Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 68 - 9. apríl 2008 11 tíðindi Theta-vidgerdir vid Annitu Nielsen: Theta er ein ljós-/ ljóð- og verbal terapi, ið arbeiðir á theta-nivau í heilanum, altso djúpt í ótilvitskuni. Á theta-nivau er heilin meira avslappaður og fær betri arbeitt við tí, vit hava trupulleikar við, tá vit bert skulu nýta okkara vilja. Theta- viðgerðin hjálpir við at uppbyggja álit og at fáa betri vanar, yvirlit, yvirskot og gleði. Theta er fyrst og fremst ment til orðblind, men seinni eru aðrar viðgerðir komnar afturat, har strongd og ræðsla fyri royndum eru sera nógv nýttar. Í Føroyum er tað Annita Nielsen, sum fer at geva Tehta-viðgerðir. Hon hevur fingið upplæring og neyðuga lisensin frá Mogens Kokholm. VIT við dansitónleiki Leygarkvøldið verður bólkurin, VIT, at hoyra í Ment- anarhúsinum í Fuglafirði. VIT varð stovnaður fyri nøkrum mánaðum síðandi av frítíðartónleikarum, sum tó hava staðið á palli í mong ár. Fyrst og fremst hevur bólkurin lagt seg eftir at spæla kendan og dansivinarligan tónleik. Í bólkinum eru Ingun Joen- sen, sang, Jákup Alberg Eliasen; guitar, banjo & sang, Óla Jákup Joensen; bass & sang, Rói Eliasen; keyboard og Súna Eliasen, sum spælir trummur. Landsfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Landsfundur Sjálvstýris- floksins varð hildin við teirri dagsskrá, at Kári P. Højgaard fyrst legði fram sína formansfrágreiðing. Síðan helt nýggi tingmaður floksins, Kári á Rógvi, eina røðu, og at enda fekk formaðurin í Unga Sjálv- stýri, Jógvan Skorheim, eisini høvi at halda eina røðu vegna tær yngru kreftirnar í flokkinum. Eftir framløgurnar hjá Kára P. Højgaard, Kára á Rógvi og Jógvani Skor- heim, var høvi til viðmerk- ingar og orðaskifti um fram- løgurnar. Leila gestarøðari Tey, sum stíla fyri í Sjálv- stýrisflokkinum, høvdu eis- ini fingið ein gestarøðara at siga nøkur orð um økið, sum hon umboðar. Gesta- røðari var Leila Solmunde, forkvinna í Meginfelag teirra Brekaðu. Leila røddi um vantandi javnstøðu í gerandisdegnum hjá fólki við breki, og hon lýsti eisini týdningin av, hvussu umráðandi tað er, at ST-sáttmálin um rættindi teirra brekaðu verður sam- tyktur, staðfestur og fylgdur. Eftir at gestarøðarin hevði havt sína áhugaverdu framløgu, høvdu fólk aftur høvi at gera viðmerkingar. Nakað fyri fundarlok, varð fundarsamtyktin, sum ein trímannabólkur hevði arbeitt við, løgd fram og samtykt á landsfundinum. Flokkurin viðrák Góða valúrslitið hjá Sjálv- stýrisflokkinum á seinasta løgtingsvali merkti for- mansfrágreiðingina hjá Kára P. Højgaard, og hann helt, at dyggi stuðulin kring landið hevur givið flokkinum nýggjan íblástur, viðrák og gott treysti til at flyta førningin longur fram á leið. Formaðurin nam eisini við sjálvsstýrismál og segði, at skulu Føroyar gerast fullveldisríki, er tað í Føroyum, at fullveldi skal vinnast – og ikki aðrastaðni, sum hann tók til. Kári vísti á, at Sjálvstýris- flokkurin uppundir seinasta løgtingsval lovaði Føroya fólki, at í hesum valskeiði verður neyðugt at raðfesta, tí fíggjarorka landsins er avmarkað. Hann segði, at ovurstórar íløgur í undirstøðukervið við fleiri undirsjóvartunlum liggja fyri framman, sam- stundis sum neyðugt verður í enn størri mun enn áður at raðfesta skúla, útbúgving, mentan og gransking. Kári segði, at tey so- nevndu “bleytu” virðini eiga at fáa hægstu raðfesting í hesum valskeiði. Formaður Sjálvstýris- floksins vísti á, at aftur- haldni floksins í sambandi við undirsjóvartunlar helst var ein orsøkin til, at flokk- urin ongantíð varð boðin við til realitetssamráðingar um skipan av samgongu. Nýggjur íblástur Kári á Rógvi, sum er nýggi tingmaðurin í Sjálvstýris- flokkinum, helt eina mer- gjaða, men eisini skemtiliga røðu á landsfundinum. Hann rósti Kára P. Høj- gaard fyri at hava leitt flokkin úr einum aldudali og vísti á, at sitandi for- maðurin soleiðis gjørdist eitt kolon í floksins søgu – heldur enn eitt punktum, sum hann skemtiliga, men tó so sigandi tók til. Kári á Rógvi helt, at hóast flokkurin er í andstøðu, ber kortini til at fáa ávirkan – ikki minst tí, at smala samgongan eftir øllum at døma fer at fáa brúk fyri stuðli. Nýggi løgtingsmaðurin segði seg vóna, at flokkurin soleiðis fer at fáa undirtøku fyri nøkrum av teimum málum, sum flokkurin fór til val uppá. Hann duldi ikki fyri, at hann er ein av teimum innan flokkin sum ynskir, at Føroyar vinna longur fram á sjálvstýris-og sjálv- bjargnisleið. Positivur andi Eftir framløguna hjá Kára á Rógvi, segði formaðurin í Unga Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, nøkur orð. Hann vísti eitt nú á týdn- ingin av, at nakað ítøkiligt verður gjørt fyri at ávirka keypivanar, soleiðis at fólk kunnu gerast meira bevíst um at velja tær um- hvørvisvinarligu vørurnar Jógvan Skorheim legði dent á umhvørvi í síni røðu. Eftir framløgurnar var orðaskifti, og fleiri nýttu høvi at taka orðið. Lagið var gott, og fólk eru positiv og bjartskygd um gongdina, nú flokkurin stóð seg so væl á seinasta val og tvífaldaði umboðanina á tingi. Vit fara at venda aftur til gestarøðaran, Leilu Sol- munde, í aðrari grein á hesi opnu. Viðrák og nýggjur íblástur Afturvaldi formaðurin á tingi, Kári P. Højgaard, segði, at fíggjarorka landsins er avmarkað, og tí er neyðugt við fíggjarligum varsemi Mynd: Sjálvstýrisflokkurin Kári á Rógvi, løgtingsmaður, rósti navnanum fyri at hava leitt flokkin úr einum aldudali. Kári á Rógvi helt eina mergjaða, men eisini skemtiliga røðu Mynd: Sjálvstýrisflokkurin Meira um landsfund Í blaðnum í morgin fara vit at hava meira tilfar frá landsfundi Sjálvstýrisfloksins Lagið var gott á landsfundinum, og fólk eru positiv og bjartskygd um gongdina Mynd: Sjálvstýrisflokkurin Góða valúrslitið hjá Sjálvstýrisflokkinum á seinasta løgtingsvali merkti formans­ frágreiðingina hjá Kára P. Højgaard, floksformanni, sum á landsfundinum helt fyri, at dyggi stuðulin kring landið hevur givið flokkinum nýggjan íblástur, viðrák og gott treysti til at flyta flokkin longur fram á leið