mentamenn, sum vóru kringir
í skrivaða orðinum, til yrkingar
ella tónleik, pakkaðu saman
og ferðaðust langar leiðir fyri
at finna ein valdsharra, sum
hevði áhuga í at húsa hesum
fjakkandi mentanarkeldum.
Hetta er eitt afturvendandi og
Miðeystur
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Einaferð var tað... ein a
– um ein svartan smáfugl úr
»Arabiska fólkið er útdeytt. Einki er okkara íkast til mentan
og menning í dagsins heimi!« So dapurskygdur var arabiski
yrkjarin, sýrin Adunis, í samrøðu við eina almenna sjón
varpsrás í Dubai. Aðrar tunglyntar røddir úr arabiska
heiminum finnast eisini, ið eru eins uppgevandi.
Men einaferð var støðan ein onnur