mikudagur 9. apríl 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 68 - 9. apríl 2008
Í síðstu viku var
Bjørt Samuelsen,
landsstýriskvinna í
vinnumálum á ferð
í Londan, har hon
varð biðin um at
handa virðislønina
til “Lloyds´ List
Shipmaster of the
Year”
POLITIKKUR
Eirikur Lindensikov
eirikur@sosialurin.fo
Landsstýrið er farið undir
at menna FAS. Í hesum sam
bandi var landsstýriskvinnan
í vinnumálum, Bjørt Sam
uelsen, saman við umboðum
frá shipping og fíggjarvinn
uni og embætisfólki í Lond
on í døgunum 1.3. apríl til
tess at hitta fólk innan shipp
ing og kunna um FAS.
Landsstýriskvinnan
og
umboðini fyri vinnuna lut
tóku í árliga “ Lloyds´ List
London Awards”, har feløg
og
einstaklingar
innan
shippingvinnuna savnast at
handa virðislønir til persón
ar og virkir, sum hvør á sín
um øki hava skarað framúr,
shippingvinnuni til frama.
Bjørt Samuelsen var í ár
biðin at handa virðislønina
til “Lloyds´ List Shipmaster
of the Year”. Heiðurin fekk
Alistair Mc Fadyen, kaptein
ur, fyri hansara framúrskar
andi leiðaraavrik í sambandi
við hending í Biscaya Vík
ini í mars 2007, og lands
stýriskvinnan nevndi í hand
anarrøðu síni, at hon sum
umboð fyri sjófararatjóðina
Føroyar var sera errin av at
fáa høvi til at handa hesa
virðisløn.
Undir vitjanini varð eisini
vitjað hjá Lloyds’List, har
blaðstjórin nýtti høvi at
gera samrøðu við Bjørt
Samuelsen,
landsstýris
kvinnu og ferðalag hennara
um FAS og onnur vinnuvið
urskifti í Føroyum.
Somuleiðis vitjaði lands
stýriskvinnan eisini sendi
stovu Føroya í London, har
sendimaður Føroya, Sig
mundur Ísfeld, greiddi frá
virksemi teirra og tosað
varð um ætlaninar at styrkja
arbeiðið við vinnuframa á
sendistovunum.
Eisini hitti landsstýris
kvinnan sendimann Dan
markar Birger RiisJørgen
sen.
Bjørt handaði virðisløn í London
Bjørt Samuelsen handaði
Alistair Mc Fadyen,
kapteini, heiðurin
fyri framúrskarandi
leiðaraavrik í sambandi
við eina hending í Biscaya
Víkini í mars í fjør
www.sev.fo
MASKINMEISTARAR
til Fossáverkið
Tvey størv sum maskinmeistari á
Fossáverkinum eru leys at søkja. Tað
eina er eitt fast starv til setan skjótast
gjørligt, hitt er eitt tíðaravmarkað starv
til setan skjótast tilber og fram til 15.
juni 2009.
Arbeiðið umfatar rakstur og hald av
Fossáverkinum, bæði sum dagarbeiði
og vaktarbeiði uttanfyri vanliga
arbeiðstíð.
Á Fossáverkinum eru 2 turbinur uppá
tilsamans 6,4 MW. Undir Fossáverki
num hoyra eisini hesi vatnorkuverk og
vindmyllur, sum verða stýrd frá
Fossáverkinum:
• Mýruverkið við einari turbinu upp á
2,4 MW
• Heygaverkið við einari turbinu upp á
4,8 MW
• Eiðisverkið við tveimum turbinum
upp á tilsamans 13,4 MW
• Vatnturbinan á Strond upp á 1,4
MW
• 4 vindmyllur í Neshaganum upp á til
samans 2 MW.
Talan er sostatt um tilsamans 7 vatn
turbinuaggregat og 4 vindmyllur við
einum samlaðum mátti upp á 30,4
MW.
Harafturat stýrir vakthavandi á
Fossáverkinum býtið av framleiðsluni
millum elverkini í meginøkinum,
herundir eisini Sundsverkið og Strond
(lastfordeiling).
Eisini er vakthavandi á Fossáverkinum
koblingsleiðari fyri háspenningsan
leggini í meginøkinum.
Tað er eitt krav, at tú hevur fulla
maskinmeistaraútbúgving, t.v.s. víðkað
maskinmeistaraprógv ella 3 ára maskin
meistaraskúlaprógv.
Starvið er lønt sambært sáttmála
millum SEV og Maskinmeistarafelagið.
Lønin verður ásett eftir starvsaldri
frammanundan, sum verður roknaður
frá próvtøkudegnum, men er treytaður
av fakliga viðkomandi arbeiði síðani
tá.
Umframt nevndu løn kann roknast við
vaktargjøldum og møguliga eisini
úrtíðarløn.
Umsóknir skulu saman við prógvum
og møguligum ummælum verða
sendar til:
Elfelagið SEV
Postrúm 319
FO110 Tórshavn
Umsóknir skulu vera SEV í hendi í
seinasta lagi mikudagin 23. apríl 2008.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til Pól Joensen, verks
meistara, á telefon 346800.