týsdagur 8. apríl 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 67 - 8. apríl 2008
5
tíðindi
Magni Arge sigur,
at tey í Atlantic
Airways als ikki
hava tikið støðu til,
um tey skulu loyva
telefonsamrøðum
umborð á sínum
flogførum
FLOGFERÐSLA
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í gjár tók ES-nevndin støðu
til, at bannið móti at tosa í
fartelefon umborð á flog-
førum, verður tikið av. Fyri
at tosa í telefon umborð á
flogførum krevst tó, at ein
ein sonevnd basa verður
sett í flogførini. Og tann
tøknin er enn ikki heilt
liðug.
- Fyrst og fremst, so er
tað eitt rættiliga prinsipielt
mál, sum vit als ikki hava
tikið støðu til, sigur Magni
Arge,
stjóri
í Atlantic
Airways.
- Hartil er tað eisini ein
spurningur,
hvussu
stór
íløgan er. Og tað verður
neyvan so, at vit fara at seta
útgerðina umborð á eldru
flogførini í okkara flota.
Men um tað verður gjørt
við tey nýggjaru flogførini,
er so eitt mál, sum vit fara
at taka upp, sigur Magni,
sum annars sigur seg hava
rættiliga
ambivalentar
kenslur hesum viðvíkjandi.
- Øðru megin er hetta
helst eitt rák, sum fer at
koma. Og tá verður tað
helst trupult at halda aftur,
um kundarnir ynskja hesa
tænastu. Hinvegin hevur
loftrúmið verið eitt av teim-
um fáu fríplássunum, har tú
hevur fingið frið fyri far-
telefonini. Og tað ivist eg
ikki í, at tað eru nógv, ið
seta stóran prís á, sigur
Magni Arge.
Ivasamur um lofttelefoni
ES-nevndin hevur
gjørt úrskurð um, at
ferðandi nú kunnu
tosa í fartelefon
umborð á flogførum
FLOGFERÐSLA
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Ætlanin er nú, at flogfeløg
skulu seta sonevndar basa-
støðir umborð á flogførini,
og verða hesar tendraðar,
tá flogfarið kemur upp í
3.000 metra hædd.
Basustøðirnar hava bein-
leiðis samband til fylgi-
sveinar.
Enn er neyðuga útgerðin
ikki góðkend av European
Aviation Safety Agency,
men sambært danska EPN
er hetta bert ein spurningur
um tíð.
Enn er tó ikki greitt,
hvat kostnaðurin fyri far-
telefonnýtslu yvir skýggj-
unum verður. Enn hevur
ES-nevndin ikki ásett nak-
að hægstamark, men tey
heita tó á flogfeløgini,
sum koma at umsita hetta,
um at vísa hógv, tá prísurin
verður ásettur.
Fartelefonina
við á flog