fríggjadagur 11. apríl 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
Nr. 70 • 11. apríl 2008
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Vit vilja sleppa
á heimskortið
Føroyar skulu á heimskortið,
Føroyar skulu verða heimsins
besta land – og øll í verðini
skulu nú vita, at vit eru til.
Hetta er líkasum nakað,
sum vit øll hava jabbað upp í
saman nú í longri tíð.
Altjóðagerð, globalt
samstarv og fríhandil er nú
gongda leiðin.
Mætir menn úr stóru verð
vitja oyggjarnar, sum um vit
vóru eitt heimsveldi, og vit
fjølmiðlaðfólk kenna okkum
traðkað á, tí at Al Gore hevði
ein ringan dag og ikki tímdi
at snakka við okkum á stuttu
ferðini í Føroyum.
Kom í tankar um eitt brot í
Minnislýsingunum hjá Eiden
Müller, har hann greiðir
frá einum tíðindafundi hjá
Henry Kissinger, amerikanska
uttanríkisráðharranum,
einaferð hann var í Keyp
mannahavn. Eiden Müller
var á tíðindafundinum og
vildi gera vart við Føroyar.
Tí spurdi hann Kissinger,
hvat hann visti um Føroyar
– og hann svaraði, at hann
kendi hasar klettarnar í
Norðuratlantshavi... Og so
nevndi hann skrønuna um
víkingarnar, sum vóru á veg
til Íslands – og at nakrir teirra
vóru so ringir í sjóverki, at
neyðugt var at seta teir av
í Føroyum – og harvið vóru
føroyingar eftirkomarar hjá
víkingum við sjóverki.
Tað var ikki eiti, hugsaði
eg. Ein so stórur maður sum
Henry Kissinger veit, at vit
eru til – um enn Eiden Müller
var eitt sindur firtin um
speiska svarið frá Kissinger.
Fyri at koma eitt sindur
longur fram í tíðina, so var
tað altso fótbólturin, sum
klistarði Føroyar fastar á
heimskortið. Var tað ikki fyri
fótbóltin, so vóru vit slett
ikki til á heimskortinum
hjá rættiliga nógvum
heimsborgarum.
Well, heimskort ella ikki
heimskort. Vit fáa helst meira
burtur, um bæði heimsins
leiðarar – og heimsins
borgarar annars geva okkum
ans, treyðugt so...
Heini bloggar úr Ísrael
Komandi tíðina fer Heini í Skorini, sum er í starvsvenjing á donsku ambassaduni í Tel Aviv, at skriva
bloggar í vikuskiftisinnlegginum hjá Sosialinum. Heini fer at skriva um og úr gerandisdegnum í Ísrael.
– Eg hevði helst ongantíð farið í kríggj fyri
mítt land, haldi eg fyri.
Amoz andar inn frá sigarettini. Fyrrverandi
hermaðurin, sum bardist andlit til andlits móti
Hizbollahmilitsum í ein mánað í Suðurlibanon
á sumri í 2006, og sum hetta fríggjakvøldið í
Tel Aviv slappar av saman við vinmonnum.
Í tímar havi eg spurt hann um lívið sum
hermaður. Um hvussu tað í roynd og veru er at
vera har úti á vígvøllinum við eini maskinbyrsu
og kempa fyri sínum lívi, sínum kammeratum
og sínum landi. At søkja sær skjól, tá tungu
rakettirnar bresta í jørðina í einum inferno av
støvi, gróti, jørð og larmi. At vita, at tað heila
kann vera liðugt hvørja løtu.
Amoz og hansara vinfólk, sum øll hava verið
ella eru í ísraelska herinum í tvey ella trý ár
– kvinnurnar sleppa við tveimum – flenna at
hesum norðurlendska pasifistinum, sum um
tey ongantíð hava møtt einum bláoygdari
menniskja. Og tað hava tey kanska heldur ikki.
– Í ávísum førum er kríggj neyðugt, um tú
vilt varðveita títt samfelag. Og tá tit evrope
arar prædika um mannarættindi og liberalt
demokrati, so skulu tit vita, at hetta er eitt
luksus fyri lond í friðarligum umstøðum. Tann
dagin Noreg og Ísland og Skotland lýstu kríggj
ímóti Føroyum ella Danmark, so hevði títt sam
felag eisini verið umbroytt
til ein fucking paranoidan
politistat, sigur Amoz.
Hann hevur fingið
nóg mikið av Ísrael. Av
fíggindasinnaðu granna
londunum. Av endaleysu
ísraelskuarabisku konflikt
ini. Hann er júst liðugur í
herinum og hevur roykt og
ballast og surfað líka síðani. Og nú fer hann
at fjakka. Burtur frá stríði og úrslitaleysum
samráðingum.
Upplivingarnar frá vígvøllinum eru sølt sár
í sálini. Demonar, sum ikki doyggja. Tak t.d.
Jonathan, sum stríddist á Vestara Áarbakka
ímóti ymsum fraktiónum í PLO (Palestinian
Liberation Organization), og sum líka síðani
hevur verið í viðgerð fyri posttraumatiska
strongd. Í kvøld drekkur hann øl og rópar
og flennir og tvætlar. Serstakliga stuttligur
fýrur. Men Amoz fortelur mær í einum horni
í hesi myrku og slitnu íbúðini, at vinmaðurin
hinumegin borðið er ein desillusionerað sál,
oyðiløgd av krígnum.
– Summi menniskju eru bara ikki gjørd
til at fara í kríggj. Viðkvæmar sálir, hvørs
upplivingar frá vígvøllinum hava borað
seg fastar. Neyðars Jonathan, sigur Amoz
stillisliga, næstan teskandi, og skrúvar upp
fyri legenduni úr Nirvana, Kurt Cobain, sum
eisini fekk nóg mikið av lívinum.
***
– Men hvat við tær sjálvum, Amoz? Hevur
tilveran sum hermaður broytt teg? Tú luttók í
einum kríggi, sum kravdi yvir 1000 mannalív
næst seinasta summar, sigi eg og minnist
aftur, at eg sjálvur var
staddur í Ísrael, beint áðrenn
tað kríggið av álvara brast á.
Amoz greiðir frá, at við
krígnum gjørdist kenslan av
deyðanum meiri hjástødd
og livandi. Hann fekk eyga
á onnur virðir og fór at
raðfesta øðrvísi.
– Eg setti mær fyri at
njóta lívið meira. At liva her og nú í staðin
fyri at jagstra mál, sum kortini ikki gera
meg lukkuligari. Eg haldi, at vit hava ein
forskrúvaðan hugburð til fyribrigdið lukku,
sigur Amoz.
Men hvat er lukka? Eg fari at tosa um ein
av mínum egnu sálarhirðum, Dalai Lama, og
hansara vísdómsorð um mentala disciplin.
Um at bjóða negativum tankastrukturum av
og tilvitað dyrka uppbyggjandi hugsanir. Men
halt kjaft sum tað mangan er langt millum
teori og praksis. Patologiska rastloysið.
Ósløkkjandi tostin eftir svarum uppá lívsins
loyndarmál, sum háðandi halda mannaættina
fyri gjøldur. Og notoriski deyðsóttin, sjálvandi.
– Tað snýr seg um at avmystifisera deyðan.
Vit óttast deyðan, tí hann er so ónatúrligur
og fremmandur. Men tann dagin vit góðtaka
deyðan, og hann sleppur at smelta saman við
lívinum, so eru vit nærri lukkuni, sigur Amoz
og fær sær av síni Goldstar.
Eg eri samdur. Haldi, at eg mangan óttist
lívið meiri enn deyðan. Væl at merkja tað
lívið, sum ikki verður gagnnýtt til fulnar. Sum
ikki sleppur at royna sítt yndi. Og vit skála fyri
lívinum og velja at verða samdir um, at rætt
livað er lívið sgu langt nokk.
Á gongutúrinum á veg heim fram við
strondini í kolasvørtu ísraelsku náttini taki eg
Weekendavísina úr síðutaskuni. Detti niður á
eina grein við yvirskriftini “Frygt kun din egen
frygt”. Bulls Eye! Áh, sum hasin setningurin
kom sum sendur av himli, hugsi eg. Finni
nærmasta bonk undir einum lyktapela og
seti meg at lesa, meðan Miðalhavið sendir
ljóðspakar aldur niðan eftir sandinum.
heini_skorini@yahoo.com
– Tann dagin Noreg og
Ísland og Skotland lýstu
kríggj ímóti Føroyum,
so hevði títt samfelag
eisini verið umbroytt til
ein fucking paranoidan
politistat
Óttast einans tín egna ótta
Ísraelskir hermenn undir krígnum í Suðurlibanon í 2006. – Kríggj kann vera neyðugt, men setur sølt sár í sálina, sigur Amoz, sum eisini bardist í Libanon, og
sum nú rýmir úr Ísrael ± Mynd: Myndasavn hjá ísraelska herinum, IDF