Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-11, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. apríl 2008síða 52

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

52 Nr. 70 - 11. apríl 2008 Starvslýsing Marknaðarfólk til Sosialin Ert tú fyrikomandi, dugir væl at selja, ert álítandi, røkin og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og undir trýsti, so ert tú júst tann, vit leita eftir. Til marknaðardeild okkara søkja vit eftir tveimum starvsfólkum, sum kunnu verða við til framhaldandi at menna inntøkugrundarlag okkara. Lýsingarinntøkur eru ein týðandi partur av tilverugrundarlagnum hjá føroysku fjølmiðlunum, og tí leita vit støðugt eftir nýggjum hættum at menna hendan partin av fyritøkuni. Tí er tørvur á fólkum, sum duga at fáa, og ikki minst, arbeiða víðari við góðum hugskotum. Í samstarvi við starvsfelagarnar á marknaðar- deildini verður tú við í dagligu framleiðsluni av blaðnum. Herundir tilrættislegging av lýsingar- átøkum og temabløðum. Umframt hetta, verður tú ein týðandi partur av søluarbeiðinum hjá Sosialinum, Rás2, S-lýsingum og Portalinum. Løn verður ásett sambært avtalu. Er hetta nakað fyri teg, so er bert at senda eina umsókn við frágreiðing um útbúgving og royndir til Sosialin. Ynskir tú at fáa meira at vita um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gudny Langgaard á tel. 341823/222081. Tað ber sjálvandi eisini til at senda teldupost á gudny@sosialurin.fo Størvini verða at seta skjótast gjørligt. Umsóknarfreistin er mánadagin 14. apríl og skal umsóknin saman við viðkomandi skjølum sendast til: Sosialurin Att.: Gudny Langgaard Postsmoga 76 FO – 110 Tórshavn Samtakið kring Miðlahúsið fevnir í dag um tríggjar miðlapallar. Blaðútgávu, tíðindaflutning á netinum og útvarp. Tilsamans starvast um 45 fólk í samtakinum. Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn Fótbóltskappingin Kristiansgøta 41 · FO-188 Hoyvík · Tel. 233040 / 233041 Vit átaka okkum alt arbeiði innan hita, vatn, ventilatión og sanitet.