mikudagur 9. apríl 2008síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 68 - 9. apríl 2008
Starvslýsing
Marknaðarfólk til Sosialin
Ert tú fyrikomandi, dugir væl at selja, ert
álítandi, røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
og undir trýsti, so ert tú júst tann, vit leita
eftir.
Til marknaðardeild okkara søkja vit eftir
tveimum starvsfólkum, sum kunnu verða við
til framhaldandi at menna inntøkugrundarlag
okkara.
Lýsingarinntøkur eru ein týðandi partur av
tilverugrundarlagnum hjá føroysku
fjølmiðlunum, og tí leita vit støðugt eftir
nýggjum hættum at menna hendan partin av
fyritøkuni. Tí er tørvur á fólkum, sum duga at
fáa, og ikki minst, arbeiða víðari við góðum
hugskotum.
Í samstarvi við starvsfelagarnar á marknaðar
deildini verður tú við í dagligu framleiðsluni av
blaðnum. Herundir tilrættislegging av lýsingar
átøkum og temabløðum. Umframt hetta,
verður tú ein týðandi partur av søluarbeiðinum
hjá Sosialinum, Rás2, Slýsingum og
Portalinum.
Løn verður ásett sambært avtalu.
Er hetta nakað fyri teg, so er bert at senda
eina umsókn við frágreiðing um útbúgving og
royndir til Sosialin. Ynskir tú at fáa meira at
vita um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í
samband við Gudny Langgaard á tel.
341823/222081.
Tað ber sjálvandi eisini til at senda teldupost á
gudny@sosialurin.fo
Størvini verða at seta skjótast gjørligt.
Umsóknarfreistin er mánadagin 14. apríl og
skal umsóknin saman við viðkomandi skjølum
sendast til:
Sosialurin
Att.: Gudny Langgaard
Postsmoga 76
FO – 110 Tórshavn
Samtakið kring Miðlahúsið fevnir í dag um tríggjar miðlapallar. Blaðútgávu, tíðindaflutning á netinum og útvarp.
Tilsamans starvast um 45 fólk í samtakinum.
Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn
Volvo S40 til sølu
Sera væl hildin ikki-roykjara bilur. 1.8 bensin 125 hk. Árg. 10/2005, koyrt
26.000 km. Hevur ljós leðursetur, leður róður, leður gearknobb v/alu,
alu-panelir, el-spegl, orig. 17” alu-felgur, niðurbl. bakkspegl v/kumpass,
klimaanlegg, innbygd barnasetur aftan o.m.a. Er sum nýggjur bæði innan
og uttan.
Verður seldur, um hóskandi boð fæst
Tel 21 19 96 ella kho@post.olivant.fo
Hoyvíkingurin, Heini
Zachariasen, sum í
fimm ár hevur sitið
í stjórastólinum hjá
danska Bullguard, fer
nú at leita sær nýggjar
avbjóðingar
VinnulíV
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Heini Zachariassen hevur
seinasti fimm árini verið
stjóri hjá Bullguard, ið fyrst
og fremst selur loysnir til
virus-verju.
Hesi árini er fyritøkan
vaksin frá teimum trimum,
sum stovnaðu Bullguard, til
eina fyritøku, sum í dag tel-
ur 100 starvsfólk. Og sum
hevur ein umsetning, sum
hvørt ár er meira enn tví-
faldaður.
- Hetta hevur verið ein
ótrúliga spennandi tíð. At
menna fyritøku frá grundini,
fáa brand´ið fram hjá al-
menninginum og at fáa løn-
semi í virksemið hevur ver-
ið ein sera stór avbjóðing,
og eg eri fegin um, at vit
saman hava rokkið hesum
málum, sigur Heini í tíð-
indaskrivi, sum Bullguard
sendi út í morgun.
Við portalin sigur Heini,
at hann enn ikki vil avdúka,
hvat hann fer at takast við
komandi tíðina.
- Heilt einki verður tað tó
ikki. Næstu seks mánaðirnar
fari eg at arbeiða við nøkr-
um heilt øðrum, og so fáa
vit at síggja, hvat framtíðin
annars hevur at bjóða, sigur
hann.
Heini Zachariassen, sum
er 35 ára gamal, er eisini
nevndarformaður í Føroya
Tele, nevndarformaður í
Fremad Amager Invest og
nevndarlimur í íløgufelag-
num, Set.
Hóast hann nú gevst í
Bullguard, er Heini fram-
vegis ein av høvuðsparta-
eigarunum í fyritøkuni.
Heini gevst
á Bullguard
Enn vil Heini Zachariassen
ikki siga, hvat hann fer at
nýta komandi tíðina. Men
talan verður um okkurt heilt
annað, sum hann málber seg