mánadagur 7. apríl 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 66 - 7. apríl 2008
Ger eitt kraftlop á tíni starvsleið
– verð kredittleiðari í Suðuroyar Sparikassa
Suðuroyar Sparikassi – minsti og smidligasti banki í Føroyum – leitar
eftir kvinnuligum ella mannligum úrmælingi til starvið sum kredittleiðari
bankans.
Tínir eginleikar
Tínir fremstu eginleikar eru, at tú dugir at lyfta teg upp um vanliga gerandis-
dagin og hugsar í nýggjum møguleikum, at tú hevur lætt at taka við
ábyrgd, og at tú hevur hug at brúka henda góða møguleika til at menna
bankan.
Harumframt ert tú opin, leggur sál í arbeiðið og arbeiðir sjálvstøðugt.
Tú trívist væl við avbjóðingum, samstarvar væl við øll og hevur í tær eina
sunna javnvág millum kredittmeting og keypmansskap.
Arbeiðsøki
Nøkur av arbeiðsøkjum tínum í Suðuroyar Sparikassa eru:
tábyrgd og uppfylging av kredittveitingum við beinleiðis tilvísing til stjóran
t ábyrgd av skipanum, politikki og mannagongdum á kredittveitingarøkinum
thugkveikjan hjá deildum og stjórn, tá ið ræður um kredittveitingar
Í næstum koma BASELII-reglurnar í gildi í Føroyum, og broytingar verða í
roknskaparlógini. Tú fært ábyrgdina av tilgongdini til hesar broytingar við
tilvísing til stjóra bankans.
Førleikar
Tú hevur royndir við kredittveitingum úr peningastovni, hollar royndir við
vinnulívsfígging og eina akademiska útbúgving sum cand.oecon, cand.
merc, MBA, HD ella líknandi.
Meira at vita
Vilt tú vita meira um starvið, set teg í samband við stjóra bankans, Søren
L. Bruhn, á tlf. 359870.
Umsóknir
Hevur tú áhuga fyri hesi spennandi avbjóðing, vinarliga send okkum
eina umsókn við viðkomandi skjølum, soleiðis at vit hava hana í hendi í
seinasta lagi mikudagin 22. apríl 2008. Send umsóknina við teldubrævi til
soren@sparsu.fo ella við vanligum brævi til Suðuroyar Sparikassa, Post-
boks 2, 910 Vágur, viðmerkt ”Umsókn.”