mikudagur 9. apríl 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 68 - 9. apríl 2008
27
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Talan var um
fantastiskt undirhald
á Anfield. Arsenal
var liðið við betra
spælinum, men
Liverpool skoraði
fýra av teimum seks
málunum, sum fullu
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
- Tapið kemst av eini
skeivari dómaraavgerð og
persónligum mistøkum. Eg
havi sæð støðuna umaftur,
og hatta var ikki í nær
námind einum brotssparki.
Arsene Wenger var alt
annað enn blíður, tá hann
mátti staðfesta, at tað verður
Liverpool – og ikki Arsenal
– sum skal spæla hálvfinalu
í Champions League.
Hendingin, sum Wenger
sipaði til, hendi bara fimm
minuttir fyri leiklok. Ade-
bayor, sum annars hevði
misnýtt ein stjóra av teimum
stóru, hevði júst javnað eftir
framúrskarandi forarbeiði
av Theo Walcott. Men
Arsenal-spælararnir høvdu
ikki fingið armarnar niður,
fyrr enn dómarin dømdi
brotsspark, tí hann metti
Kolo
Touré
hava
felt
innskifta Ryan Babel.
Tað gav ein enda, har
Arsenal tveitti alt fram í
royndunum at javna, og so
kundi Babel í yvirtíðini
staðfesta sigurin.
Fantastiskur
fótbóltur
Men undan hesum høvdu
áskoðararnir á Anfield sæð
ein dyst, sum heilt víst fer
at teljast millum klassik-
ararnar í europiskum høpi.
Arsenal skuldi skora, um
teir skuldu hava nakran
møguleika, og teir settu seg
tungt á dystin frá byrjan.
Longu eftir 13 minuttum
kundi Diaby eisini skjóta
teir framum, og næsta
korterið helt Arsenal fram
við at stýra dystinum.
Ein framúrskarandi stút-
ari frá Hyypia javnaði tó
málini, og tá Torres eftir 24
minuttum í seinna hálvleiki
snaraði sær á, áðrenn hann
høgdi bóltin upp í mál-
hornið, var tað Liverpool,
sum
kanska
ikki
heilt
uppiborið var á sigurskós.
Arsenal hevði kanska
ikki longur heilt sama trýst-
ið, sum teir høvdu fyrsta
hálva
tíman,
men
teir
strongdu tó støðugt á. Og
málið frá Adebayor var
heldur ikki meira, enn teir
høvdu uppiborið.
Men tað gjørdist so ikki
til meira enn ein vakran
deyða, tá Gerrard kundi
umseta brotsspark til mál.
Eyðmjúkur Gerrard
Eftir
dystin
ásannaði
Liverpool-skiparin, at teir
fyri tað nógva bert vóru
næstbesta liðið á vøllinum.
- Talan var um eitt flott
liðavrik frá okkum. Skal eg
vera rættvísur móti Arsenal,
so spældu teir okkum av
vøllinum,
men
tíbetur
megnauð vit kortini at gera
tað, sum skuldi til, segði
Gerrard við miðlarnar eftir
dystin.
Sjálvur helt Gerrard, at
talan var um ein tann vána-
ligasta dystin, sum hann
hevur spælt fyri Liverpool,
men tað munnu viðhalds-
fólkini nú ikki leggja tað
heilt stóra í. Tí við 3-2 mál-
inum gjørdist hann stóra
hetjan, sum enn einaferð
sendi Liverpool millum tey
fýra bestu í Europa.
Saman við Jón Bjarnasyni
og Peturi Heðin á Fløtti eru
fýra føroyskir svimjarar í
hesum døgum í Manchester
í Onglandi, har HM í svimj-
ing fer fram.
Nakað HM-heiti verður
talan neyvan um, men vón-
irnar eru, at Pál Joensen
kann svimja seg fram til
finaluna. Pál er undan kapp-
ingini styrkismettur sum
nummar 9 á 1.500 metra
teininum í frísvimjing, og tí
kann málið røkkast, um vág-
bingurin svimur til sítt
allarbesta.
Umframt Pál Joensen eru
Kári á Høvdanum, Shaila
millum Garðarnar og Mona
Simonsen við í kappingini.
Eurosport sendir bein-
leiðis frá HM-kappingini í
Manchester, og tí ber til at
fylgja við, tá føroysku
svimjararnir eru í hylinum.
-mørk
Chelsea
stýrdi
seg
víðari
Miðvallarstjørn
urnar vóru
málskjúttarnir,
tá Chelsea í
kvøld vann 2
0 á turkiska
Fenerbache
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Europiska
ævintýrið
hjá Fenerbache endaði
á Stamford Bridge í
gjárkvøldið.
Fener-
bache hevði annars eina
2-1 leiðslu við sær til
enska
høvuðsstaðin,
men
tað
tók
bert
Chelsea og Michael
Ballack knappar fýra
minuttir, áðrenn hetta
varð sett upp á pláss.
Við 1-0 leiðslu hevði
Chelsea fyrimunin, tí
teir høvdu skorað á
útivølli, og tí noyddist
Fenerbache nú longur
fram á vøllin. Men
hóast teir høvdu bóltin
meira,
so
eydnaðist
teimum sjáldan at koma
sær fram til teir heilt
stóru møguleikarnar.
Og hinvegin lúrdi
vandin alla tíðina fyri,
at Chelsea punkteraði
dystin við enn einum
máli. Hetta hendi eisini,
tá
Fenerbache
móti
dystarenda royndi at
flyta
fólkið
longur
fram. Tað gav betri rúm
hjá Chelsea, og so
kundi altíð vandamikli
Frank Lampard senda
næsta seymin í kistuna
hjá Fenerbache.
Turkisku meistararnir
hava tó onga orsøk at
vera ónøgdir við sítt
avrik í kappingini. Tað
eru hóast alt bert 20
mánaðir síðani, at teir
noyddust
norður
í
Atlantshavið til Tórs-
havn at spæla undan-
kappingardyst
móti
B36. Men við at spæla
seg millum tey átta
bestu í Europa er neyv-
an tann heilt stóri vand-
in fyri, at slíkur undan-
kappingardystur aftur
verður neyðugur.
Arsenal spældi men tapti
Gerrard hevur júst sent
brotsspark í netið til 3-2,
og saman við Johan Arne
Riise fegnast hann um,
at Liverpool enn einaferð
hevur vunnið seg fram
millum tey fýra bestu í
Europa
Mynd: Polfoto/PA
Finalan er stóra málið
Chelsea-Fenerbache 2-0 (1-0)
(Chelsea víðari við 3-2)
1-0: Michael Ballack, 4.
2-0: Frank Lampard, 87.
Liverpool-Arsenal 4-2 (1-1)
(Liverpool víðari við 5-3)
0-1: Abou Diaby, 13
1-1: Sami Hyypia, 30
2-1: Fernando Torres, 69
2-2: Emmanuel Adebayor, 84
3-2: Steven Gerrard (br.), 85
4-2: Ryan Babel, 90.
FAKTA