mánadagur 7. apríl 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 66 - 7. apríl 2008
tíðindi
Vit eru eftirbátar,
tá tað snýr seg um
krøv til hitabjálving.
Hetta sigur føroyskur
arkitektur. Føroyar
hava ikki – eins og
grannalondini -
eina landsbyggilóg
við krøvum um
umhvørvisvinarliga
bygging, og tað hevur
avleiðingar
Umhvørvi
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Mynd: Høgni Thomsen
Danir hava eina yvirskipaða
byggilóggávu sum krøvum
um innrætting, ljóðviður
skiftum, hitabjálving, fukt
verju og annað. Slíka lóg
hava vit ikki í Føroyum.
Einasti partur av hesum lóg
arverki, sum er á føroyskum,
er ein kunngerð um bruna
verju og brunatrygd. Hetta
merkir at føroyskir byggi
harrar kunnu vísa til donsku
lógina, men hava eingi
krøv.
Mær vitandi, varð ar
beitt við at gera føroyska
lóggávu á økinum seinast í
80unum, men hetta stegðaði
upp av kreppuni, og síðani
er millum lítið og einki
hent, greiðir Jákup Pauli Jo
hannesen, arkitektur í Fuglø
Arkitektum frá.
Kommunurnar hava,
hvør í sínum lagi, fyri at
hava okkurt at umsita eftir,
tikið nakrar høvuðsásetingar
um hesi viðurskifti við í
byggisamtyktirnar, tá tær
blivu gjørdar av fyrstum tíð
í 60 og 70unum.
Tá tað snýr seg um krøv
ini til hitabjálving halta
flestu byggisamtyktir langt
aftaná. Onkrar ásetingarnar
eru á hædd við donsku
byggilógina frá 1972 – sum
jú er áðrenn oljukreppuna,
tá hetta við oljunýtslu til
upphiting veruliga kom á
dagsskrá.
Í Danmark er byggilóg
gávan javnan dagførd, með
an vit í Føroyum ikki enn
hava fingið í lag at gera
eina yvirskipaðað byggilóg
gávu. Hetta er, milt sagt,
sera óheppi, heldur Jákup
Pauli Johannesen.
Føroyar eftirbátur
Síðani
dagføringina
av
danska Bygningsregliment
inum í 1972 eru umframt
regluligar rættingar nýggjar
útgávur gjørdar í 1982,
1995 og nú í 2008.
Jákup Pauli Johannesen,
arkitektur, sigur, at hann
ikki hevur nærlisið nýggj
astu útgávuna enn, men
longu í 1982 hevði danska
lógin krøv um hitabjálving,
sum tók støði í einum spír
andi umhvørvisfyriliti. Í
Føroyum er eingi slík yvir
skipaði krøv.
Flestu føroysku byggi
ráðgevarnir hava danskar
útbúgvingar og taka tí nátúr
liga støði í donskum byggi
samleika
og
lógarverki,
men saknurin av føroyskari
lóggávu á økinum er eyð
sýndur, sigur hann.
Hetta er sjálvandi ikki
nøktandi, tí initiativið til
meira umhvørvisvinarliga
bygging má koma frá mynd
ugleikunum, sigur Jákup
Pauli Johannesen.
Hóast føroysku timbur
húsini hava kraftiga timbur
grind, sum kann rúma tjúkk
ari bjálving, er framvegis
langur vegur til at vanlig
føroysk hús kunnu metast
at vera lágorkuhús. Føroysk
byggisiðvenja viðvíkjandi
hitabjálving er framvegis
eftirbátur, um vit samanbera
við lógarfestu krøvini í lond
unum rundan um okkum.
Um vit skera yvir ein
kamb, so hevði eg mett at
hitabjálvingin av nýggjum
føroyskum
húsum
man
liggja um eini 6080% av tí
eini donsku hús eru bjálvað
til, sigur Jákup Pauli Jo
hannesen.
Samlaður um
hvørvisroknskapur
Tað er ikki bara orkunýtslan
eftir at húsið er bygt, sum
ávirkar umhvørvið. Eisini
sjálv
byggingin
krevur
orku, og orka skal eisini til
at niðurbróta tilfarið, tá hús
ið skal takast niður ella um
byggjast. Harumframt er
nógv av tilfarinum alt annað
enn umhvørvisvinarligt.
Í Føroyum verður nógv
timbur nýtt í húsabygging,
og so gott sum alt træ til
uttandura brúk er impreg
nerað. Evnini, ið nýtt verða,
eru, í flestu førum, tað reina
eitur.
Hóast tað finnast aðrir
mátar at gera timbrið hald
bart, so verður, so at siga,
bert impregnerað træ nýtt.
Tað er bíligari, men átti í
roynd og veru verði forbjóð
að við lóg, sigur Jákup
Pauli Johannesen, sum enn
einaferð staðfestir, at hóast
fakliga tilvitan liggur før
oysk bygging í lógarligum
óskili.
Tað sigst, at við lóg skal
land byggjast, men líkaleið
is kundi veri sagt, av við
byggilóg
skal
bygging
byggjast, sigur hann.
Lóg fleiri ferðir
eftirspurd
Spurdur hví vinnan finnur
seg í slíkum lógloysi, sigur
Jákup Pauli Johannesen, at
bæði kommunur, byggiharr
ar, byggiráðgevarar og ar
beiðsgevarar hava eftirspurt
lógini, men enn er einki
hent.
Vit hava øll áhuga í at
hava greiðar reglur. Komm
unur og byggiharrar hava
brúk fyri einari lóg at um
sita eftir, og vit byggiráð
gevar hava brúk fyri at hava
reglur at ráðgeva eftir. Vit
eftirspyrja øll lógini.
Jákup Pauli Johannesen
heldur, at Landsverk skuldi
fingið til uppgávu – sjálv
andi við tilhoyrandi miðlum
at fyrireika føroysku lóg
gávuna og syrgt fyri at hon
var regluliga dagførd.
Tað er eingin grund til
at uppfinna djúpa tallerkin
umaftur. Grannalond okk
ara hava greiðar reglur, og
Landsverk situr inni við
stórum serkunnleika, og
harumframt hava vit góðar
serfrøðingar á umhvørvis
økinum. Tí er tað ikki ein
spurningur um hetta letur
seg gera. Tað snýr seg um
politiskan vilja, sigur Jákup
Pauli Johannesen at enda.
Føroyar mangla byggilóggávu
Føroyingar brúka nógv impregnerað træ til húsabygging. Tað er bíligari, men átti at verði forbjóðað við lóg, sigur Jákup Pauli Johannesen, arkitektur, sum staðfestir, at hóast fakliga tilvitan liggur
føroysk bygging í lógarligum óskiliå