Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 43

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 11. apríl 2008 43 lýsingar Í Sernámsdeplinum er eitt starv sum samskipari leyst til setan skjótast til ber. Dagliga tænastustaðið verður NSR tænastsan á Frælsinum 30, men er samskiparin partur av leiðsluni fyri sernámsfrøðiliga virksemið, ið Sernáms- depilin stendur fyri. Fyrsta uppgávan verður í samráð við Tórshavnar kommunu og Sernáms- depilin at fyrireika stovnsetanina av NSR tænastuni, ið skal lata upp 1. august 2008. Førleikakrøv Tú ert útbúgvin lærari og hevur arb- eiðsroyndir. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur leiðsluroyndir og viðkomandi eftirútbúgving. Uppgávur Tú fert at leiða og samskipa arbeiðið í tænastuni og vera andlitið úteftir. Tú gert tær hugsanir um, hvussu sernáms- frøðin kann mennast og samskipast. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt og samstundis hava hug og hegni at arbeiða tvørfakligt og at samstarva við aðrar fakbólkar. Løn og setanarviðurskifti Eftir sáttmála við avvarðandi fakfelag Sum liður í menningini á sernáms- frøðiliga økinum hevur Tórshavnar Kommuna í samstarvi við Sernámsepilin og Mentamálaráðið gjørt av at seta á stovn NSR tænastu á Frælsinum 30 í Tórshavn. Tænastan skal vera klár at virka 1. august 2008 og skal veita skúlum, stovnum, foreldrum og øðrum avvarðandi at børnum og ungun ( o – 18 ár ) námsfrøðiliga- og sálarfrøðiliga ráðgeving. Manningin í fulltíðarstavi í NSR tæn- astuni verður: 1 samskipari – 2 sálar- frøðingar – 2 serlærarar, ið reka tali- mennandi og námsráðgevandi arbeiði og 1 skrivari, ið verður settur av kom- mununi . Lokalu serlærarnir eru part av síni arbeiðstíð knýttir at NSR tænastuni – tils. svarandi til á leið 2 størv. Sernámsfrøðiligu tænastueindirnar á Glyvrum, í Vági og nú í Tórshavn • samskipa serundirvísing og ráðgeving millum skúlar, stovnar, myndugleikar og foreldur í økinum • veita kommunum ráðgeving í sernámsfrøðiligum spurningum • skipa fyri skeiðum fyri starvsfólk og foreldur • virka fyri at skipa heildartilboð fyri børn við serligum tørvi • samstarva við barnaverndarstovur, heilsusystrar og sosialar deildir Meira fæst at vita við at venda sær til Hans Eli Dahl, stjóra. Umsóknir við avriti av próvskjølum og møg. viðmælum skulu vera Sernáms- deplinum í hendi tann 30. apríl 2008. Samskipari til NSR tænastuna í Tórshavnar Kommunu námsfrøðilig- sálarfrøðilig ráðgeving S E R N Á M S D E P I L I N Sernámsdepilin Frælsið 32 – Postrúm 2036 – FO 165 Argir Tlf. 314522 – Fax 310196 E – postur: sernamsdepilin@snd.fo Lesið -so eru tit við! Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Heimatænastan Sjúkrarøktarfrøðingur til Heimatænastuna í Suðuroy Sjúkrarøktarfrøðingur í Farloyvisstarv Vegna farloyvi verður søkt eftir sjúkra- røktarfrøðingi 25 tímar um vikuna frá 1. mei 2008 ella skjótast møguligt til 31. desember 2008. Vit sóknast eftir sjúkrarøktarfrøðingi, sum hevur • royndir innan heimarøkt • evni at arbeiða sjálvstøðugt við ábyrgd • koyrikort til persónbil er ein fyrimunur Vit bjóða • eitt starv við møguleika at menna starvsinnihaldið • eitt spennandi arbeiðspláss við nógvum røktarfakligum uppgávum • eitt gott arbeiðsumhvørvi Setnartreytir Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarandi yrkisfelag. Um tú ynskir at vita meir um størvini ert tú vælkomin at ringja til, økisleiðaran, tlf. 373907. Umsókn Skrivlig umsókn saman við prógvi og møguligum viðmælum skal sendast til: Heimatænastan øki 5 900 Vágur Stílað: Jeanna í Lágabø, økisleiðari Umsóknarfreist: 25. apríl 2008. Les meira á www.naerverk.fo/leys størv Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna- og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum. Feriuavloysarar til Heimatænastuna í Sandoynni Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum at arbeiða sum feriuavloysarar hjá fólki búsitandi í egnum heimi ella á eldra- sambýli í tíðarskeiðnum: 15. juni – 31. august 2008. Lønar- og setanartreytir Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um størvini við at ringja til Ásu Davidsen, økisleiðara á tlf. 361749 ella 213890. Umsókn Vinarliga sendið eina umsókn við avriti av prógvum v.m. til: Heimtænastan Áargarður 210 Sandur Stílað: Ása Davidsen, økisleiðari Umsóknarfreist: 30. apríl 2008.              