mikudagur 9. apríl 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 68 - 9. apríl 2008
Í dagsins útgávu av La
Razón, sum er fjórðstørsta
blað í Spania, er grein við
Jóannes Eidesgaard og Al
Gore. Myndin er tikin á
trappuni hjá løgmanni úti í
Tinganesi, har løgmaður
handar honum eina bók –
um hetta er Barbara hjá
Jørgen Frantz Jacobsen ella
Glataðu Spælimenninir hjá
William Heinesen, er heldur
ógreitt, men hann fekk
báðar bøkurnar – sum báðar
eru varðar í føroyskum
skaldskapi. Tað er Miguel
Mielgo, blaðmaður, sum
skrivar greinina.
Ilt er at meta um,
hvussu stóran týdning
tað hevur, at persónar
sum Bill Clinton og Al
Gore koma til Føroya,
men bara tað, at hetta
fær Føroyar í
heimspressuna hevur
ómetaligan týdning,
nú vit so fegin vilja
”seta Føroyar á
heimskortið...”
Eidesgaard
og Gore í
sponskum
blað
Bill Gates segði fríggjadagin, at
nýggja stýriskipanin væl kann
koma á marknaðin longu í
komandi ári
KT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá Vista kom á marknaðin fyri góðum ári
síðani varð sagt, at næsta stýriskipanin frá
Windows í fyrsta lagi kom á marknaðin í
2010, men tann støðan tykist nú verða
broytt.
Undir eini røðu, sum Bill Gates helt við
Inter-American Development Bank, varð
Microsoft-stovnarin støðugt spurdur ymsar
spurningar um Vista-skipanina, sum støðugt
hevur rent seg í trupulleikar. Og eitt svar
hansara bendir á, at næsta Windows-skipanin
verður tøk longu næsta ár.
- Um eitt ár ella so hava vit eina nýggja
skipan klára. Og eg eri serstakliga bjart-
skygdur um tær broytingar, sum nýggja
skipanin fer at hava við sær á fleiri økjum,
segði Gates við amerikonsku miðlarnar.
Sambært Cnet-com er talan tó helst um
eina útgávu, sum tá verður tøk til beta-test.
Enn hevur Microsoft ikki gjørt viðmerk-
ingar til, hvørjar eginleikar nýggja skipanin
fer at hava. Tað stendur tó greitt, at talan
verður um bæði eina 32- og 64-bit útgávu,
eins og hesar verða í ymsum útgávum til
privat- og vinnukundar.
Windows 7 er ávegis
Umtalan av Gore-
vitjanini í La Razon