mánadagur 7. apríl 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 66 - 7. apríl 2008
Ein maður, sum hevur
verið í Føroya Rætti
alla síðstu viku fyri
álvarsligar ákærur,
slapp so væl sum
hugsast kundi
NevNiNgatiNg
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í alla farnu viku hevur ein
maður sitið á ákærubonk
inum í Føroya Rætti við
álvarsligum ákærum hang
andi yvir sær.
Men hann slapp so væl,
sum hugsast kundi.
Hann varð ákærdur fyri
drápsroynd og fyri at hava
roynt at seta eld á ein mann
og at brenna húsini niður,
sum maðurin búði í. Í hes
um sambandi skal hann
hava sett fólkini, sum inni
vóru, í álvarsligan vanda.
Varð hann dømdur sekur,
kundi hann fingið fleiri ár í
fongsul.
Men hann varð fríkendur
fyri drápsroynd, men ístaðin
skal hann í fongsul í tvey
ár og tríggjar mánaðir fyri
at hava roynt at framt
harðskap av serliga ráum
og grovum slagi.
Tók fleiri tímar
Tað hendi eina náttina
síðsta summar, tá ið maður
in breyt seg inn í eini sethús
við eini øks, einum dunki
við bensini í og einum
reipi.
Fútin sigur, at ætlanin var
at seta eld á ein mann, at
seta øksina í høvdið á hon
um og at brenna húsini nið
ur.
Men tað noktar maðurin
fyri, tí hann sigur, at ætlan
in var bara at ræða mannin.
Alla vikuna hava verji og
ákæri ført síni sjónarmið
fram og klokkan gott 10
fríggjamorgunin var komið
so langt, at tað var klárt hjá
teimum 12 nevningunum at
fara undir at viðgera spurn
ingin um hann var sekur
ella ikki.
Tilsamans høvdu nevn
ingarnar 22 spurningar at
taka støðu til og tað kravdi
sítt, tí tað tók teimum yvir
seks tímar at koma til eitt
úrslit.
Nevningating
verður
brúkt, tá ið revsingin kann
verða yvir fýra ár í fongsli.
Døma nevningarnir ein
ákærdan sekan, kann tann
løgfrøðiligi dómarin ógilda
avgerðina, heldur hann, at
prógvini eru ikki nóg góð.
Men fríkenna nevning
arnar
ákærda,
stendur
avgerðin við makt.
Fríkendur
Og úrslitið fríggjadagin
varð, at maðurin varð frí
kendur fyri drápsroynd.
Hann var eisini fríkendur
fyri at hava ætlað at brúkt
øksina til at meiðsla mannin
við. Hinvegin varð hann
dømdur fyri at hava roynt at
framt harðskap av serliga
ráum og grovum slagi, tí
hann varð kendur sekur í at
hava roynt at seta eld á
mannin.
Hann varð eisini kendur
sekur í at hava roynt at seta
eld á sethúsini, hann breyt
inn í og í hesum sambandi,
hevði hann sett lívið á mann
inum í álvarsligan vanda.
Fleiri ákærur
Afturat teimum álvarsligu
ákærunum fyri manndráp
og eldáseting, varð hann
eisini ákærdur og dømdur
fyri at hava koyrt skít við
ongum koyrikorti í einum
bili, hann hevði stolið og
fyri at hava rent á tveir
aðrar bilar.
Og fyri at fáa alt við, varð
hann eisini dømdur fyri at
hava stolið ein kassa við 17
gullølum í, tvær tvingur, 18
dunkar av sjampoo, tveir
dunkar av sápu og fyri einar
3000 krónur av mati úr eini
frystiboks heima hjá nøk
rum fólkum.
Hann hevði eisini ein
treytaðan dóm upp á 50
dagar í fongsul hangandi
yvir høvdinum.
Tá ið avgerðin er tikin,
um hann er sekur ella ikki,
skulu nevningarnir so aftur
gera av, hvussu langa revs
ing, hann skal hava.
Í hesum førum hava teir
12 nevningarnir eina at
kvøðu í part og tann løg
frøðiligi dómarin hevur 12
atkvøður. Tað merkir, at
kemur dómarin til eina nið
urstøðu, krevst bara at ein
nevningur er samdur við
honum, so verður tað av
gerðandi.
Men siga nevningarnir
eitt og dómarin eitt annað,
er tað tann linari dómurin,
sum stendur við.
Og tá ið alt so varð talt
saman, varð hann dømdur
at sita í tvey og tríggjar
mánaðir og hann sleppur
ikki at taka koyrikortið tey
næstu fimm árini.
Og tað var so væl sloppið,
sum hugsast kundi, tí varð
løgfrøðingar høvdu hálva
vegna fyrireikað seg til at
hann kundi fingið eini seks
sjey ár í fongsli, varð hann
dømdur sekur í øllum ákær
um.
Avgerðin um hann er
sekur ella ikki, kann ikki
skjótast inn fyri hægri rætt,
men hægsti rættur kann
verða biðin um at endur
skoða longdina á sjálvari
revsingini.
Tann ákærdi gjørdi av at
taka við dóminum og rætt
urin gjørdi eisini av, at hann
skal beinleiðis í fongsul at
sita revsingina av sær.
Fríkendur fyri drápsroynd
– helst besta smyrjiolja í heiminum
Her fært tú skift til
bestu smyrjiolju
www.shell.fo
Norðoyggjar:
Klaksvíkar Autolakering
Klaksvík, tel 458787
Bilservice
Klaksvík, tel 459393
E.Z. Verstaðið
Klaksvík, tel 566878
Auto Fjósið
Viðareiði, tel 451162
Autoshine
Klaksvík, tel 457474
Eysturoy:
Dekksentrið
Saltangará, tel 475500
B.B.R. Service
Lambareiði, tel 449111
Normek
Norðagøta, tel 442002
Sandoy:
Shell-Støðin
Sandur, tel 361046
Suðuroy:
Shell-Støðin
Trongisvágur, tel 371466
Shell-Støðin
Vágur, tel 373175
Streymoy:
Berg Motors
Tórshavn, tel 313535
Bilrøkt
Tórshavn, tel 588880
Bilasølan
Tórshavn, tel 315354
Akfarssølan í Hornabø
Tórshavn, tel 320322
Shellstøðin Frælsið
Tórshavn, tel 312112
Dekksentrið
Tórshavn, tel 475500
Super Dekk Service
Tórshavn, tel 314975
V.R.-Bilar
Tórshavn, 322110
Wenzel
Tórshavn, tel 354500
Norðbil
Tórshavn, tel 363738
Norðcar
Tórshavn, tel 308080
Vágoy:
Bilverkstaðið
Miðvágur, tel 332727
Nýtt!
Elektroniskt kotulás
Ver tryggur við einum
elektroniskum lási frá okkum.
Heilt nýggj og øðrvísi lás!
Høg góðska og tryggleiki uttan nýtslu av lyklum. 10 ymiskar kotur, vel tølini
(1-10) sjálv/-ur. Passar til vanligar lásakassar. Kann setast í inn- og úthurðar.
Tolir veður og vind. Kann latast upp bæði uttanífrá og innanífrá við kotu.
Kann eisini fáast við alarmskipan.
Vælegnað til barnafamiljur, almennar stovnar og fyritøkur. 2 ára garanti
Skálatrøð 14 Tel 30 10 20 · vlb@vlb.fo
Lásini fáast
eisini til
fingraavtrykk!
Fótbóltskappingin
veitst tú ikki tað?
Fríggjadagin
varð ein maður
fríkendur fyri
drápsroynd
og fyri at
hava roynt
at høgt eina
øks í høvdið á
einum manni.
Men hann
varð dømdur
fyri at hava
roynt at fremja
serliga ráðan
harðskap