Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 11. apríl 2008 27 tíðindi Hon hevur lagt heim­ in fyri sínar føtur, sum ein av stóru stjørnunum í Spice Girls. Hon hevur sett fleiri met sum solistur í Onglandi, og nú hevur Melanie C sett kós í ein norðan og spælir á Summar Festivalinum í august Tónleikur Jákup Mørk jakup@sosialrin.fo Hon var ein av stóru stjørn­ unum í heimsins mætasta gentubólki, hon hevur sum solistur verið á bretska hitlistanum í meira enn 200 vikur tilsamans, og hon er einasta kvinnan í Bretlandi, sum hevur verið nummar 1 sum solistur og partur av einum bólki. Hon er Melanie C, og hon spælir á Summar Festi­ valinum í august. Tað hava fyriskipararnir av Summar Festivalinum kunngjørt í dag. ­ Vit eru sera fegnir um, at vit hava fingið Melanie C til Summar Festivalinum. Hon hevur skrivað tónleika­ søgu sum partur av einum tí størsta poppbólkinum í nýggjari tíð, og sum solistur hevur hon eisini klárað seg framúr væl, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum. ­ Melanie C hevur júst verið á heimsturné við Spice Girls, og hon er tí í toppform, nú hon fer at koma til Føroya at spæla, sigur hann. Spice Girls fepurin Seinnu helvt av nítiárunum gjørdist føroyskar gentur partar av einum nýggjum poppveruleikar, har allar­ størstu fyrimyndirnar vóru tær fimm superstjørnurnar úr Onglandi – Spice Girls. Tónleikur, klæðir, frisura, kropsburður og andlitsbrá skuldi passa til hvørja ein­ staka dansigentu. Og saman stóðu tær sterkar! Tað vóru jú serligar Spice­ girls kappingar og framførsl­ ur kring landið. Allastaðni uppstóðu dansi­ og sangbólk­ ar, allir krydraðar við hvør sínum fimm fittum upp­ skrýddum og vælvandum gentum, har allar gjørdu sítt til at liva sín poppsam­ leika og at verða ímyndin av teimum fimm heimskendu gentunum: Geri Halliwell, Victoria Beckham, Melania Brown, Emma Bunton og ikki minst Melanie Chisholm, eisini nevnt Mel C. Super-stjørna Melanie Jayne Chisholm er 34 ára gomul, og hon hevur síðani 1996 verið ein av størstu poppstjørnunum í Bretlandi. Fyrst var tað sjálvandi sum ein av teimum fimm superstjørnunum í Spice Girls, sum tók allan heimin við stormi. Spice Girls seldu fleiri enn 50 milliónir fløgur, og tær høvdu 9 sang­ ir, sum vóru ovast á bretska hitlistanum – tað sama sum Abba megnaði í sínari tíð. Spice Girls var ein heimsu mfatandi flóðalda av frísk­ um x­kromosomum í einari spennandi tíð, har stóru dreingjabólkarnir, West­ life og Backstreet Boys, sam­ stundis skrivaðu tónleika­ søgu. Í 2000 góvust Spice Girls at spæla, men í fjør komu tær saman aftur til eina kon­ sertferð, sum var ein av stóru hendingunum í farna ári. Hevur klárað seg best Melanie C hevur eisini roynt seg sum solistur, og hon er tann av teimum fimm kvinnunum í Spice Girls, sum hevur klárað seg bestu sum solistur. Hon hevur selt 3 milliónir fløgur, hevur havt seks sangir á topp­10 í Bretlandi, og samanlagt hevur hon verið á bretska hitlistanum í meira enn 200 vikur. Millum hennara kendastu sangir sum solistur eru I Turn To You, Northern Star og Never Be The Same Again. Melanie C hevur verið við til at skriva 11 sangir, sum hava verið nummar 1 í Onglandi, og hon er einasta kvinnan, sum hevur verið ovast á hitlistanum í Bret­ landi bæði sum solistur og partur av einum bólki. Ein av hennara kendastu framførslum sum solistur er saman við Bryan Adams á sanginum When You’re Gone, og hóast tey ikki verða í Føroyum samstundis, so verða tey bæði her í landinum í ár. Norðstjørnan Fyrsta útgávan hjá Melanie C sum solistur kom í 1999, og tað var hendan útgávan hjá henni, Northern Star, sum hevur selt mest. Fløgan fekk góð ummæli, sølan var sera góð, og fleiri sangir av útgávuni vunnu inn á hitlistar kring Europa. Sang­ irnir av hesi útgávuni hava eisini verið nógv spældir í føroyskum útvarpi. ­ Eg leiti eftir onkrum í mínum lívi – onkrum støð­ ugum, sum kann leiða meg gjøgnum lívið. Og eg haldi, at Norðstjørnan er ein vøk­ ur mynd av tí, segði Melanie C um heitið á sínari fyrstu útgávu sum solistur. Fyriskipararnir eru spentir Summar Festivalurin hevur longu kunngjørt Alphabeat og Smokie sum tvey av nøvnunum á ársins festi­ vali, men tað er neyvan nakað at ivast í, at Melanie C gevur festivalinum nakað stórsligið afturat. ­ Melanie C skal verða væl­ komin á Summar Festivalin. Hon er superstjørnan, sum fer at gera ársins Summar Festival líka stóran og spenn­ andi, sum teir undanfarnu festivalarnir hava verið, sigur Steintór Rasmussen. ­ Vit eru mong, sum minn­ ast tíðina við Spice Girls. Børnini og tey ungu vóru púra burtur í teimum, og for­ eldur vóru eisini tikin við. Tí verður tað sera spennandi at uppliva eitt sindur av Girl Power á Summar Fstivalinum. Og eg má siga, at eg gleði meg til konsertina, tí Melanie C er ein sera dugnaligur sang­ ari og sangskrivari, sigur hann. Stórtrívist á palli Melanie C er kend sum ein sera góður performari. Hon syngur væl og dugir væl at standa á palli til bæði stórar og minni konsertir. ­ Eg elski at verða á pall­ inum, og eg elski at fram­ føra. Um eg skal verða heilt erlig, so dugi eg betur at standa á palli enn at gera vanlig ting í gerandisdegn­ um, segði Melanie C í ein­ ari samrøðu við eitt bretskt blað herfyri. Og at hon dugir at standa á palli, at dansa og syngja, og at hon er ein ordiliga sup­ erstjørna, tað kunnu fólk uppliva á Summar Festival­ inum í august – tað verður Girl Power fyri allar pengarnar. Melanie var partur av mætasta gentubólkinum í tónleikasøguni – Spice Girls – men hon hevur eisini dugað sum solistur. Á myndini stendur hon næstuttast til vinstru Superstjørna á Summar Festivalin Saman við Spice Girls skrivaði Mel C tónleikasøgu sum best umtókti gentubólkur nakrantíð