Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-09, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. apríl 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 68 - 9. apríl 2008 lýsingar Stoypa grund? Manglar tær at fáa grundina stoypta, garðin ella hjallin, eru vit tey tú manglar. Ring og fá eitt óbindandi tilboð. Vit gera alt stoypiarbeiði – stórt sum smátt. J.J. Betong Tlf. 21 20 90 ella 44 78 90 Toystovan Sjógøta 1 · Tvøroyri Att: Desiree Mortensen Potts Handilslærlingur Handilslærlingur til TOYSTOVUNA á Tvøroyri Søkt verður eftir røskum fyriko- mandi lærlingi,ið er kreativur og áhugaður í klædnamóta. Ein treyt er at tú hevur FHS, HH ella líknandi prógv. Er hetta nakað fyri teg so send eina skrivliga umsókn til okkara innan 1. mai. Varaskúlastjórastarv í Vágs skúla Starvið sum varaskúlastjóri í Vágs skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august 2008. Í Vágs skúla eru uml. 230 næmingar í 1.-10. flokki, og 26 lærarar starvast í skúlanum. Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum • undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans • dugir at samstarva og er fyrikomandi • er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans. Harumframt skal varaskúlastjórin • vera næsti medarbeiðari skúlastjórans • saman við skúlastjóranum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd • undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans • vera førur fyri at loysa trupulleikar • saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri medávirkan og medábyrgd. Førleikakrøv Umsøkjarin skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar- og setanartreytir Setanarøki er undir mentamálaráðnum við fyribilstænastu í Vágs skúla. Tann, ið sett/settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmáráðið og Føroya Lærarafelag og verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum sett/settur verður, er tæn- astumannasettur lærari frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir gald- andi reglum. Umsóknir Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 24. april 2008 kl. 10:00. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Óla í Hjøllum, skúlastjóra, á tlf. 373192 ella 222896. Vágur 8. apríl 2008 Vágs skúli Vágsvegur 32 900 Vágur Vágs skúli Undirvísari til Maskinøkið Vit leita eftir undirvísara at byrja skjótast tilber. Vit kundu hugsað okkum • at tær dámar at undirvísa, • hevur sveinabræv innan maskinyrkið • tað er ein fyrimunur um tú hevur víðari útbúgving. Setanartreytir o.a. Setanartreytir eru eftir sáttmála í millum FTL og Fíggjarmálaráðið. Skrivlig umsókn við prógvum skal sendast skúlanum innan 25. apríl. Eru spurningar, so eru áhugaði vælkomin at venda sær til John Erik Hansen, deildarleiðara ella Rúna Heinesen, skúlastjóra, tlf. 456311 ella fartelefon 214407. Tekniski Skúlin í Klaksvík Postboks 20 FO-700 Klaksvík www.tsk.fo Tekniski Skúlin í Klaksvík er sjálvognarstovnur og yrkisskúli. Á skúlanum eru miðnámsútbúgvingarnar, HT og SIT, og skúlagongd fyri handverkslærlingum innan el-, maskin- og timbur yrki. Aðalmál skúlans er, at vera kendur fyri eitt gott skúlaumhvørvi og fakliga og námsfrøðiliga menning. Søkt verður eftir fólki til Skúlaheimið í Marknagili Arbeiðið á Skúlaheiminum fevnir um reingerð 15 tímar um vikuna og køksarbeiðið 9 tímar um vikuna. Tann, ið settur verður í starv, skal eisini virka sum avloysari í sambandi við reingerð í skúlanum í Smiðjugerði Løn samb. sáttmála við HAK. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Reynhold Madsen, kokk. Starvið skal setast sum skjótast. Umsóknin skal sendast Skúlaheiminum í seinasta lagi 17. apríl 2008. Skúlaheimið í Marknagili Marknagilsvegur 75 · Postsmoga 3239 FO – 110 Tórshavn · Telefon 308060 Telefaks 308051 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo