Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-10, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 69 - 10. apríl 2008 tíðindi 25 Ísland hækkar rentuna Íslendski Tjóðbankin hevur í dag boðað frá, at tey hækka rentuna við hálvum prosentstigi til 15,5 prosent. Ongar grundgevingar eru nevndar í tíðindaskrivinum, men serfrøðingar krin heimin eru samdir um, at vaksandi inflatiónin og fallandi kursurin á íslendsku krónuni eru høvuðsorskirnar til hetta. Íslendska krónan er lækkað heilt nógv seinasta mánaðin, og í dag kosta 100 íslendskar krónur á leið 6,00 danskar krónur. Fyrst í mars var kostnaðurin fyri tað sama á leið 7,50 danskar krónur. Samstundis er inflatiónin økt, soleiðis at hon í mars var 8,7 prosent. Málið hjá íslendska tjóðbanaknum er at halda inflatiónini á 2,5 prosentum. Oljuprísurin setir met Prísurin á eini tunnu av ráolju endaði í gjár á 110,87 dollarar fyri tunnuna. Tað svarar til 526 krónur. Hetta hendir, nú USA hevur minkað um goymslur sínar av ráolju, og eitt skifti í gjár var prísurin heilt uppi á 112,21 dollarar fyri tunnuna. Eisini í London var talan um methøgar prísir. Har var prísurin eitt skiti 109,50 dollarar fyri tunnuna, skrivar Ritzau. Heiðursgáva Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á landsfundi Sjálvstýris­ floksins seinasta leygardag fekk Jóhan Petur Petersen á Norðskála eina heiðursgávu frá flokkinum. Gávan er ein borðlampa úr føroyskum gróti, sum Árni Ziska, gróthøggari á Strondum, hevur tilevnað. Jóhan Petur hevur verið virkin í Sjálvstýrisflokki­ num í samfull seksti ár, har­ av hann hevur verið kassa­ meistari í fleiri enn tríati ár. Tá ið hann fylti áttati, legði Jóan Petur frá sær sum kassameistari. Trúgvur í tænastu Hann hevur trúliga luttikið á øllum fundum og tiltøkum floksins gjøgnum hesi mongu ár. Tí gjørdi flokk­ urin av at heiðra undan­ gongumannin, ið hevur tikið so nógv tøk fyri flokk­ in upp ígjøgnum árini. Undan landsfundinum hesaferð, ringdi Jóan Petur Petersen og boðaði frá, at hann av heilsuávum setti seg ikki føran fyri at luttaka á landsfundinum. Í yvirlýsingini á landsfundinum sigur Sjálvstýrisflokkurin, at útlendingar, giftir føroyingum, skulu skjótari fáa arbeiðsloyvi í Føroyum. Yvirlýs­ ingin nemur eisini við fleiri onnur mál, sum eru frammi í dagsins politikki Landsfundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stutt eftir, at aðalfundur Sjálvstýrisfloksins varð settur seinasta leygarmorg­ un, setti flokkurin ein bólk at orða eina yvirlýsing, sum varð samtykt, áðrenn lands­ fundurin var lokin. Í fyrsta lagi fegnast lands­ fundurin um avbera góða valúrslitið í januar og stóru tilgongdina av nýggjum virknum limum, sum flokk­ urin hevur havt. ­ Vit ásanna, at alneyðugt er, at Føroyar samtykkja og fremja ST­sáttmálan um rættindi teirra ið bera brek. Neyðugt er at tryggja ráð­ geving og eftirlit við, at sáttmálin verður hildin. Í yvirlýsingini tekur lands­ fundurin undir við, at ting­ bólkurin roynir at fáa í lag semju við landsstýrissam­ gonguna um ein ábyrgdar­ fullan fíggjarpolitikk. ­ Vit fegnast eisini um royndirnar at skapa breiðar semjur á tingi um týðandi mál, og serliga má breið semja fáast um langtíðar og burðardyggan fiskivinnu­ politikk. Landsfundurin heldur tað vera av stórum týdningi, at umhvørvisviðurskifti verða tikin í álvara. ­ Átøk skulu fremjast fyri at minka um dálkandi útlát, og umhvørvisvinarligar og reinar orkukeldur, eitt nú vindur, vatn, sól­og aldu­ orka, skulu mennast. Útlendingaøkið Landsfundurin heldur, at útlendingaøkið má skipast av nýggjum, so Føroyar fáa neyðuga tilgongd av ar­ beiðsmegi. ­ Útlendingar giftir føroy­ ingum skulu fáa arbeiðs­og uppihaldsloyvið, tá ið um­ sókn um familjusamanfør­ ing verður latin inn. Heitt verður eisini á sam­ gonguna um at raðfesta hægri lestur og at samtykkja uppskotini um rættarskipan og javnstøðu. At enda í yvirlýsingini harmast Sjálvstýrisflokkur­ in um, at størri stig ikki verða tikin á sjálvstýris­og framburðsleið. Neyðug tilgongd av arbeiðsmegi Jóan Petur heiðraður við gávu Kári P. Højgaard, floksformaður, við lampuni, sum Sjálvstýrisflokkurin hevur givið sum heiðursgávu Mynd: Sjálvstýrisflokkurin Jóan Petur Petersen legði frá sær sum kassameistari hjá Sjálvstýrisflokkinum, tá ið hann gjørdist áttati ár Eftir at hava verið virkin í Sjálvstýris­ flokkinum í samfull seksti ár, gjørdi flokkurin av at heiðra Jóan Petur Petersen á Norðskála Tey, sum sótu í bólkinum, ið skrivaði uppskotið til yvirlýsing Sjálvstýrisfloksins, vóru Kári á Rógvi, Kristina Toftegaard og Jan Joensen. Á myndini síggja vit Kári P. Højgaard í práti við Oddvá Nattestad, sum er ein av nýggju limunum í flokkinum og Eileen Sandá, landsnevndarlim Mynd: Sjálvstýrisflokkurin