Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-10, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. apríl 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 69 - 10. apríl 2008 heilsanir Røsk vart tú eisini Góða Mina Hjartaliga tillukku við teimum 45 árunum. Ja mín kjera, nógv vatn er runnið, og ofta hevur mótin skift øll hesi árini, bæði so og so. Men ikki sæst tað á tær :-) Ynskja partygellurnar Hjartaliga tillukku við føðingardegnum Góði Andreas Hjartaliga tillukku á 11 ára degnum 9. apríl og alt tað besta í framtíðini. Tú ert tann besti stóribeiggin. Vit elska teg. Heilsan mamma, babba, Aron, Eli og Jónas Einaferð vart tú ung og grøn Góða Teresa og Jonna Vit ynskja tykkum hjartaliga tillukku við 7 og 11 ára døgunum. Vit elska tykkum. Kærar heilsur mamma, babba og Sámal Ikki sæst tað á tær Varaskúlastjórastarv í Vágs skúla Starvið sum varaskúlastjóri í Vágs skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august 2008. Í Vágs skúla eru uml. 230 næmingar í 1.-10. flokki, og 26 lærarar starvast í skúlanum. Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum • undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans • dugir at samstarva og er fyrikomandi • er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans. Harumframt skal varaskúlastjórin • vera næsti medarbeiðari skúlastjórans • saman við skúlastjóranum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd • undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans • vera førur fyri at loysa trupulleikar • saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri medávirkan og medábyrgd. Førleikakrøv Umsøkjarin skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar- og setanartreytir Setanarøki er undir mentamálaráðnum við fyribilstænastu í Vágs skúla. Tann, ið sett/settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmáráðið og Føroya Lærarafelag og verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum sett/settur verður, er tæn- astumannasettur lærari frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir gald- andi reglum. Umsóknir Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 24. april 2008 kl. 10:00. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Óla í Hjøllum, skúlastjóra, á tlf. 373192 ella 222896. Vágur 8. apríl 2008 Vágs skúli Vágsvegur 32 900 Vágur Vágs skúli